10.9.16

Rannvá í Focus


Í dag lat upp ein spennandi og fjølbroytt framsýning við 40 verkum eftir Rannvá Holm Mortensen í Galerie Focus. Heiti á framsýningini er Run og øll verkini síggjast á heimasíðuni hjá gallarínum.


Samstundis læs ein framúr vælupplagdur Jóanes Nielsen nýggjar yrkingar, havlíknilsir, sum eru viðkomandi fyri temaið á framsýningini. Yrkingarnar vóru um upsa, kalva og um Hønuna.


Galerie Focus sigur í innbjóðing til framsýningina, at Rannvá í fleiri ár hevur gjørt seg galdandi í listaheiminum við spennandi og fjølbroyttum myndum. Rannvá, sum er fødd á Tvøroyri í 1950, nýtir nógv ymisk tøkni og tilfar, og myndevnið er eisini øðrvísi, sæð í mun til, hvat vit eru von við. Hon hevur brúkt kollasjuformin við foto, grafikk, at mála, skrava, og líma. 


Rannvá brúkar eisini betong, leir, gips og jarn í listaverkunum. Tá hon hevði verið eitt ár í Barcelona á Metáfora International Workshop í 2014 fór hon eisini at gera videofilmar, installasjónir og skulpturar. Sum eksperimenterandi listakvinna er hon ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir, og tað kann síggjast á framsýningini í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn frá í dag til hósdagin 22. september. Opið er týsdag til fríggjadag frá kl 15 til 18 og leygardag frá kl 16 til 18.