8.12.16

Nýggir filmar í 2017


Fyrstu filmar í Filmsfelagnum eru longu settir á skrá í nýggja, spennandi filmsárinum 2017. Hin fyrsti verður sýndur mikukvøldið 4. januar kl 20. Tað er kendi og altíð kjakskapandi danski leikstjórin Ole Bornedal (f.1959), sum hevur gjørt svarta skemtileikin Dræberne fra Nibe.


Filmsfelagið hevur fingið í boði at vísa filmin í Havnar Bio eina viku innan hann verður frumsýndur í Danmark. Ingi Samuelsen, sum búði átta ár í Nibe, fer at innleiða sýningina.


Annar filmurin í nýggja filmsárinum hjá Filmsfelagnum er svenski Den avarsamma leken, sum Pernilla August (f.1958) hevur leikstjórnað eftir samnevndu søguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912. Spildurnýggi svenski filmurin verður sýndur mikukvøldið 18. januar kl 20 við donskum undirteksti.


Triði filmur í nýggja filmsárinum hjá Filmsfelagnum í 2017 er amerikanski Paterson, sum hin tiltikni independent leikstjórin Jim Jarmush (f.1953) hevur gjørt.


Í 1980'unum sýndi Filmsfelagið teir tríggjar Jarmush-filmarnar Stranger Than Paradise, Down By Law og Mystery Train. Av áhuga fyri føroyska áskoðaran er eisini, at amerikanski Ron Padgett hevur skrivað tær yrkingar, sum bussførarin og høvuðsleikarin í nýggja filminum Paterson skrivar og lesur. Padgett var við á eini av vælumtóktu Listastevnunum, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í nøkur ár eftir aldarskiftið. Oddfríður Marni Rasmussen, sum hevur týtt Padgett til føroyskt og fekk hann higar at lesa, fer at innleiða sýningina, sum verður mikukvøldið 1. februar kl 20.


Í Filmsfelagnum er altíð ein góður nýggjur filmur at síggja. Sýningar eru annan hvønn mikudag kl 20 og í september eru Filmsdagar í Felag, tá fimm nýggir filmar verða vístir fyri ein bíligan penga - í felag í miðbýnum. Eftir sýningarnar í Filmsfelagnum ber til at fáa eina ókeypis bjór fyri brúkta atgongumerkið í Sirkus í Vágsbotni. Til ber eisini at ynskja ein film, sum Filmsfelagið eftir førimuni kann royna at finna og sýna í Havnar Bio. Væl møtt til sýningar í Filmsfelagnum í nýggja árinum!