31.1.17

Familjan, sum ikki riggar


Ummæli Elektra, Sosialurin 30. januar í 2017
Foto: Heinesen Myndir

Familjan, sum ikki riggar, dysfunktionella familjan, er evnið í harmleikinum Elektra á Tjóðpalli Føroya. Abstrakt og tó einfalt.

Frá føroyskum leikum í fjør, boðar Tjóðpallurin nú frá, at tey hava leitað til vøgguna hjá leiklistini. Til griksku tragediuna Elektra.


- Møguliga kunnu vit skilja nútíðina gjøgnum fortíðina, sigur Jenny C. Petersen í fororðunum í snøggu prentaðu skránni, sum eisini vísur okkum torskildu ættina hjá Elektru og alt tað, sum er farið fram, tá søgan tekur við.

Frumsýning var leygarkvøldið og eg sá leikin sunnukvøldið kl 18.

Leikararnir og tøknin

Leikurin Elektra verður borin í felag av øllum leikarunum, har tøknin ikki er hin minsti.

Høvuðsleikari sum Elektra, ið syrgir dripna pápan, er Gunnvá Zacharisen, sum er lágmælt, friðarlig og syrgin, hóast hon brennur eftir hevnd.


Tá ein løta er farin er ræddarlegan góð, men eftir Hans Tórgarð, sum er fyrstur á pallin, skalt tú kýta teg at hoyra Gunnvá. Ikki minst tá krím hevur rakt landið og fleiri fólk aftanfyri meg hostaðu um kapp tann fyrsta hálva tíman, og tá hostaherindini vóru av, fór ein at opna en pakka við Läckerol og lat hann ganga runt millum vinfólkini. Nakað sum tá vit eru í biograf og grannin partú skal arbeiða seg á botn í einum popkornkassa. Tá er avbjóðingin stór at resitera stóran skaldskap av palli. Men eftir hesa drúgvu løtu við órógv, funnu eisini áskoðararnir sítt pláss í ljóðrúminum. Ikki eitt kis, uttan tað, sum sagt varð av pallinum.


Hans Tórgarð briljerar við góðu og málrættaðu røddini, hesuferð bæði sum maður og kvinna. Fyrst sum hin hevndarsøkjandi unglingin Orestes, og síðan sum djevulska mamman Klýtaimeistra, sum var í flottasta búnanum hjá danska Jan de Neergaard (f.1954).


Hann gjørdi eisini ta elegant einføldu pallmyndina við gjøgnumlýstum tóverki, abstraktum mynstrum og trimum kassum, ið vóru altar, pallur og trappa, sum saman við ljósinum hjá Turpin N. Djurhuus (f.1979) skaptu ein meditativan rúmklang.


Í mínum huga vóru hesi bæði høvuðsleikararnir, ljósið og pallmyndin. Ljósið tyktist mær serstakliga hugtakandi tá Beinta Clothier sum kór og frásigari rann aftanfyri tjaldið, elt av einum lítlum hvøssum profilljósi. Ein meistarlig visualisering.


Danski Joachim Holbek (f.1957) hevði gjørt ljóðmyndirnar og tónleikin, sum Beinta Clothier loftaði sum ein altjóða musicalstjørna. Hon glíður lætt og elegant inn og út úr leiklutunum við uppsettum náttklubbahári og mikrofon í hondini.


Hjálmar Dam er bæð faðirdreparin Aigistos og frásigandi tænarin. Í mun til høvuðsleikaran er hann harðmæltur og avgjørdur í røddini, sum undirstrikar Elektru og hennara støðu, ið hevur snýs og higst sum áminnandi ljóðsignatur.


Durita Dahl Andreassen er uppofrandi og fyrigevandi systurin Krýsotemis, sum er hin einasti ljóstklæddi leikarin, ið hon sjálv hevur lýst sum eina Kristusmynd. Og so hevur hon eitt so klassiskt grikskt andlitsbrá, at eg fái hug at arbeiða við typecasting. Heldur ikki er hon ólík Kristin Scott Thomas, sum er kend fyri júst Elektraleiklutin. Ein tragediuklassikari er hon, sum eg ofast havi sæð í skemtileikum.


At vera í familju

Á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum sigur danski leikstjórin, Kim Dambæk (f.1957), at um vit klára at vera saman við okkara familju, ja, so vita vit eina rúgvu, og eru næstan før fyri at vera saman við hvørjum sum helst í heiminum.

- Tí vit vita øll, hvussu tað er, at royna at fáa alt at hanga saman í gerandisdegnum, við bæði næru og fjaru familjuna; og hetta er ein partur av tí, ið leikurin er um: Familjusambond. Og í Føroyum vita tit nógv, um at vera tætt knýtt at familjuni, sigur leikstjórin.

Elektra er við øðrum orðum ein gloypibiti hjá øllum teim sjálvbodnu felagsskapum og professionellu sálarfrøðingum, ið veita illa virkandi familjum eitt viðgerðartilboð. Ikki bara í fjarum krígsraktum økjum við etniskari reinsan, men eisini okkara millum tá familjubond av onkrari orsøk eru farin í sor og partarnir vilja møtast aftur.

Í somáta er hetta eitt útferðarmál av heilt terapeutiskum slag.

- Søgan um Elektru, Krýsotemis og Orestes sigur frá um afturvendandi hevndarhugin, ið ikki førir annað við sær enn óeydnu og sorg. Allir partar verja sína støðu, men eingin dugir at tosa saman, sigur Kim Dambæk í skránni, tá hann undir yvirskriftini ”Mýtur – skapanarsøgur, ið gera at vit skilja okkum sjálvi betur” tekur saman um leikin.

Framúr marknaðarføring

Eins og við Havfrúnni hjá Jóanesi Nielsen í fjør, er tað eydnast framúr væl hjá Allani Dalsgarð undir navninum Savna at marknaðarføra leikin. Í fjør fann hann uppá at brúka bæði hurðaopini á gamla Meiarínum út móti Tórsgøtu at seta plakatir í. Nú fer hann eitt stig longur og brúkar vindeyguni á triðju hædd á gamla Føroya Banka út móti Steinatúni, sum var tað á Piccadilly Circus í London ella Times Square í New York. Nýskapandi, vakurt og informativt - og sjónligt sum aldri áður.


Tragiska familjan

Tað er grikski Sofokles (496 f.Kr.-406 f.Kr.), ið hevur skrivað tragediuna um mest tragisku familju í allari bókmentasøguni umleið 420 fyri okkara tíðarrokning. Sofokles sigst hava skrivað fleiri enn hundrað aðrar leikir, men bara sjey eru varðveittir.

Tveir av teimum eru um Oidipus, og umframt aktuella leikin Elektra, telja vit eisini Antigone, sum Axel Tórgarð umsetti í 1989 til framførslu í Norðurlandahúsinum. Nú hevur Hans Tórgarð umsett Elektra eftir nýtýðingini hjá írska Frank McGuinness (f.1953), sum kom út í 1997 undir heitinum Sophocles’ Electra.

Tá høvdu beiskar hendingar úr londum, sum ikki vóru so ógvuliga langt burturi frá okkum, fylt miðlarnar við blóðdryppandi myndum og drápuligum søgum í nógv ár. Eftir ummælum at døma, tá leikurin hjá McGuinness varð frumsýndur á Chichester Festival Theatre hetta sama árið, hevði serliga støðan á Balkan, har grannar vóru í etniskum stríði, nógv at týða í fatanini og uppsetingini av klassiska grikska harmleikinum. Leikurin varð tikin upp aftur á the Old Vic í London í 2014.

Og er áhugi at lesa gomul skjøl á netinum hjá Søvnum Landsins, finst ein hondskrivaða uppskrift frá N. Lang Nilsen í 1768, sum á titulblaðnum ber heitið Electra, tragedie af Sophocles.

Elektra varar 85 minuttir, er uttan steðg og verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í mentanargøtuni í Havn hvørt kvøld kl 19:30, leygarkvøld og sunnukvøld tó kl 18:00.

Elektra - eitt útferðarmál av heilt terapeutiskum slag!
Fýra stjørnur av fimm