14.11.17

Ísraelskir filmsdagar settir


Ísraelsku filmsdagarnir í Føroyum byrjaðu í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá Annika Olsen, borgarstjóri, setti sýningarnar. Annika vísti á, hvussu vit vanliga hugsa um stórar bíbilskar filmar, tá Ísrael og filmar verða nevndir í sama viðfangi. Men hesir filmar eru gjørdir í Hollywood.

Hinvegin vita tey fæstu, at Ísrael hevur fingið fleiri Oscar-nomineringar enn nakað annað land í Miðeystri. Hon vísti eisini á, hvussu nýggju filmarnir vuksu úr eini blandingsmentan og einum sera fjølbroyttum samfelag við nógvum stórum sum smáum tvídráttum.

Annika nevndi eisini, at kristna uppalingin í Føroyum helst hevur ávirkað mong til eina jaliga fatan av landinum, men samstundis metti hon, at slíkar fatanir fullkomiliga hvurvu í myrkrinum í biografsalinum, tí hvør einasti filmur var eitt upplegg til nýtt kjak og nýggjar og fjølbroyttar fatanir.

Ísraelskir filmar eru sera persónligir og lýsa allar partar av einum fløktum samfelag. Við tænastum sum t.d. Netflix kunnu mong nú síggja filmsrøðir sum t.d. Homeland og Sandstorm.

Annika endaði við at bjóða ísraelum og virkandi sendiharranum í Keypmannahavn, Eyal Lampert, vælkomnum og góða eydnu við filmsdøgunum.


Her er enska røðan hjá Anniku:

Dear deputy ambassador, guests, dear everyone.

Welcome to Havnar Bio for the opening of the Israeli Film Days.

When Israel and films are mentioned in the same context, many of us immediately think of biblical movies, historical productions such as ‘The Ten Commandments’, ‘Ben Hur’, or if you’re a bit younger, Mel Gibson’s giant production ‘The Passion of the Christ’.

A common feature of most of the movies we historically associate with Israel is that they are produced in Hollywood.

What is not as well known is that Israel has received more Oscar nominations than any other country in the Middle East. The films you will be seeing over the next days represent only a small selection of the internationally renowned and award-winning films from Israel in recent years.

It seems that the chronic conflict in Israel has inspired a new era of film magic. Most Israeli filmmakers focus on local life in which reality is shaped by a combination of immigrants and subcultures. This has created a vast array of valuable material for the cinema.

Our Christian upbringing here in the Faroe Islands has somehow created a soft spot in our hearts for Israel. But our attitudes are of little importance when a film plays in the cinema. The film is just the starting point of a lively dialogue.

And as the blossoming film industry in Israel is portraying all sides of Israeli life through personal stories covering delicate issues, there is certainly no shortage of topics to talk about.

Another great thing about these films is that they give us a well-deserved break from all the special effects from the blockbuster movies.

With online streaming services such as Netflix we can now see all the originals live – for instance the popular series ‘Homeland’.

It is also worth noticing that the Best Picture winner ‘Sandstorm’ is entirely in Arabic. This is an exciting sign of diversity.

We hope that the films you’re about to see reflect this great evolution in Israeli film production, and that you will enjoy the varied and exciting programme on offer.

The famous filmmaker Quentin Tarantino is often asked whether he went to film school. He always replies: ”no, I went to the cinema.”

And it is true that in our societies major changes happen – geographically, historically, socially and morally – but it is always the cinema that in a way reflects what is happening in the world, in the Middle East, in Israel and everywhere.

So, once again – a warm welcome to the Israeli Film Days!

Annika Olsen, Mayor


Undan sýningini í Havnar Bio var vinafelagið Føroyar-Ísrael vertur við mati og víni meðan sjeyarmaði ljósastakin brann á pallinum fyri fleiri enn hundrað áskoðarum.


Omri Galperin, sum er úr Ísrael, men býr í Føroyum, greiddi frá um ísraelskan film. Hann er sjónvarpsjournalistur og ostamakari. Síðan var filmurin "A Quiet Heart" sýndur. Ein stillførur filmur, har kendasti kvinnuligi ísraelski filmsleikari, Ania Bukstein, hevði høvuðsleiklutin sum pianistur í Jerúsalem millum trongskygd foreldur, grannar og religiónir. Ania Bukstein er fødd í Moskva í 1982 og hevur havt stórar leiklutir í "Game of Thrones".


Í kvøld verður virðislønti høvuðsfilmurin "The Cakemaker" sýndur. Her eru tvær enskar grundgevingar fyri at virðisløna fyrsta filminum hjá ísraelska samkynda leikstjóranum Ofir Raul Grazier fyri filmin:

"An original, beautifully acted story with a sensitive approach to mourning and loneliness, the complexities of love and family, religion and food traditions, and the sweetness that nourishes our souls." (Jerusalem Film Festival 2017)

"With a gentle approach, the film portrays a journey towards acceptance and the pursuit of love. The unique bond formed between the characters strengthens a healing process that brings them a new life. It allows the viewer to connect to the most important of human values, something that overcomes all prejudices: love." (Karlovy Vary filmstevnan í 2017)