Skip to main content

Egin matframleiðsla í Tórsbyrgi

Í eysturbýnum í Havn, í dalinum millum Boðanesheimið, sum sæst í baksýni og Lágargarð, sum er uppi á brekkuni, samstarva fólk úr Føroya elsta eigarafelag, Tórsbyrgi, um vakstrarhúsið, sum er sett inn í myndina. Endamálið er at dyrka egið grønmeti. Vakstrarhúsið, sum verður liðugt til várs, verður 120 fermetrar.


- Hetta, at fólk síggja virði í sjálvi at taka lut í framleiðsluni av egnum mati, er eitt alheimsrák, sum nú eisini er í ferð við at taka seg upp í Føroyum. Veltan á Sandi er eitt dømi og Maud'sa køkshavi í Nólsoy er eitt annað, sigur Jón Kragesteen, sum alla tíðina hevur verið stigtakari, dynamo og toghaldar í ætlanini um egna matfraleiðslu í Tórsbyrgi. Hann býr í nummar 28, sum eru eyðkendu gulu húsin mitt fyri.

- Grundarlagið undir rákinum er ein tilvitan um tað neyðuga í at matgerða á burðardyggum grundarlagi, bæði viðvíkjandi fíggjarligum støðufesti, og við fyriliti fyri umhvørvinum. Og veruleikin er jú eisini tann, at alt fleiri av heimsins fólkum búgva í býum, og fara at gera tað í enn størri mun í framtíðini, og tí verður neyðugt at skapa umstøður at gera mat á lokalum støði, eisini í býarumhvørvi, í staðin fyri hinumegin jørðina, so vit brúka minni av innfluttum mati og harvið minka um CO2 útlátið á ein natúrligan og fyrimyndarligan hátt.

- Umframt at grønmetið, sum er dyrkað í nærumhvørvinum av góðum grundum er frískari, so hevur tað eisini týdning fyri sjálvkensluna at vera virkin í egnari framleiðslu. Hetta hevur nakað við mentan at gera, og er nakað, sum kann vera við til at økja um lívsgóðskuna hjá fólki. Tað er eisini hugsandi, at seljast kann burturav, so eitt fíggjarligt avkast kann skapast, sigur Jón.

Á vári í fjør tóku kvinnur í Tórsbyrgi seg saman at fáa plantukassar settar upp, so grønmeti kundi plantast.


Í grannalagnum Tórsbyrgi hevur hetta rák nú eisini fest røtur. Tey 36 húsini í grannalagnum eru kend fyri serliga byggistílin, og góðar umstøður eru til felags tiltøk í túnum og økjunum uttanum húsini. Eigarafelagið í Tórsbyrgi er elsta eigarafelag í landinum og frá byrjanini í 1976 hava verið ruddingardagar, nýggjársbál, tunnusláing og onnur sosialmentanarligum tiltøk.

Hetta ljóðar so einfalt, tað er bara nakað, sum tú kanst gera. Men soleiðis er ikki, tað skal hegni, vitan og førleiki til. Og júst slíkar eginleikar hevur ein av grannunum, Jana Mikkelsen, sum hevur gingið á odda og lagt lag á við gróðurseting, planting og urtagarðsarbeiði sum heild. Jana er onnur frá høgru.


Um somu tíð, sum kvinnurnar í Tórsbyrgi fóru at dyrka egið grønmeti, fór ein annar av grannunum, Jón Kragesteen, at skriva umsókn um umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu, sum hevði lýst við júst hesum møguleika. Hann skeyt upp at gera vakstrarhús til grønmeti, millum annað við alivøkstri, aquaponics, tey kalla, sum er, at fáa plantur at vaksa í vatni, sum fiskur taðar.

Í umsóknini skrivaði Jón, at verkætlanin kundi hava góða ávirkan á tey bæði ellisheimini í grannalagnum, tí virksemi og lív verður í økinum, og at íbugvarnarnir eftir førimuni kundu luttaka, fáa eitt prát, ella bara fylgja við burturifrá. Og so er tað sjálvsagt, at bæði ellisheimini fáa part av tí, sum verður dyrkað.

Umsóknin varð skrivað saman við nevndini í eigarafelagnum og tað eydnaðist so mikið væl, at játtaðar vóru 75.000 krónur, sum Turið Horn, býráðslimur, handaði stigtakaranum, Jón Kragesteen, og formanninum, Høgna í Stórustovu, hin 10. mai í 2018


Hóast Tórshavnar Býráð hevði játtað stuðul, vóru nógv formlig viðurskifti at fáa upp á pláss. Vakstrarhúsið skuldi staðsetast, og við øllum matriklum á borðinum bleiv úrslitið eitt vælvalt øki mitt millum Boðaneshemið, Lágargarð og Tórsbyrgi. Eitt øki, sum í veruleikanum er á øllum trimum matrikklunum. Men fyri at koma so langt, kravdist eitt heilt ár við nógvum samskifti og fundum, innan endaligu loyvini komu upp á pláss mánadagin hin 1. juli í 2019. Og tá varð farið í gongd.

 
Alt arbeiðið var sjálvboðið, men við leigaðari maskinu gekk skjótt framá. Tilfarið, sum kom úr Hundsarabotni við stórum lastbili, varð alt flutt við hjólbøru oman í nýggja grønmetisdalin. Umsíðir byrjaði abstrakta ætlanin at taka skap.


Eftir harða planeringsarbeiðið í summammjørkanum í Tórsbyrgi er gott við einum kaffisteðgi aftanfyri Orkulonina, sum nú er rúmligt felagshús, har nýggj lítil oljufýring er, innan nýggjar orkukeldur verða funnar. Fyrr fyltu tvær oljufýringar alt húsið. Soleiðis broytist tíðin, tøknin og tørvurin. Frá vinstru á myndini síggjast Jens Petur Gaard, Gunnleivur Dalsgarð, Høgni í Stórustovu, Álvur Danielsen og Jón Kragesteen. Skuffukøkuna á borðinum bakaði Julianna Didriksen, sum í ár fylti 90. Hon býr í nummar 29.


Beint fyri ólavsøku varð komið rættiliga væl áleiðis við planeringsarbeiðinum. Her sæst stigtakarin, Jón Kragesteen, í nýggja grønmetisdalinum við Boðanesheiminum og Lágargarði í baksýni.


Næsta stig á leðini verður at byggja sjálvt vakstrarhúsið á planeraða lendið.

- Tað, sum liggur í kortunum er at seta upp ein vakstrartunnil, sum tann, ið sæst ovast á fyrstu myndini í blogginum. Men meðan planeringsarbeiðið var í gongd, frættu vit, at ein stórur partur av vindeygunum í Boðanesheiminum skulu skiftast út. Tað var ein av íbúgvunum á Boðanesheiminum, Kemm Poulsen, sum sat og eygleiddi arbeiðið, ið kom við hugskotinum at brúka vindeyguni til vakstrarhúsið. Áðrenn farið verður víðari skal eisini hesin møguleiki kannast, sigur Jón.

Ætlanin er, at vakstrarhúsið á teim trimum matriklunum stendur klárt at brúka til várs.