Skip to main content

Maradona í Filmsfelagnum


Rebellur. Hetja. Svindlari. Gudur. Øll hesi heiti standa á plakatini, tá Filmsfelagið sýnir spildurnýggja heimildarfilmurin Diego Maradona mikukvøldið 4. september.

Hetta er upptakt til fótbóltsdystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, sum er dagin eftir. Fótbóltskennarin og útvarpsmaðurin, Suni Merkistein, fer at innleiða hesa sýning í Filmsfelagnum, sum er hin fyrsta í heyst.

Diego Maradona varir meir enn tveir tímar og byggir á fleiri enn 500 tímar av filmi, sum ikki eru sæddir áður. Tað upplýsir lítla danska arthaus felagið, Angel Films, ið varð stovnað í 1988 við heimstaði í Lyngby. Tey innflyta listaliga áhugaverdan film til Norðurlendska marknaðin.

Diego Maradona stillar nákvæmt á hin kenda fótbóltsspælaran Diego Armando Maradona, sum í dag er 58 ára gamal. Í staðin fyri at lýsa alt úr hansara hendingaríka lívi, hevur leikstjórin Asif Kapadia, sum eisini gjørdi filmarnar um Amy Winehouse, sum vann Oscarvirðislønina, og um Ayrton Senna, valt at siga søguna um fortíðina hjá argentinsku legenduni í S.S.C. Napoli árini 1984 til 1991. Hetta var eitt virkið tíðarskeið hjá Maradona: seks kappingarár, tvey heimsmeistarskap, ein kærleikssøga av skandaluslagnum, eitt barn, kokainmisnýtsla og sambandið við mafiuna.

Filmstíðarritið IndieWire gevur Diego Maradona allar besta ummæli, m.a. við orðum: "Maradona’s intense performance on the field, surrounded by the mania of screaming fans, unfolds against the backdrop of the emotional stakes that drove him to the top in the first place [] He transforms into a modern-day Icarus on a preordained flight to the sun."

Filmstíðarritið The Film Stage er eins fegið um filmin og sigur m.a.: "Indeed, this is not just a sporting film but, like Amy or Senna, a film about the volatility of fame and genius and what those two things can do to humans."

Atgongumerkjasølan til Maradona-sýningina í Filmsfelagnum er byrjað.