16.8.19

Tarantino telur


Saman við hópin av fólki sá eg nýggjunda filmin hjá Tarantino Unce Upon A Time In Hollywood, sum Havnar Bio frumsýndi fyri føroyskum áskoðarum, í gjárkvøldið. Áskoðaraskarin livdi við í filminum, tey flentu og higstraðu, sum fyltu tey ljóð á brot í filminum, sum frammanundan vóru gjørd til júst hetta. Eftir lokna sýning vóru spontanir lógvabrestir at hoyra.

Hvussu tekniska ljóðformatið enn er við umfarsljóði og øðrum, so prógvar júst hesin filmur, hvussu sosialur ein miðil sum filmur er. Tú skalt síggja í myrkri, helst í eini biograffjøld, har tú dvølist og søkkur inn í teg sjálvan, og so verður rivin úr kinematografiskum svøvni við eini dekonstruktión, ið ikki er, sum hon eigur at vera. Ímeðan halda øll ondini í spenningi um, hvar leikstjórin nú vil hava okkum at fara.

Beint nú tykist aldrandi Tarantino eisini at vilja taka persónliga ábyrgd og letur tey ungu í tátíðini, tú mest sum gloymir at søgan fer fram í Tinseltown, hinumegin Atlantshav og hinumegin á Norðuramerikanska kontinentinum, samstundis sum ungdómsuppreisturin fer fram í París, hesumegin, spæla seg sjálvi út á løriftið.

Árið er hitt sama, men dreymafabrikkin er ein onnur.

Leikstjórin gevur sær stundir, filmurin er útvið tríggjar tímar, tá treylarar verða taldir við, og hann gongur meir enn einaferð í seg sjálvan og letur skuggafigurar hjá Manson fara eftir teimum, sum á filmi í fyrndini lærdu tey um morð.

Hetta er ein moralskur filmur um ta ávirkan, sum filmur hevur og um ábyrgdina hjá leikstjóranum, nú byrsu- og revolvaramentanin ger um seg í amerikanskum skúlum. Giti, at sniðfundigi leikstjórin hevur brúkt hendingina við Sharon Tate sum snúningsás at viðgera meingsleys dráp, sum villfarin ungdómur fremur, tí hann er vaksin upp við sjónvarpi og filmi, Tarantino'sa egna virksemi, og eingin skúlaskipan hevur lært hann, ungdómin, um tunnu hinnuna, sum er millum fatan og fana, fakta og fiktión.

Frá byrjan er tónleikurin sterkasta útspæl hjá Tarantino. Tað er sum at gera eina Náttarravnssending kreppuárini fyrst í hálvfemsunum, tá øll lurtaðu. Tónleikur er besta framdrift at byggja eina søgu á. Uptempo av samtíðar slagnum, Paul Revere & the Raiders. So koyrir bussurin, sum annar av høvuðsleikarunum, Brad Pitt, sigur upp í saman. Tá kensluregistarið skal víðkast, og ikki bara vera rútma, hoyra vit Neil Diamond.

Gongdin er sum vanligt hjá Tarantino sett saman sum brotflatar í ymsari tíð og søgugongd, men í hesum føri stillisligari og greiðari enn í øðrum filmum. Tíðarrúmið er eitt gott hálvt ár í 1969 og úrvaldu dagarnir, sum korrespondera um heildina, eru greitt merktir, og skapa ein stuttligan fótnotupolitikk.

Hetta nærlagni er lumpingin sjálv, tí í einum røttum Taratinofilmi verður søgan, tað er tann parturin, sum øll kenna aftur sum semjan um hina rættu søguna, sum eintýðugt veit, hvussu leikur fór fram, dekonstruerað.

Skal ikki siga hvussu ultimativi endin verður avgreiddur, men her er tað leikstjórin, ið grípur í egnan barm og tekur ábyrgd fyri at hava medvirka í byggingini av eini harðskapsfilmsmentan, og velur ein nýggjan veg fyri tey, sum søgan drap og skrivaði út úr lívinum.

Á sín hátt ein positivur endi, sum vísur á nýggjar møguleikar, bara vit tora at hyggja vilfarnan ungdóm og teirra enn meira villfarnu leiðarar í eyguni og seta tey uppá pláss. Ein dekonstruktión, sum vil nakað og gevur meining. Payback time hjá payback-meistaranum.

Bara ein film eigur hann enn á at gera, sigur hann sjálvur við pressuna. Kanska passar tað, kanska ikki. Tað er Tarantino. Hann er fremsti eksponentur fyri, at filmur í biografi er besti fimleikur. Millum okkum og løriftið. Her er intertekstualitetur alla somlu tíðina, serliga til Fight Club, og einu løtuna gongur upp fyri mær, at Matt Helm-tilsipingin við Dean Martin og Sharon Tate, hana sá eg sjálvur inni í sama høli, Havnar Bio, síðst í trýssunum, helst í 69, tá eg var tólv og sá nógvan film við floksfeløgunum, Martin, Elmu og teimum. Góðir dagar, góðir filmar, ið nú koma aftur. Tað er sum Prædikarin sigur: Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur!

Kann ikki annað enn viðmæla at fólk við minsta áhuga fyri filmi, fara at hyggja eftir vælupplagda ævintýrinum Once Upon a Time In Hollywood.