24.9.19

Bangilsi sum vinnuvegur


Í morgun brúkti nývaldi mentamálaráðharrin senditíðina í almannamiðilinum at ávara foreldur um “Ónormalar filmar í Norðurlandahúsinum”.

Eg fylgi væl við, hvat fyriferst á filmiska økinum og serliga væl, tá onkur hendingafilmur kemur higar at verða vístur í einum høli, sum ikki eingang er biografur, men drivin av áhuga og ongum øðrum.

Hví henda gleði hjá eldsálum at skipa fyri skal sláast niður á henda diktatoriska hátt í einum rættarsamfelag undrar meg. Ikki minst tá almannamiðilin gongur fremst og heldur mikrofonini.

Eg freistist at spyrja: Havi tit lagt tað fram fyri Harran í morgun? Gera tit tað hvønn morgun, at leggja dagsins bangilsi fram fyri Harran, og befalla tykkum í Hansara hendur, innan tit fara til arbeiðis, ella lata tit heldur bangilsi stýra tykkara degi - og tað til forbannilsi fyri allar starvsfelagar?

Herfyri var ein týskur skermgranskari í landinum og slapp at seta bangilsi á skránna. Hann vildi taka allar skermar frá børnum og fólki yvirhøvur, eins og maskinstormararnir tá dampmaskinan varð uppfunnin, og tá protestantiskir ikonoklastar herjaðu á marglittu katolikkarnar og teirra innanveggir.

Týski granskarin og onnur, ið á henda hátt granska heilan, byggja á bangilsi. Alt er borið av bangilsi, heldur enn skynsemi. Og tímiligu stuðlarnir, sum hýstu granskaranum, fingu meg at frykta fyri, at hann hevði ikki kostað einki at fáa higar. Tað var ikki bara fyri hansara – orsaka arisku ábendingina – bláu eygu skyld, at hann kom higar at ræða og røða.

Men tá bangilsi verður drívandi megin longu við kassa eitt, verður fakligheitin tað minni og neyvan verður tá nakað pláss heldur fyri lýsandi frábrigdum. Bangilsið tekur ræði á okkum.

Verður henda kaltkalkuleraða granskingin flutt inn í organiskt livandi skúlahøli, so kundi hent, at okkurt annað spurdist burturúr. Til dømis ein sannkenning av at granskingin yvirmetir alla tøkni, so hvørt hon verður send á konsummarknaðin, og at sama gransking grovliga undirmetir læraran og alla útbúna kraft at kunna um og brúka samskiftistøkni á móðurmálinum.

Greitt er, at tiltakandi bangilsið ger almenna rúmið til eitt gott fiskifelt.

Myndin omanfyri er frá VP