25.9.19

Ein avrikskappi í SMS


Síðan 1987 hevur listamaðurin, handverkarin, siglarin og hugsjónarmaðurin Tróndur Patursson sæst aftur við avrikum í SMS. Fyrstu ferð eg veruliga varnaðist hann, var í 1978 í Tim Severinbókini The Brendan Voyage í bókahandlinum beint her. Nú er hann 75 og kann líta aftur á eitt virkið lív í og við listini, sum sæst aftur, har fólkið kemur og fer, helst í fólkaríkasta skála í landinum


Frá í dag kunnu kaffigestir í sølumiðstøðini sita í nýggja Horninum og njóta fýra avrik, sum Tróndur hevur gjørt til júst hesar veggir.


”Náttúran hevur eina sál og eitt innari lív,” sigur Tróndur sannførdur har hann stendur fattur á marmaragólvinum meðan vit hoyra tøl verða lisin upp við kaffidiskin. Tað eru viðskiftafólkini, ið nú fáa tað, tey hava bílagt.


Eg vendi mær við og fangi aftur eygnabráði á Tróndi, sum eftir teljandi handilsavbrotið heldur fram og  sigur, at ”trýrt tú ikki uppá tað, at náttúran hevur eitt innari lív, eina sál, so er alt ein klisjé. Hetta eru náttúrlýsingar úr einum heilum lívi,” sigur Tróndur, gerst innhugsin og fer at rokna. ”Eg havi gjørt 1000 kvadratmetrar av glasmálaríum, so handverkið, tað skal eisini vera uppá pláss.”


Óluva Zachariasen tosar við Trónd um hansara upplivingar, arbeiðshátt og um brúkta tilfarið. Samrøðan kemur í SMS blaðið.


Nýggi morgunmaðurin í Kringvarpinum, Jákup Dahl, tosar við Trónd um avrikini í SMS øll hesi árini. Í baksýni sæst eyðkenda fontenan, sum fer av gólvinum, fram við trappunum og upp undir loftið.


Regin W. Dalsgaard, sum skipar fyri ferniseringini í nýggja Horninum, er býlings- og marknaðarstjóri í SMS.