Skip to main content

Hvat er gott útvarp?


Hesa tíðina byrjar Vetrarútvarpið, sum altíð hevur verið tað ordiliga, tí Summarútvarpið er ein gjøgnumførd spariætlan við tunnum soð og nógvum gomlum endursendingum, líkasum fyri at siga, at nú leggja vit stilt, deyðsiglarastilt á summarvágni.

Fyrst er at siga, at gjørt úr ljóði, er Útvarpið miðilin, sum ber av øllum, tí hann er bygdur á heimligum botni og aldri hevur verið ein útlendsk undirdeild, so sum Sjónvarpið altíð hevur verið, tí hugsjónarloysingar settu tað so skeivt í føroysku verðina. Fast takið teimum fyri tað.

Men í dag gerst ikki nakað við sokallaða føroyska Sjónvarpið, burtursæð frá Degi og Viku, sum á skránni er stutt og pinkulítil og burdi verið bygd út og floygd, so hon møtti einum gerandis tíðindatørvi hvønn dag í vikuni, twentyfourseven. Heimildarfilmarnir eru eisini eitt stórt Sjónvarpsaktiv, men annars er soltið, serliga við margháttliga norska tilfarinum.

Tíðarinnar tonn hevur slitið Útvarpið, sum í dag kappast við bæði tøkni og innihald frá øðrum veitarum. Útvarpið, og serliga tíðindini, sum aldrandi føroyingar kenna tey, verða sløkt og eingin hoyrir, hvat bestu útvarpsfólk royna at seta á kollektiva breddan heilt frá morgunstundini.

Tað at lurta eftir útvarpi er blivið eitt persónligt mál millum teg og seingjarstokkin. Tað er næstan blivið hemmiligt, góða útvarpið. Hemmiligt, sum Matteus sigur um at biðja og at fara innar í kamarið, lata hurðina aftur, og biðja til Faðirin, sum er í loyndum. Tá skal hann løna tær – í loyndum – og ikki á heimsins pallum og talarastólum. Bara í loyndum. Soleiðis er bíbilska læran um dagsins kommunikativa miðlabrúk.

Tí kenni eg meg sum eitt fornrelikt yvirhøvur at tíma at ummæla útvarp.

Fyrsta sending eg varnaðist á vetrarskánni, ikki tí eg sjálvur vildi tað, men tí at sendingin sjálv bjóðaði inn til tað við nógvum og serstakliga drúgvum hóvastáki, fyri ikki at siga roksi, leygarmorgunin, var Leygardagur, ein roynd at endursminka Also við partsheitinum Kjakarínum, við munandi veikari uppleggi, har eingin er fyrireikaður, og lurtarin skrivar eitt ella tvey sms um eitthvørt irritatiónsmál til tey møttu eftir devisuni hjá TV2 "Kom lad os brokke os."

Og so eru tað tey møttu.

Verturin er granni við eina gestin, sum varar av einum ógvuliga sjónligum áhugafelagsskapi fyri heimafriði, hann er eisini svágdur við hin gestin, sum er fyrrverandi mentamálafrúa, og gesturin sum so er eftir, er fyrrverandi útvarpsmedarbeiðari.

Eg mundi fingið morgunmatin skeivt í hálsin, at ein vetrarskrá kann byrja so illa. Hetta var veruliga vánaligt, tá vit hyggja eftir samansetingini av professionelt innbodnum útvarpsvertum fyrsta leygardag í vetrarskránni, og hvussu óheftu gestirnir í veruleikanum eru tætt bundnir hvør at øðrum, uttan at tað verður upplýst.

Lukkutíð er nýggja tónleikasendingin, Jambalaja, hjá Inga Samuelsen á skránni eftir døgurða henda sama dag. Ein gjøgnumarbeidd tónleikasending við einum grundgivnum tema, sum bæði í orðum og tónum ber sendingina og tekur lurtaran í álvara, tí hon við bátslongdum leggur hinar sendingarnar aftur um seg, har tað av onkrari óransakiligari orsøk er gróðursettur útvarpssiður ikki at verða fyrireikaður, og upp í saman at vrøvla barnamál, bara ein mikrofon sæst. Tað er ikki fyri vaksið fólk. Enn minni fyri hálvvaksin, sum ein tónleikasending einaferð æt. Tónleikur fyri hálvvaksin. Allur heiður til Inga fyri gott útvarpsarbeiði við tónleiki, hóast eg havi ilt við at skilja, at sendingin skal enda tíggju minuttir innan tímin er fullrunnin, bara fyri at geva rúm fyri pausutónleiki.

Sama heiður, at gera góða tónleikasending í útvarpi, havi eg huga at senda Hergeiri Staksberg fyri originalu sendingina Óhoyrt. Stuttligt konsept við ljóðdialogi í baksýni, sum minnir um tá Heðin Ziska Davidsen gjørdi tónleikaútvarp, minnist meg rætt úr einum baðikari við einum spælandi barni, sum kanska var veruligt, kanska ikki. Sannførandi ljóðið var í hvussu er har. Gott, at Útvarpið gevur rúm fyri originalum sendingum.

Málteigurin hevur fingið ein heilan tíma hvønn hósdag. Tað er nógv meir enn eg klári at taka inn, soleiðis í einum, meðan alt annað sjóðar og sussar. Ljóðmiðilin útvarp er krevjandi, skal hann hoyrast, og tá talan er um mál, máliskur, málsøgu, mállæru, málpolitikk og móðurmál, so er útvarpsmiðilin meira krevjandi, enn eg kann løna honum aftur við. Eg orki ikki at lurta eftir einum heilum tíma av práti um mál. Tað krevur eina konsentratión, sum ikki er drivin av tíðindaligum aktualitetsforvitni. Tað konsentratiónina havi eg ikki. Eg mangli drivið til hana.

Annarleiðis er við tíðindasendingunum.

Nú fara drúgvu tíðinda- og kjaksendingarnar, sum hava ligið í summardvala, at vetrarbyrja við vetrarbiti. Vónandi vera tær eins góðar og leveringsdigtigar sum tónleikabrøður og -systar longu hava sýnt á somu skrá.

Útvarp, tað er gott. Beinleiðis føroyskt útvarp, sum flestu savnast um, tað er betri enn gott og hartil vert at hjúkla um. Gera vit tað, kunnu vit meir enn so renna okkum í útvarp úr ljóði, sum verður allarbest, tá tað lagar seg til vertir, viðurskifti og vitan, sum vit ikki vistu av frammanundan. Tá kunnu útlitini til allarbesta útvarp verða veruleiki.

Make it great again, útvarp!