Skip to main content

3 x kvinnur


Komandi tríggir filmarnir í Filmsfelagnum hava kvinnur í høvuðsleiklutinum. Kvinnurnar eru úr Spania, Makedónia og Fraklandi. Hóast nýggir filmar, eru lívini ógvuliga ymisk. Her eru tær, slag í slag:

13/11 KL 20:00 CARMEN & LOLA (Arantxa Echevarría, Spania 2019 103 min)

Seytjan ára gamla Carmen er longu forlovað. Væntað verður sum amen í kirkjuni at hon skjótt skal giftast og fær nógv børn, sum allar rættar romakvinnur í útryðjuni av spanska høvuðsstaðnum, Madrid. Hon er von við, at øll hyggja og ansa eftir henni. Ikki ber til at brúka fartelefon og enn minni at roykja. Altíð er onkur úr húskinum at ansa eftir henni. Men tá Carmen møtir sekstan ára gomlu Lolu broytist alt. Allir hennara homofobisku tankar, sum næstrafólkini hava lagt niður í hana, hvørva sum døgg fyri sól, tá hon á ein heilt nýggjan hátt kennir seg fría saman við Lolu. Kærleikin, sum er farin at spretta millum tær, kann ikki longur haldast í tí dulda og tær vita, at leiðin nú er inn í ein forbodnan heim, sum í ringasta føri kann elva til, at tær verða riknar burtur. Leikstjórin, Arantxa Echevarría, er fødd í Bilbao í baskaralandinum í 1968. Carmen & Lola hevur higartil fingið 10 virðislønir, m.a. í Goyavirðislønina í Spania fyri besta film hjá einum ungum leikstjóra, ið ger fyrsta filmin.


20/11 KL 20:00 HONEYLAND (Kotevska & Stefanov, Makedonia 2019 87 min)

Tað er í eini avfólkaðari bygd í Makedónia, at vit møta Hatidze, sum gongur niðan í líðina at hyggja eftir býflugubølinum, hon hevur gjørt har uppi. Meðan hon stillisliga syngur, tekur hon hunangin, uttan at hava so mikið sum vernd fyri andlitið ella handskar á hondunum. Komin oman aftur á slætt, er hon um gomlu mammuna, sum liggur í song, og tá stundir eru, fer hon drúgvu ferðina inn í stórbýin, Skopje, at selja hunangin. Men so flytir eitt nomaduhúski til friðfyltu bygdina og alt paradísið fer upp í larm og maskinur við sjey óstýriligum børnum og hálvt annað hundrað neytum koma til. Allíkavæl bjóðar Hatidze teimum vælkomnum í grannahúsið og sigur teimum alt um kynsturin at gera hunang og at halda býflugur. Men sum frá líður tekur hin ovasti í nýggja grannahúskinum sær rættin til eina avgerð, sum í allar ævir fer at broyta lívið og tilveruna hjá Hatidze. Honeyland fer fram í Makedonia, mitt í Evropa, og samstundis so fjart frá øllum, sum vit kenna á okkara leiðum. Ein djúphugsin og hjartanemandi filmur, sum er so avbera vakur at síggja á stórum lørifti. Makdeóniski filmurin um Hatidze, Honeyland, er tann filmur, ið tilsamans fær besta ummæli í heimspressuni hetta skeiðið í Filmsfelagnum við einum ratingtali á 86 stig á Metascore.


27/11 KL 20:00 CLAIRE DARLING (Julie Bertuccelli, Frakland 2019 94 min)

Franski filmurin, Claire Darling, er um kvinnuna Claire, sum ein dagin hon vaknar, ger av, at hetta skal verða hin seinasti dagurin í lívinum. Tað er ein vakran sólskinsmorgun, við fráboðan um at summar er í hondum, at Claire Darling hevur gjørt av at lata alt jarðiskt góðs frá sær. Hon setur alt út á bøin framman fyri húsini og ger klárt til loppumarkna. Tá dótturin, Marie Darling, frættir um ætlanina hjá mammuna at selja øll barndómsminnini, fer hon heim at steðga søluni og finna fram til orsøkirnar fyri at hin eksentriska Claire ger, sum hon ger. Í høvuðsleiklutinum síggja vit fronsku stjørnuna Catherine Deneuve, og í leiklutinum sum dótturin Marie Darling, síggja vit Chiara Mastroianni, sum í veruleikanum er dóttir Deneuve. Ein klassisk søga!

Eftir hvørja sýning í Filmsfelagnum bjóðar Sirkus tvey fyri eitt!