23.11.19

Reytt og vitalt


Fríggjadagin bjóðaði Torbjørn Olsen til framsýning við fjúrtan nýggjum verkum, sum í fleiri førum vóru bæði størri og sterkari enn avmálda rúmið í Steinprenti henda dag kundi bera, tí so nógv fólk vóru møtt at síggja virkna koloristin, ið sum eingin annar støðugt prógvar ósvitaligu styrkina í livandi listini.


Øll vilja keypa og eftir lítlari løtu eru bara tveir málningar eftir, og ein long røð av bíbilska Emmaus-prentinum eru eisini seld. Tað er langt síðan at Torbjørn hevur havt søluframsýning. Tað er Fríða Matras Brekku, sum tekur ímóti ordrum.


Rúmið darrar í reyða litbaðnum, og einu løtuna er sum í grind, tá Zacharias, Tróndur og Anker fella inn í ljóman av erotiskt glógvandi málninginum, sum ber heitið Reyða sofan. Tað er ikki bara reytt, men eisini tølandi vitalt.


Jan Andersson beyð vælkomin til søluframsýningina og Drifa Hansen framførdi tveir sangir, sum í seinna førinum veruliga trýstroyndi akustikkin í fylta rúminum, meðan Johanne Andersson spældi undir. Kinna Poulsen helt eina persónliga kveikta røðu fyri Torbirni úr Havn, sum hon knýtti til franska Claude Monet, tá hann sýndi fram í London.


- Eg veit, at Torbjørn heldur ómetaliga nógv av Monet, ikki minst av teimum seinnu, koloristisku, nokk so villu, næstan abstraktu málningunum hjá franska meistaranum, segði Kinna og las úr einum brævi, sum Monet skrivaði til konuna úr London, har hann hevði framsýning í 1901. Monet er í iva um listina og sjónin er farin at bila.


- Eg haldi tað vera áhugavert at uppliva slíkt vónloysi og sjálvkritikk frá einum grundleggjara av einum av heimsins mest viðurkendu listarákum. Brævið er skrivað eina knappa fjórðings øld aftaná stóra gjøgnumbrotið hjá Monet og hinum impressionistunum. Hetta er altso ein mikið fagnaður listamaður, sum skrivar, og so er brævið skrivað um somu tíð, sum hann málar ta framúrskarandi røðina av bretska parlamentsbygninginum. Hvussu kann tað tá bera til, at listamaðurin er raktur av slíkum herðindum av iva? Er ivin destruktivur, spyr Kinna í upplatingarrøðuni fyri Torbini í Steinprenti.


- Ein veitslukendan dag sum hendan, varnast vit kanska ikki ivan hjá Torbirni í hansara koloristiskt sannførandi myndum við avgjørdum penslastrokum, men eg hugsi, at ivin er har allatíðina. Tað er ikki sjáldan, at málingin er vát, tá Torbjørn hevur fernisering, tí hann líka hevur korrigerað okkurt, sigur Kinna og nemur eisini við rúmið í stóra portrettmálninginum Karin.


- Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og blágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum.


- Sum ein spakuliga tutlandi løkur rennur ivin støðugt gjøgnum alt verkið hjá Torbirni, men ikki sum nakað destruktivt, tvørturímóti, sigur Kinna í upplatingarrøðuni. - Antin hann ivast um egnar kompetansur, um litir, kompositión ella annað, so haldi eg, at hann brúkar ivan konstruktivt eisini innihaldsliga. Tá gerst listarliga leitanin ein parallellur til ta eksistentiellu leitanina - hetta síggja vit somuleiðis í religiøsu málningunum og prentunum hjá Torbjørn, at ivin er púra grundleggjandi máttur í hansara skapanarprosess, segði Kinna Poulsen at enda í røðuni fyri Torbirni Olsen í Steinprenti fríggjadagin.

Í miðlunum hevur Torbjørn altíð sagt, at hann tekur støði í tí, sum hann sær. Útgangsstøðið er at hava nakað at mála eftir. Hetta sama ítøkiliga arbeiðslag hevur altíð verið spennandi at eygleitt á úti í Grønlandi, á Skipasmiðjuni og alla staðni, har Torbjørn hevur arbeitt, eisini saman við øðrum, til dømis úti í Bakka í Havn, har Vestaravág er karmurin um sjón og rúm.


Tað eru ikki bara starvsfelagar hjá Torbirni, listakøn og núverandi og fyrrverandi savnsleiðarar, sum á niðaru myndini, ið eru møtt henda litríka fagnaðardag á Skálatrøð. Eisini børnini sluppu at fagna ljósinum í livandi málningunum og samstundis geva okkum nýggjar inngongdir til vitalu verkini. Her er tað Nuria Akraberg Samsonsen, ið greiðir frá fyri pápanum, Eyvindi, meðan mamman, Randi, og eg standa aftanfyri og eygleiða listaligu interaksjónina, ið er so vónrík, at eg kann ikki bara mær fyri at avmynda - við loyvi.

Í innbjóðingini til nýggju framsýningina í Steinprenti verður sagt, at hetta við at hava nakað at mála eftir, merkir tó ikki, at Torbjørn "andleyst leggur seg eftir at skráseta tilvildarligar partar av veruleikanum. Í grundini hevur listamaðurin ofta fyrireikað og pallsett sítt myndevni longu áðrenn hann fer í gongd. Tá Torbjørn málar altartalvur, byrjar hann til dømis við einum bíbliuteksti og við at kanna hvussu onnur listafólk hava borið seg at, tá tey hava málað hesi myndevni. Síðani finnur hann fólk at sita model fyri seg og hesi fólkini skal hann síðani skipa í eini hóskandi kompositión í atelierinum. Tástani kann hann byrja at mála og skipa myndina á løriftinum. Á sama hátt málar hann sínar framúrskarandi portrettmyndir, har hann fangar essensin av menniskjum í sinn og skinn. Torbjørn er enn sum áður kolorist og í nýggju málningunum hevur ljósið høvuðsleiklutin - ikki minst glæman, ið lýsir myrkrið upp. Í stóra áhuganum fyri ljósi og ljósviðurskiftum ber nokk til at síggja íblástur frá bæði sponskum og italskum barokkmyndum, frá fronskum impressionistum, donskum modernistum og føroyskum ekspressivum fyrimyndum, men runt roknað er Torbjørn Olsen sín heilt egni. Eg kenni í hvussu so er ongan, ið málar júst sum hann, sum hevur so markleysa palett sum hann og sum hevur so gott tamarhald á litunum sum hann,” sigur Kinna Poulsen, ið hevur skrivað innbjóðandi tekstin undan framsýningini, sum sæst í Steinprenti, har opið er frá 9 til 17 og leygardagar frá 14 til 17.