2.12.19

Bach í kertiljósi


Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis.


Í ár er tað bratsjspælarin Jón Festirstein, mitt fyri í myndini ovast, sum er kvartettstrúkarameastro og skipar fyri tiltakinum. Ovast á manningarlistanum hjá Jón eru sopranin Cinthia Parada, sum er kilensk operasanagarinna, ið býr á Strondum og Dávur Birgisson, sum er úr Hoyvík, og fer at spæla á gittar. Cinthia sæst til høgru og Dávur til vinstru á lýsingamyndini ovast. Strúkaramanningin hjá Jón Festirstein er annars Sámal Petersen, violin, Ragnar Andreasen, violin og Tóri Restorff Jacobsen, cello.


Afturvendandi Bach serfrøðingurin, Meinhard Bjartalíð, sum er sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi, fer eins og undanfarin ár at hugleiða, nú tiltakið verður aftur í Ólavskirkjuni, sum rúmar 120 fólkum. Aftaná konsertina verður hugnaløta í Stokkastovuni. Føroya Stiftsstjórn, Tórshavnar Býráð og Føroya Bjór stuðla tiltakinum.


Ólavskirkjan í Kirkjubø, sum helst er reist í 1200-talinum og tí er Føroya elsta kirkja, var fullsett í fjør og fyrrárið, tá skipað var fyri konsert við klassiskum tónleiki eftir Johann Sebastian Bach (1685-1750), við inspiratión frá kirkjuni St Martin in the Fields í London, sum hesa tíð á árinum hevur eina líknandi konsert.


Carsten Arnskov, teknikari í Kringvarpinum, fer aftur í ár at myndprýða rúmið uttanfyri, tað er við ljósi upp á veggin í litum, sum vit annan vegin kenna úr litaðu glaslistini hjá Tróndi Paturssyni, men eisini við søguligum portrettmyndum av Bach og hansara nótaskriftum í skiftandi litum og skapi.

Frá tí siðbundna til tað psykedeliskt hallusinerandi eru litirnir og myndirnar hjá Carsten væl proportioneraðar eftir kirkjuvegginum. Við døggváta gluggan síggi eg fyrst mín egna skugga kastaðan upp á veggin, meðan strúkikvartettin ger klárt at spæla frammi í kóri.


Annar ljóskassin, ið varpar myndirnar upp á kirkjuveggin, stendur undir gamla bóndagarðinum, og hin ljóskassin er settur oman móti sjóvarmálanum, har vetrarfuglar svambla og blíðu aldurnar hoyrast her, sum land møtir havi.



Spennandi er at eygleiða skiftið, og síggja høgra eyga á Bach skera kirkjuveggin, so hann við støði í glugganum mest sum skapar klassiska gylta skurðin, meðan havið dunar beint fyri fótum og tari liggur í túninum eftir miklan uppgang. Fram við gøtuni skifta nótar og hondskrift hjá Bach millum opnu kirkjudyrnar og upplýsta gluggan. Nú er stilt.