3.12.19

Broytingar í miðlalandslagnum


Í kvøld fer heimsins størsti bókahandil, Amazon, at senda fótbólt í Bretlandi. Tað skrivar fótbóltsmiðilin FourFourTwo, og vísir til tær broytingar, sum Premiere League dystir hava verið fyri tey 30 árini Sky Sports hevur sent fótbólt.

Nú hevur Amazon rindað 90 milliónir bretsk pund fyri rættindini at senda 20 dystir hvørt kappingarár, trý ár á rað. “That’s certainly not the limit of Jeff Bezos’ financial reach and, most likely, it’s not the extent of his company’s ambitions in the market either. So this is a signposting moment,” skrivar fótbóltsmiðilin.

Meðan Útvarp Føroya fyrr var einasti sendari við fótbólti og guðstænastu, og tú ikki kundi koyra gjøgnum eina føroyska bygd meðan kappróður var uttan at betala, so eru hesi viðurskifti heldur ikki so einstreingjaði longur. Veit ikki, um aktørarnir eru vorðnir fleiri, men tað er pengastreymurin í hvussu er, tá umræður fótbólt í pengakappingum á kommunalt bygdum spæliplássum við atgongumerkjasølu, sum fer í lummarnar hjá vertsfeløgunum, sum so aftur keypa sær spælarar og skapa nýggjar inntøkur.

Helst er fótbóltur týðuligasta dømi um markleysa og mest ótamdu kapitalismu á okkara døgum, ja, hann er blivin showbusiness sum í gamla Hollywood, har ungir menn umframt lýsingarpengar forvinna upp í fimm milliónir krónur um vikuna. Og so skulu teir tvitra eisini, fyri at skapa meirvirði og sjónligheit.

Og tað mest margháttliga er, at á okkara leiðum verða allir dystir spældir á skattafíggjaðum vøllum, har somu politikarar, ið bygdu, síggjast sjónligir aftur tá valið nærkast, kommunala valið, sum verður næsta ár. Vald og fótbóltur er hin perfekta sambindingin. Í somáta er eingin broyting uttan peningamongdin og peningakonsentratiónin.

Heldur ikki hómast nøkur broyting, nú Stóratjørn er tikin úr mølposanum aftur, eisini við stórhøll at skapa meira pengakonsentratión, nú pengarnir, ið vórðu brúktir uppá høllina á Hálsi, ikki stóðu mát kortini.

Gott at hava gott skattkamar at ganga í, nú val aftur er í hondum.

Minni lokalt vald hava biografarnir, hóast stórar broytingar eisini eru hendar á hesum øki. Í dag eru tveir biografar, ein í Havn og ein í Klaksvík. Fyrr havi eg talt upp í trettan biografar í Føroyum. Hvørgin av teim núverandi hava víst nýggja Scorsese filmin The Irishman, tí hann gongur á Netflix.

Kappingin um áskoðararnar er ikki bara harnað men er púra annarleiðis. Amazon hevur skrivað seg inn í røðina við nøvnum sum Facebook, Apple og Google. Felagssetningurin hjá hesum innvinngarrisum, er at teir súgva megi úr tí lokala, nógva megi.

Nýggi filmurin Marriage Story við Scarlett Johanson og Adam Driver, sum í ummælum ikki standa aftanfyri The Irishman, gongur bert eina viku í biografunum, so verður hann sýndur á Netflix. Soleiðis er tann kappingin nú vorðin.

Í heyst varð ein konsertfilmur við Metallica og symfoniorkestrinum í San Francisco gjørdur har í býnum. Innan ein mánaður varð umliðin vóru tær báðar útseldu konsertirnar í einum nýggjum konserthúsi gjørdar til film, sum varð vístur um allan heim, eisini í Havn.

Hóast hesi globalu framstig, er torført at sígga framstig á heimrustini. Á arbeiðsplássinum, har vit fyrri lósu bløðini og hoyrdu útvarpið, er Dimma so trupul at finna, at eg eri givin at leita eftir henni og at tendra Útvarpið klokkan 12:20. Og hvat í verri er, eg sakni hvørki.

Soleiðis glíður alt út í sandin á heimligu strondini.