Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2010

Four strong winds

Fýra lortar fyri durinum (Myndir: Birgir Kruse) Hann mól av ymsum ættum, tá eg kom heim eftir loknan arbeiðsdag. Frá einum rokaðum arbeiðsborði við atlasi, globus og heimsins kortum framman fyri mær, møtti mær henda sjón í túninum. Fýra feskir, nýlagdir hundalortar av tí reydliga slagnum, fastir í skapi. Tá kann verðin verða verðin. Havi hug at sitera Perikles, sum Storm P spyr um heimsstøðuna: 'Hana havi eg onga meining um. Eg havi fingið eina flugu í eygað!' Hundurin er menniskjans besti vinur, má eg sanna í lo(r)tinum í Tórsbyrgi. Spell, at hetta vinalag ikki røkkur til grannarnar. Á hvørjum horni hava vælmeinandi grannar lagt hundaposar, svartar lortaposar, til sama endamál. Mest av hesi somu orsøk havi eg ikki hund. Spennandi at vita, hvussu leingi hesir fýra fara at liggja og hvør er hin fyrsti at traðka í ein teirra. Í fyrra umfari lógu samlittu lortarnir til teir tornaðu og løgdu seg niður millum flisarnar. Síðst eg traðkaði í ein hundalort var á Skálatrøð. Tað ...

Listafólk á Heystframsýningini 2010

Millum tey 111 verkini hjá teim 14 listafólkunum á Heystframsýningini dittaði eg mær at avmyndað nøkur, sum fullu mær væl. Hansina Iversen hevur tveir stórar málningar uttan heiti, men við spennandi skapi og markantum litum, reytt og grønt. Hanni Bjartalíð hevur aftur hesi smáu anarkistisku motivini við, sum hóast egin, eisini benda aftur á amerikanskan underground komikk. Eg haldi at tey eru so undirfundiga stuttlig, onkuntíð eisini í heitunum.Tummas Jákup Thomsen hevur gjørt innbjóðingina í stramt grafiskum prenti í klárum litum. Eisini her spæla tey ertandi heitini við í myndaevninum. Bárður Jákupsson er vorðin lættari og meiri gjøgnumskygdur, hóst bygnaður og myndaevni ikki eru broytt. Veggurin er settur saman undir heitinum Fuglakvæði. Andlitsmyndirnar hjá Tórbirni eru altíð spennandi, bæði í stroki og liti. Eisini tá Eyðun Johannessen situr fyri. Og so mátti eg taka eina mynd av Andriasi Andreassen, sum hevur gjørt uppskot til standmynd av monnum, sum júst eru komnir af...

Fólk á Heystframsýningini 2010

Nógv fólk kom til fernisering í Listahøllini á Skipasmiðjuni í dag, har 14 listafólk sýndu fram 111 verk. Tað eru Tórbjørn Olsen og Andrias Andreassen, ið hava skipað framsýningina, sum eg haldi vera stramma og ymiskliga. Listafólkini hava sjálvi hongt upp. Teir báðir, Tórbjørn og Andrias, tóku ímóti í durinum, við Esther hjá Olivuri í baksýni. Heðin M. Klein setti framsýningina við yrking, hann hevði skrivað til høvið. Síðani lósu Carl Jóhan Jensen og íslendski Einar Már Guðmundsson, sum vitjar her í sambandi við íslendskt mentanartiltak í Norðurlandahúsinum og Sjónleikarhúsinum. Millum tey vitjandi vóru Kinna Poulsen og Inger Smærup, sum ummæla myndlist og eisini reka hin virkna Listabloggin. Jón Magnus Joensen, sum skrivar kristnibøkur, fekk eg at posera millum Pièta og Getsemane. Og sum krúnan á verkið eydnaðist mær, eins og Fríðu Brekku, at koma á eina mynd saman við Ebbu Hentze, sum fyllir runt í dag. Til lukku!

Tríggir varðar spæla út

Robert Plant, Eric Clapton og Neil Young eru á heystmarknaðinum (pressumyndir) Hesa ársins tíð fyllast handilshillar við fløgum og bókum. Hetta er heystið eftir langa summarið, nú handilshátíðin, halgu jólini, standa fyri durum. Havi heft meg við tríggjar varðar á mínari leið, Robert Plant, Eric Clapton og Neil Young, sum allir geva út nýggjar fløgur í hesum døgum. Í dag eru 30 ár síðani John Bonham doyði. Sonurin hevur spælt trummur og nógvar ætlanir hava verið um aftur at savna Led Zeppelin. Men onkuntið er tað lukkan ikki at fáa tað, ein ynskir sær. Heldur enn at savna Led Zeppelin, er Robert Plant (f.1948) farin eftir gamla orkesturnavninum Band of Joy , sum um Led Zeppelin aldri var til. Haldi, hetta er besta Led Zeppelin reunion, ein kann hugsa sær. Eingin afturhorvandi nostalgi, men nýskapan, sum hvílir í sær sjálvum. Bretski Plant hevur aftur verið í Nashville og sett saman eina fragdarfløgu. Ikki so country sum Raising Sand , heldur psykedelisk, so, sum Led Zeppe...

Árbøkur um film - beint í postkassan!

Nýggju filmbøkurnar hjá Time Out og Leonard Maltin framman fyri Trap Danmark frá 1929. Enn er pappírsbókin ikki hótt. Dømi um ummæli av filminum Brief Encounter í bókini hjá Leonard Maltin og Time Out, og niðast í gomlu íslendsku Kvikmyndahandbókini. Klikk á myndina og les nærri (Myndir: Birgir Kruse) So eru árbøkurnar aftur yvir okkum. Fyri mín part, verða filmsbøkurnar skiftar út í hesum døgum. Hóast Internet Movie Database , so haldi eg meg til bøkur úr pappíri. Ikki tí, tær finnast neyvan í føroyskum bókahandlum, men eru lættar og ódýrar at fáa frá Amazon , alt í einum klikki á heimatelduni. Tollararnir hjá Posta eru ikki so tvørligir sum fyrr, so ein bóka- ella fløgupakki frá Amazon verður borðin beint í postkassan heima. Tað er jú tað, eg rindi fyri, tá bílagt verður á internetinum. Fyrr varð neyðugt at fara heimanífrá, standa skúlarætt framman fyri tollarum á posthúsinum, greiða frá hvat hetta var og hví tú skuldi halda, at tú hevði rætt at fáa henda smápakk...

Heystframsýningin 2010

Leygardagin 25. september kl 16:00 fer Heðin M. Klein, rithøvundur, at seta sættu Heystframsýningina við nýggjari og spennandi føroyskari myndlist í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Dagin eftir kl 17:00 verður Heystkonsert á sama staði við Aldubáruni. Tey sum sýna fram eru eftir bókstavaraðnum: Andrias Andreassen, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð, Hjördis Haack, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Brandur Patursson, Tróndur Patursson og Tummas Jákup Thomsen, sum hevur gjørt innbjóðandi myndina við flúgvandi borðiskum, ella leskiligum gummibommum, yvir grønu Føroyum, sum sæst omanfyri. Umframt Heðin M. Klein, fara Carl Jóhan Jensen og íslendski Einar Már Guðmundsson at lesa hvør sína yrking. Eri so púra samdur við Inger Smærup, tá hon á Listablogginum  http://listinblog.blogspot.com/ sigur, at Heystframsýningin hevur ein týdningarmiklan leiklut á føroyska listapall...

Skúlafelagar møtast

Leygardagin møttust vit gomlu skúlafelagar í Havn. Hesa ferð var yvirskriftin kanska, sum skuldi endurspeglast í borðtalu aftur við døgurðanum og tónleikinum seinni um kvøldið. Vit møttust við Bowlinghøllina uppi á Hálsi og fingu ein vælkomstsnaps úr gotlendska silikonuglasinum. Hans vann kappingina og í góðveðrinum gingu vit oman í Plantasjuna, har vit settust á ein bonk aftanfyri Hvíldarheimið at eta turran fisk, epli og spik frá Gunnduri Fossdal. Síðani førdi skráin okkum oman gjøgnum býin og út á Skálatrøð, har Jan Andersson og Fríða Brekku vístu okkum grafiska verkstaðin, framsýningina við Peter Carlsen og greiddu frá um tøknina handan steinprent. Eisini sluppa vit at svinga gomlu pressuna, sum er frá 1877. Henda dag vóru fjøruti ár síðani Jimi Hendrix doyði, 27 ára gamal. Undir Gráasteini hevði Jóhan Petur savnað allar upptøkur, sum til eru við Hendrix og vit hoyrdu fýra stillar til dagin og vegin. So varð farið út til Hans á Norðasta Horni, har hann og Martin spæl...

Viðareiðismálarin í Listaskálanum

Arnold Vegghamar signerar nýggju bókina, sum Bodil Varming hevur skrivað. Millum mongu gestirnar var Amariel Norðoy. Niðri undir eru nakrir málningar avmyndaðir (Myndir: Birgir Kruse) Í dag lat upp myndlistaframsýning við málningum hjá Arnoldi Vegghamar (f.1937). Hann er av Viðareiði og systkinabarnið, Líggjas í Bø, setti framsýningina við eini sjáldsama góðari røðu. Alment hevur hann ikki latið hoyrt frá sær síðani yrkingasavnið Til Lívið  í 1964. Røðarin nevndi Mikinesmálaran, Nólsoyarmálaran, Mikladalsmálaran - og Viðareiðismálaran, sum hann mest sum í spølni kallaði Arnold Vegghamar. Í hugfarsligu røðuni, har greitt varð frá um lívsleið listarmansins og útbúgving hansara sum gullsmiður, var eisini rúm fyri hvøssum atfinningum. Nýggj bók um Arnold Vegghamar, sum Bodil Varming hevur skrivað á donskum, varð løgd fram. - Men føroyska týðingin ber álvarslig brek, segði sáttligi røðarin og krossfesti føroysku týðingina. Eg trúi ikki mínum egnu oyrum, at ein røðari í almen...