Skip to main content

Svart og hvítt vinnur í Venezia

Mynd: AP

Biograffilmar, sum er svartir og hvítir, eru aftur vælumtóktir. Eisini um teir eru fýra tímar langir, sum til dømis á árligu filmstevnan í Venezia, ið kallast la Biennale, og er hin elsta í heiminum.

La Biennale endaði í gjárkvøldið og tá fekk filipinski filmurin Konan, ið fór við enska heitinum The Woman Who Left og filipinska upprunaheitinum Ang babaeng humayo Gyltu Leyvuna, Leone d’Oro, sum er fyrsta virðisløn.


Leikstjórin er 57 ára gamli Lav Diaz frá Mindanao. Bæði í 2007 og 2008 vann hann aðrar virðislønir í Venezia. Tað var fyri svart-hvítu filmarnar við ensku heitunum Melanhoclia og Death in the Land of Encantos.


20 filmar vóru in competition í kapping um Gyltu Leyvuna. Sam Mendes var formaður í dómsnevndini, sum m.o. taldi Laurie Andersson, ið gjørdi Heart of a Dog, sum Filmsfelagið sýndi herfyri, og ikki minst Joshua Oppenheimer, ið gjørdi The Act of Killing og The Look of Silence, sum Havnar Bio og Filmsfelagið hava víst.

Ein annar nýggjur svart-hvítur filmur, sum fekk virðisløn í Venezia, var franski Frantz (Francois Ozon), har Paula Beer fekk Marcello Mastroianni virðislønina fyri besta unga kvinnuliga leiklutin.


Í fyrrárið vann svenski Roy Andersson Gyltu Leyvuna í Venezia.

Hóast heitið la Biennale er filmstevnan hvørt ár hesa ársins tíð í Venezia. Hon varð fyrst ferð hildin í 1932, og er í dag ein av trimum teim størstu í Evropa. Hinar eru í Cannes og Berlin.

Elsta filmsblað í heiminum, Variety, vil vera við, at filmstevnan í Venezia er góður karmur at gita um Oscarvirðislønirnar. Soleiðis skrivaði blaðið í gjárkvøldið:
The 73rd edition of Venice was one of the strongest in recent memory combining a diverse mix of potential Oscar contenders from the U.S. with classic auteur and more esoteric fare from other parts of the world, and attaining a good batting average with relatively few letdowns. It reinforced the Lido’s status as a prime Oscar launching pad and an important sales springboard to closing deals in Toronto.