Skip to main content

Burturspilt átak í danskari móðurmálsundirvísing


Tað eg veit, hava kanningar í móðurmálsundirvísing ikki verið gjørdar herheima, enn minni av teimum næmingum, sum tosa annað móðurmál við hús enn tað, ið verður praktiserað í skúlanum og í almenna rúminum.

Av og á hevur verið spurt um støðuna hjá donskum, sum í fólkaskúlanum byggir á móðurmálsundirvísing, men í praksis er fremmandamál. Heldur ikki í hesum upplagda krossfelti hevur verið granskað.

Men í Danmark hava 6300 næmingar úr 1.-5. flokki verið við í eini móðurmálskanning, sum er gjørd í trimum bólkum í 2013 til 2015. Her er slóð til kanningina.

Brúktar hava verið 27,6 mio. kr. til endamálið, sigur kanningarleiðarin, Simon Calmar Andersen frá Institut for Statskundskab á lærda háskúlanum í Aarhus við Berlingske Tidende.

Eftir lutakasti hevur ein kontrollbólkur fingið vanliga undirvísing uttan serlig átøk ella fyrilit.

Eini bólkurin, sum fekk móðurmálsundirvísing, vóru næmingar í fyrsta flokki í 2014 og 2015. Næmingarnir, sum tilsamans vóru 541, fingu afturt vanligu undirvísingini tríggjar tímar um vikuna í móðurmálsundirvísing, oftast seinrapartarnar, í 32 vikur. Næmingarnir vórðu settir í bólkar, sum fingu móðurmálsundirvísing á 20 ymsum málum, har størstu vóru arabiskt (40 bólkar), turkiskt (23) og somali (15).

Ein annar bólkur fevndi um 2550 næmingar, sum vóru heilir fjórðu og fimtu flokkar, har allir flokkarnir fingu fleiri tímar í donskum, undirvísing í almennari danskari málfatan og í støddfrøði antin í 2013 ella í 2014.

Triði bólkurin, sum varð kannaður í Danmark, fevndi um 648 næmingar úr fjórða flokki. Hesir næmingar høvdu í 2014 ella í 2015 fingið undirvising í almennari málfatan á turkiskum, arabiskum ella somali máli.

- Høvuðsniðurstøðan er, at í Danmark leita vit enn eftir góðum læruháttum, sum kunnu hjálpa hesum bólki av børnum, sum heilt greitt er verri fyri í útbúgvingarskipanini, enn børn við donskum bakstøði. Kanningarnar við móðurmálsundirvísing, eyka tímum og málsligum stuðli, hava ikki víst nakað úrslit, tá umræður tilflytaranæmingar og teirra førleikar í donskum, sigur kanningarleiðarin, Simon Calmar Andersen, ið er professari á Institut for Statskundskab á lærda háskúlanum í Aarhus í Danmark.

Undirvísingarmálaráðharrin, Merete Riisager, sigur við Berlingske Tidende, at hon má staðfesta, at her stendur í botni, tí námsfrøðiliga er móðurmálsundirvísingin ein blindgøta. Í staðin fyri at siga, at næmingar eru tvímæltir, eru teir í flestu førum tvífalt hálvmæltir, sigur hon.

Kommunan í Keypmannahavn bjóðar í ár móðurmálsundirvísing fyri 4.385 kr um árið í 1.-9. flokki í hesum tungumálum, treytað av tey, tungumálini, verða brúkt heima:

Albanskt, arabiskt, armenskt, dari, enskt, estiskt, farsi, finskt, franskt, føroyskt, grikst, hebraiskt, íslandskt, italienskt, kinesiskt, kurdiskt, litaviskt, nepalesiskt, pólskt, portugisiskt, russiskt, serbiskt, somali, spanskt, svenskt, tigrina, turkiskt, týskt, urdu og vjetnamesiskt.

Keypmannahavnar kommuna sigur á teirra heimasíðu, at tosa tólv børn eitt annað mál, enn tey, sum her eru nevnd omanfyri, ber til at skipa ein nýggjan bólk, ið fær kommunala undirvísing í viðkomandi móðurmáli.