Skip to main content

Tunlasjón - heilt til Vestmanna

Klipp frá KVF

Jørgin: "Tssk Bárður, "Um tú megnar at skaffa tíggju millónir frá diabetikarunum, og kanska tíggju aðrar frá pensiónistunum, so skal eg nokk fáa Mercedes at halda aftur við somu upphædd. Afturfyri skalt tú fáa ein tunnil til Vestmanna. Men so skal Hanus fáa frið. 

Avtala?!

"Avtala" svarar Bárður, "Hatta fixa vit!!"

Soleiðis varð søgan um bráðkomna Vestmannatunnilin borin fram á Facebookvanganum hjá Oddmari Ravnsfjall úr Miðvági, sum er diabetessjúklingur. Endurgivin við loyvi frá upphavsmanninum, sjálvandi.

Eins og Oddmar varð eg púra paff, tí hetta varð ikki partur av teim samhaldsføstu Føroyum, eg ella nakar eg kenni, visti um í farnu viku.

Setti mær fyri at leita í netsavninum hjá landsins lógliga verkfrøðingi, sum tað eg veit, hevur fingið til uppgávu at umsita tunnlar fyri tær samhaldsføstu Føroyar. 

Jú, har eru ferðslutyngstu vegir bókførdir, og Vestmanna hevur avgjørt ikki verið vigað á teimum vegum í nýggjari tíð, alt síðan flogleiðin varð kappað, tikin frá vestmenningum og løgd niður í Vágatunnilin tað beinu leið úr Havn, og skjótt eisini úr Klaksvík um Torbjørnsa Kongshavn og Runavík og so suður í Sandoynna um skamma stund. Alt í navni samhaldsfestisins og skrivað inn í Føroyakortið hjá Umhvørvisstovuni.

Skrivað stendur soleiðis hjá okkara kollektiva landsverkfrøðingi, sum seinastu árini er blivin so desimeraðaur, at hann nú bara kallar seg LV: 

”Á landsvegakervinum er ein tann ferðslutyngsti teinurin millum Skálafjørð og Gøtudal. Ársmiðalferðslan í 2018 var 5.900 akfør um samdøgrið. Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiði, sum liggur høgt (upp í 135 m úr havinum), og vegurin er brattur (upp til 100 ‰). Harumframt er nógv ferðsla ígjøgnum bygda økið við Gøtugjógv, sum eisini er skúlaleið. Men í Runavík til tunnilsmunnan í Rókini fer ferðslan at vaksa munandi. Úr 3.500 upp í 7.000 bilar um samdøgrið.”

- Nú mugu okur hann floyti fáa okra tunnil, sigur ein argur suðringur, júst komin í land av Smyrli, sum aldri siglur eftir hansara høvdi. 

- Hvat kosta hesi fólkini at hava gangandi millum húsini í Havn, spyr hann harðmæltur millum trongu Havnarveggirnar.

Sum skilst er Per ikki longur einsamallur at fara til Havnar. Eins og norðmaðurin er Per nú Borten, púra borten. Tí nú eru teir báðir menninir, hann sipar til, Bárður úr Vestmanna, og Jørgen úr Sørvági, komnir við í hansara sang um at fara til Havnar, og harvið er rútmuna so púra brotin í gamla V4 sanginum, so hann slettis ikki kan syngjast í felag, og slettis ikki hjá einum óðum suðringi, sangurin um øll tey, sum einaferð í einum samhaldsføstum samfelag vildu til Havnar, ikki bara á kjøli aftur og fram um sund og firðir fleiri ferðir um dagin, hóast eingin gjaldandi er við, tí hini, tey ið hava bundið samhaldsfestið um miðjuna, betala, fyri allar ferðirnar í øllum landinum. 

Nei, tú.

Vit og okkara skulu hava ein part av køkuni, sum í hesum føri eitur tunnlar, ella bara ein einkartunnil, hann til heimsins mest undirmetta nalva, sum eingin visti av, men skal byggjast í politiskt óðum verkum, ikki við støði í tølum og avtalaðum verkløgum, men á bráðvunnin trygdartøl og nýkomnar hæddarmátingar, so tey á tí staðnum koma aftur og fram, teirra millum løgmaður. Havi áður sagt tað, at bilisma fer at forkoma okkum sum tjóð. 

Til henda stað, sum onkur longu hevur skýrt blindtarm og annar sperðil, ferðast bara tey fæstu av øllum teimum, sum Landsverk longu hevur lagt í pipelines at fáa ein tunnil. Sjálvt tær fjarlagdastu brættlendisbygdir eru settar fremri. Visti ikki, at eisini beiski skemtisangurin um handilsmansørnina kundi takast fram her og spleysa alt av. 

Serstakliga friðarligt hevur verið um framgyklaða Vestmannatunnilin upp undir fyrsta fund um fíggjarlógaruppskotið í morgun.

Helst eru fólk so paff, at tað ikki er tikið inn enn og hvaðna minni sodnað, at ein fikkufyritøka í fáveldinum Føroyum kann gera av, hvør seyðajólamaður nú skal hava tunnlar.

Í hvussu er helt eg ikki, at tey sum á hvørjum árið ganga fremst á Reyða Torginum fóru at taka undir við hesi fólkaræðisliga undirminerandi yvirsjóvarætlan, sum til ævigar tíðir fer at liggja samhaldsføstu Føroyum til last. 

Hetta skeiklar fatanina av representativum fólkaræði og øllum vitbornum virksemi hjá lógliga stovninum Landsverki. Men tað er kanska dulda endamálið, sum nú kom í spergament: at niðurlaga og seta til viks allar uppbygdar og virkandi samfelagsstovnar, so fámannaveldið eina og áleina kann sætta sær og sínum. Tunlasjónin á heimabeiti er um at verða fullkomin.