Veturnætur, mikudagin mitt í heystfrítíðini, fáa vit sjón fyri søgn, um vit eiga bestu skúlabók í Evropa.
Tað verður avdúkað - við fjarstøðu - í Námi í Havn, hin 14. oktobur klokkan 15. Tá verður kunngjørt, hvør av teimum trettan tilnevndu bókunum fær henda heiður í ár.
Føroyska bókin ”Finka - Føroyskt til annan flokk”, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá hevur teknað, er við í kappingini Best European Learning Matereals Awards, stytt BELMA.
Tað var í 2017 at Marianna vann handritakappingina, sum Nám skipaði fyri, til tess at finna nýtt tilfar, og at fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.
- Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingina, og nú fáa vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur tað sama, sigur bókatoymisleiðarin í Námi, Sigfríður Sólsker.
- Eg haldi, at tørvur er á nýggjum tilfari til føroyskt í øðrum flokki at byggja brúgv millum "Súluna", sum brúkt verður í fyrsta flokki, har stórur dentur er lagdur á ljóðarbeiði, og so "Nem" í triðja, har tað snýr seg um tekstviðgerð, sigur høvundurin.
- "Finka", sum byggir á egnar royndir og byggir á nýggjastu gransking, leggur upp til beinleiðis undirvísing í lesisnildum, bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum, og í ymiskum partsførleikum í lærugreinini føroyskt, so at næmingarnir kunnu fáa góð amboð at gerast virknir lesarar. Hetta er eisini tað, sum øll lesigransking mælir til, sigur Marianna.
- Í byrjanarlesing er serliga týdningarmikið, at barnið fær tekst, sum tað hevur møguleika at læra at lesa, og at vit geva børnum hóskandi lærusnildir. Slíkt tilfar kann ikki umsetast úr øðrum málum, men má mennast til brúk á føroyskum, tí mál eru ymisk, sigur Sissal M. Rasmussen, lesifrøðiligur viðgeri, sum hevur viðgjørt tilfarið í "Finku", sum eisini er felagsbók, har allur flokkurin lesur í somu bók.
Fakliga dómsnevndin, sum Nám hevði sett, staðfesti einmælt, at Marianna hevði rakt ein átrokandi tørv í móðurmálslærugreinini á hesum stigi beint nú.
- Tankin um at byggja brúgv í øðrum flokki er greiður, hóskiligur og tíðarrættur, tá hugsað verður um ljóðarbeiðið árið undan, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing árið eftir, siga Marjun Ziskason og Gunvá Magnussen. Tær eru ritstjórar í Námi, sum umframt aktuellu "Súluna" og "Nem", eisini gav út "Hervør, Høgna og hini".
Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið, hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia í Klaksvík, ið hevur havt bókagerðina um hendi.
Virðislønin verður hvørt ár latin á bókamessuni í Frankfurt, har European Educational Publishers Group skipar fyri. Í ár er bókamessan og handanin virtuel, tað vil siga á netinum.
Tí bjóðar Nám, sum hevur givið nýggju bókaheildina "Finku" út, til kaffi og køku - afturvið beinleiðis sýningini frá bókakappingini, mikudagin. Rithøvundurin verður til staðar í Námi.