Ken Lindenskov Olsen og Mariia Shvets Olsen avmyndaði uttanfyri húsini í Varðagøtu 18 í Rituvík leygardagin, tá tey bjóðaðu til kaffi og ukrainskar hunangssøtar pinjukjarnur á heitum hornum frá mammuni Gunn.
Tað er sjáldsamt í føroyskum miðlum at síggja tekst, sum er skrivaður á so fremmandum máli, sum ukrainskum. Tað hendi í farnu viku, tá boð vóru frá Námi til ukrainskar flóttar í Føroyum um, at nú vóru skúlabøkur á teirra móðurmáli tøkar á opna føroyska pallinum Snar.
Samstundis upplýsti Býarbókasavnið í Havn, at lánarar nú kunnu lesa ukrainskar barnabøkur, sum talgilt eru samsagdar á enskum og ukrainskum. Flóttar á Sandi fingu gávubræv frá Lions, og fríggjakvøldið vóru tíðindi í Degi og Viku um, hvussu væl ukrainsk børn kláraðu seg í skúlanum á Tvøroyri.
Hetta er ein púra nýggj støða, har vit á fyrsta sinni fingu annað beinið beint í altjóða samfelagið. Okkara egnu politikarar hava nevnt, at vit kunnu væntað so mikið sum 200 ukrainsk flóttafólk. 150 teirra eru longu komin sum ferðafólk.
Mariia, sum dugir føroyskt, danskt, enskt, ukrainskt og russiskt, hevur júst verið tulkur á Skála og loyst arbeiðsligar misskiljingar hjá einum bónda. Í lokalu meinigheitini sær Hjalmar til, at eitt lítið oyra fellir fyri mongu tulkingaruppgávurnar, eins og Reyði Krossur skipar fyri bústøðum her og aðrastaðni.
Alt meðan fíggjarmálaráðharrin sigur, at nú er hol komið á almenna landskassan.
Hvussu fer hetta at ganga?
Ken og Mariia eru bæði námsfrøðingar og búgva í Rituvík. Hon er úr Kirovograd, sum er í landbúnarøki millum høvuðsstaðin Kyiv og Odesa har suðuri í Ukraina. Nú kríggj leikar á, hava tey bæði verið við markið í Ukraina eftir foreldrunum hjá Mariiu. Nú búgva tey trygt í kjallaranum í Rituvík, har Ken eisini hevur arbeiðsrúm og tónleikastudio.
Vit skifta orð um norsku upptøkuna ”Den Fattige Gud”, sum varð gjørd við dat bandupptakara eftir einari nátt í Kreml í oktober 1993. Vit hefta okkum við Salme for søvnlause. Nørdar eru.
John Johannessen og Gestur Lómstein, sum báðir arbeiða í Kringvarpinum, sóu á Facebook hvar Ken og Mariia vóru, og sluppu at fylgja við teimum.
- Vit búðu øll fýra í bilinum, sigur Ken, sum er til arbeiðis á Bóndaheygi í Havn, meðan Mariia, sum hevur fyritøkuna Mariukøkur, er heima í Rituvík, og ger køkur til føroyskar konfirmatiónir.
Av baksetrinum í bilinum breyt Gestur svøvn og gjørdi framúr fokuseraðar og stemningsmettaðar upptøkur til Dag og Viku, meðan Mariia, sum sat frammanfyri, fortaldi um ørindini, og ferðsluljósini skiftu í evropeisku náttini. Filmsupptøkur, ið kunnu javnmetast við avrikini hjá Robby Müller í klassikaranum Paris, Texas hjá Wim Wenders.
Skilji, at vit sum frá líður kunnu vænta upptøkur frá Gesti um, hvussu uppihaldið og føroyskt-ukrainska samstarvið lagar seg.
Sum journalistur hevur John dyrkað nýtt lendi sum eingin annar, nú hann sum krígsreportari í beinleiðis sendingum var so nær hermótinum, sum til bar, alt samalt okkara vegna og við øllum kensluregistarinum frammi. Gott sjónvarp, sum vit ikki hava sæð áður.
Hvat siga verforeldrini um føroysku móttøkuna?
- Føroyska móttøkan av verforeldrunum var í sínari heild góð, serliga tí at John Johannessen og Gestur Lómstein framanundan høvdu sett sær fyri at fylgja okkum heilt til ukrainska markið, sigur Ken.
- Vit leigaðu ein bil í Warszawa og koyrdu 400 kilometrar eftir kringlutum vegum, og máttu so leggja okkum at sova í bilinum meðan vit bíðaðu. Endiliga klokkan fimm um morgunin komu verforeldrini við bussi til flóttafólkaleguna. Hetta var 6. mars og longu dagin eftir var reportaga í Degi og Viku. Hetta skuldi vísa seg at vera fyrstu ferð at føroysk fjølmiðlafólk hava verið tætt uppá krígssonu. Fyri okkum var tað rørandi, tá Kringvarpsfólk tóku móti okkum í Vágum, sigur Ken og er takksamur fyri allar heilsanir, tey fingu á sosialu miðlunum.
Tíðin undan ferðini og biltúrinum til ukrainska markið var tó ein stór avjóðing fyri Ken.
- Eg byrjaði at missa svøvnin nakrar dagar undan. Eg fekk marruna um kríggj og fallandi atombumbur. Náttina fyri fráferðina legði eg meg einar tjúgu minuttir, men sovnaði ikki. Ta náttina, tað var tann 5. mars, var fyrstu ferð, at eg upplivdi eitt fullkomið svøvnloysi. Gjøgnum mítt 43 ára langa lív havi eg millum annað arbeitt á trolara við vaktarbrotum í upp til 60 dagar. So eg hevði roynt tað áður, sum kanska ikki var fyri veikar sálir, sigur Ken.
- Bilferðin sjálv var spennandi, men kroppurin byrjaði at siga mær, at alt var ikki, sum tað plagdi at vera. Fyri fráferðina fór hjartað at gallopera og pulsurin føldist at vera minst 200. Fyrst Vágar, síðani Kastrup, millumlending í München og so lendu vit í Warszawa. Mariia hevur koyrikort, men eg koyrdi allan vegin til flóttafólkaleguna í Korczowa. Tann størsta upplivingin við allari ferðini var fyri meg at bakka aftur í tíð, eini fjøruti ár, sigur Ken.
- Í Póllandi kendist tað fátæksligt. Gamlir bygningar og hús, sum stóðu tóm. Rustaði bilvrak. Ung fólk, sum savnaðust við eina bensinstøð og gløddu eftir okkum. Gestur helt, at onkur mátti vera í bilinum, at halda vakt. Ein onnur uppliving var hetta við fjølmiðlunum. John og Gestur vissaðu okkum um, at óansæð hvussu møtimikil túrurin gjørdist, so fóru teir at fylgja okkum allan vegin. Tað føldist surrealistiskt at kamera var klárt alla tíðina, og at John altíð var til reiðar við spurningum. Eg royndi at vera tann róligi og stuðlandi maðurin. Samstundis vildi eg offra meg 100 % fyri at málið, sum var at heinta verforeldrini, skuldi røkkast. Men tað sum undraði meg var, at mær dámdi henda leiklutin. At vísa Mariiu, at eg altíð var hennara sterki maður. Og at eg aldrin vildi støðga á, fyrr enn verforeldrini sótu í bilinum. Trygg og við hita í setrunum.
Eg spyrji tey bæði um krígstilfarið, sum er á temasíðuni á Snar. Skulu vit verja børn fyri kríggi og krígsreportasjum?
- Ja, hetta er eitt heitt evni í Føroyum, eins og teir talgildu miðlarnir. Vit flyta okkum inn í eina globalisering, sum fyllir børnini við enska málinum. Eldra ættarliðið stúrur fyri at føroyskt stendur fyri falli. Angelsaksismur í hópatali. Dóttir okkara, sum er fýra ára gomul, dugdi at siga yellow áðrenn hon dugdi at siga gult. Eldra dótturin, sum nú er 11, nýtti orð, sum vóru ein hybrid millum enskt og føroyskt. Hatta er loveligt. Lovely blanda saman við deiligt.
Okkara royndir eru, at tað nýttar ikki at goyma alla informasjón fyri børnum. Lat okkum sum foreldur og námsfrøðingar arbeiða forút og heldur arbeiða fyri at miðla og grundgeva rætt og pedagogiskt. Lat okkum svara erligt, men uppá ein skynsaman hátt. Tað vil í longdini vera gagnligt fyri børnini. Tey kunnu gerast betri før fyri at viðgera og seta orð á alt tað, sum hendir í Ukraina.
Vit kunnu nýta orð sum bumbur, missilir, bazooka, tanks, soldatar, atomvápn. Tey kenna hesi orðini. Ikki minst ígjøgnum telduspøl. AK47. Hvat verður tað nýtt til. Vit kunnu greiða frá, at tað finnast ónd menniskju, sum vilja hava størri og størri vald. Í hinum endanum kunnu vit siga, at vit øll eru trygg her heima í Føroyum. Og at tey ikki nýtast at stúra. Og at mamma og babba skulu verja tykkum. Ansa eftir tykkum.
Tað er eitt kensluborið evni, men tað er her. Beint nú. Vanlig fólk, sivil fólk lata lív, og harðar myndir verða vístar allastaðni. Á Facebook og í Kringvarpinum. Tað er aktuelt og tað nýttar eftir okkara tykki ikki at sópa støvið inn undir teppið, hesum viðvíkjandi.
Óvissan um, nær kríggið fer at enda, fortelur okkum, at óvæntaðar støður kunnu uppstanda. Og vit kunnu ikki vita, um kríggið endar um eina viku ella um eitt ár. Lat okkum taka ímóti trupulleikanum og viðgera hann nú, áðrenn tað gerst ein enn størri trupulleiki, siga Mariia og Ken úr stovuni í Rituvík.
Á dagstovninum Brúsi í Leirvík, har Mariia hevur arbeitt í seks ár, seta børnini henna spurningar um kríggið, tí tey høvdu sæð hana í sjónvarpinum. Hví fóru tit eftir foreldrunum, spyrja børnini.
- Vit máttu fara eftir teimum, tí tey vóru í vanda, av bumbunum, sum hvørja løtu kundu lenda, har tey búgva, svaraði Maria. Okkurt barn segði, at húsini hjá foreldrum mínum í Ukraina longu vóru bumbað. Tað fortelur okkum so mikið, at børn heilt niður í trý til fýra ára aldur hava eina tilvitan um alt tað, sum fer fram, sigur Mariia, meðan vit í miðlunum hoyra um russiska sláturin av sivilum borgarum í gøtunum í Butsja.
Hvørjar vónir hava verforeldrini um gongdina í krígnum?
- Verforeldrini meta, at kríggið fer at vara í minst ein mánaða afturat. Tey vóna, at Ukraina fer at vinna kríggið. Ella rættari sagt, so vóna tey, at Ukraina í síðsta enda ikki fer at vera yvirtikið, siga Ken og Mariia vegna vertsforeldrini, og leggja afturat, at reint hypotetiskt eru tey tilvitaði um, at Ukraina kann vera hertikið.
- Men tað megna tey ikki at hugsa um. So vónin má yvirvinna óttan. Og tey taka veruliga ein dag í senn.
Ein sera provokerandi útsøgn frá Putin hevur øst verforeldrini upp. Putin hevur á CNN almannakunngjørt at 9. mai verður Victory Day. So skal Russland hátíðarhalda sigurin yvir Ukraina. Hetta brennir seg inn á sálina, og gevur andstygd fyri øllum, sum Putin stendur fyri. Dagurin 9. mai er ukrainski minnisdagurin fyri at nazistarnir taptu kríggið. Hóast dagurin er gomul minnishátið, eisini í Sovjettsamveldinum, var dagurin fyrstu ferð hildin á ukrainskum støði í 2015.
- Tað ber í sær eitt tekin um stórheitsvanvid og yvirleginheit. Og so verður ein massiv propaganda førd í Russlandi. Tað vekir øsing, og gevur verforeldrunum eina kenslu av, at tey eru førd handan ljósið. Aftaná at síggja hvønn tann einasta dag at sivilir bygningar og borgarar verða bumbað í Ukraina. Lík liggjandi á alfaravegi. Bløðandi barnakonur. Tá hópast upp heitar og frusterandi kenslur. Putinisma er tað nýgjasta orðið. Frammanundan hava vit hoyrt um Leninismu og Stalinismu. Putinisman ber í sær einans tað neiliga. Amoralitetur, propaganda, óndskapur og ómenniskjansligheit. Vónin er til staðar. Men tíverri er óttin eisini til staðar. So tað má kempast hvønn dag fyri at trúgva uppá, at Zelenskiyj fer at halda stand og ikki lata Ukraina verða yvirtikið. Slava Ukraini sigur verpápi næstan hvønn dag. Tað merkir Glory to Ukraine, sigur Mariia.
Sigfríður Sólsker, sum er útgávuleiðari í Námi, sigur, at tey hava gjørt avtalu við ukrainska forlagið Ranok, um at leggja talgilt undirvísingartilfar á ukrainskum á føroyska undirvísingarportalin Snar, so tey børn, ið koma her sum flóttafólk úr Ukraina, kunnu fáa undirvísing á egnum máli. Avtalan er komin í lag ígjøgnum European Educational Publishers Group, sum Nám og Ranok eru limir í, sigur Sigfríður.
Í tíðindaskrivi til miðlarnar sigur Nám, at talan er um tær mest týðandi skúlabøkurnar til næmingar í fólkaskúlanum, so at ukrainskir næmingar kunnu halda fram við undirvísing, tá ið tey eru komin til Føroya.
Bøkurnar fylgja ukrainsku námsætlanunum, og øll neyðug loyvi eru fingin at leggja bøkurnar á netið.
PDF-skjølini og netbøkurnar, sum blaðast kann í, eru ókeypis at taka niður og at brúka.
Opni undirvísingarportalurin Snar, sum verður umsitin av Námi og fíggjaður av Mentamálaráðnum og Kommunufelagnum, hevur sum nevnt eitt aktuelt undirvísingartema um kríggið í Ukraina, sum øll kunnu fylgja við í.
Ukraina hevur bankað á dyrnar, og eins og Bretland undir krígnum, sum tey eystanfyri rópa stóra fedralandskríggið, ført føroyska fólkið inn í altjóða samfelagið.
Putin einsamallur eigur heiðurin fyri, at vit, fólkið í Føroyum, nú aftur gera eitt kvantulop í fatanini av okkum sjálvum í altjóða samfelagnum, har eitt jarntjald aftur er farið at hanga sum ein tung drapering millum infantilt barbarí hinumegin, sum pávin sigur, og friðhalgaða sivilisatión hesumegin. Takk til despotin fyri at savna okkum røttu megin, millum menniskju mitt í Evropa.
Hann fær meg at minnst hvítarussiska filmin um stóra fedralandskríggið, Idi I Smotri, Kom og hygg, sum Filmsfelagið vísti í Sjónleikarahúsinum mitt í áttatiárunum. Kríggj er ikki fyri menniskju, sum drongurin, ið grípur til byrsu og ger seg til høvuðsleikara, lærir og sannar.
Teir russar, sum krígsgalni Putin hevur sett í limbo úti í heimi, hava alla okkara miskun fyri neyðini. Kanska verður tað sum fyrr, tá fólkið bar teimum jólapakkar, neyðars russarar á okkara leiðum. Fólkið er gott meðan stýrini eru ónd.
Tað er kvøld í Evropa, og svenska sjónvarpið hevur, eins og tað føroyska, savnað stjørnur at syngja fyri flóttum í Ukraina. Meir enn 63 milliónir koma inn, sigur Skavlan, sum er vertur. 73 ára gamli Tommy Körberg hevur sungið Stad i Ljus sum aldri áður, og nú syngur Eva Dahlgren slagaran frá Fria Världen LP’ini í 1989, Tårar Över Jord, skrúvar tempo niður og repeterar orðini, ið draga á bæði: Människan är god, Människan är ond.
Norska sjónvarpið sigur, at ein tilkomin maður í Tromsø heldur seg einki skeivt hava gjørt, tá hann neyðtók ein 17 ára gamlan flótta úr Ukraina. Í sama andadrátti sigur sami miðil, at russisku oligarkarnir nú fáa sær ísraelskan borgaraskap. Hagar røkka heimsins revsitiltøk ikki. Tað er gott í ringum tíðum, halda teir. Kríggj er ein endaleys ringrás og fjandin sætar sínum.
Í dag skrivar bispur til tjóðina, at Helvitið er nútíð hjá fólkinum í Ukraina og allastaðni, har kríggj og heimsótt valda ella eitt menniskja er offur fyri harðskapi. Úti í heimi kasta mótmælisfólk blóð á dyrnar hjá russiskum sendistovum, akkurát sum kvekarar, ið vóru móti kríggi, gjørdu fyrr.
Fólksins tænari er heitið á ukrainsku sjónvarpsrøðini frá 2015 til 2019, har Volodymyr Zelenskij er lærari og av tilvild verður forseti. Ein fyrijáttan av teim veruleikum, sum seinni hendu hesum meistarliga formidlara. Av hesum ávum halgar danska filmstíðarritið, Ekko, honum mest sum alla útgávuna. Zelenskij er vorðin hetja, har eg komi og fari.
Hóast baksýnið er dapurt, eru Evropa og integratión komin á breddan.
Í okkara Evropa í okkara tíð, nú Ukraina bankar á dyrnar, og øll venda Putin bakið.