Skip to main content

Soleiðis sær ein fallos út


Ein av teimum, sum í Útvarpinum mótmælti útbyggingini hjá Varðanum Pelagið mitt í søguliga býnum á Tvøroyri, var næsti grannin, Tróndur Enni, sum kallaði ætlanina ein risa fallos, sum mitt fyri kirkjuna stakk 60 metur upp í luftina. Nú er hann lagdur fram og luftaður fyri almenninginum.

Ein tvøramaður helt fyri, at varð skorsteinsfallosurin av øllum illum málaður í TB-liti, so hevði í hvussu er nakað verið at fyrigivið.

Her eru myndir frá almennu framløguni, sum Niels Petur Niclasen var til í Salt og sendi mær í kvøld.