Skip to main content

Fer Kroatia at vinna við einum subversivum friðarsangi?

Besti sangur í Eurovision sjovinum í ár er úr Kroatia. Orsøkin til at eg haldi tað, er fyrst vavið og útbreiðslan, sum hetta sjov hevur fingið í blinkstrandi heiminum og síðan, hvussu væl provokatørar duga at finna afturundirgerð og íðukálvar, og síðan leggja seg væl fyri í kjalarvørrinum á mainstream og sleppa upp á borgarliga familjupallin, at sníkja subversivan boðaskap út til allan heimin í prime time. Hetta er kjarnin í Grand Prix, sum vit fyrr søgdu, og Eurovision Song Contest, sum tað nú kallast, og Føroyar vilja eiga ein lut í. 

Kroatiski bólkurin eitir Let 3 og hevur seinastu fjórðingsøldina givið út tíggju plátur, í summum førum so ónærisligar, at teir av forstáiligum orsøkum hava verið sensureraðir. Teir hava roynt listaliga tónleikaformin punk heilt í mark. Júst tí haldi eg, at teir í ár eru so áhugaverdir við einum agitatoriskum eysturevropeiskum friðarsangi, har teir enda við at ríða á reyðum bumbum og ganga í berum undirbuksum. Samstundis eru teir so tilvitaðir um sjangruna, at teir kundu verið kliptir úr einum av mest leitandi leðurfilmunum hjá týska Fassbinder, kanska hinum seinasta og mest ágangandi, Querelle frá 1982, og alment nemandi við teknirøðina Tom of Finland.

Men hondina á hjartað, haldi eg ikki at Let 3 fara at vinna. Men bara tann veruleiki, at teir sleppa upp á henda pall er hugtakandi stuttligt. Eitt statement, sum ger til skammar øll tey, ið halda hesa sangkapping vera fortíð og bara dvalist undir fortiðarhúðini tá Nicole, hon, ið var uttan skuld, sang Ein bißchen Frieden.

Svenska Loreen, sum vann í 2012 við stórstrembandi larmisanginum Euphoria, hevur mentanarligar røtur í Marokko, og eitir í veruleikanum Lorine Zineb Nora Talhaoui. Í ár er hon frammi við sanginum Tatoo. Visuelt tykist hon leita ræðandi vulgert eftir einum kynsligum samleika, har ásannaða støðið er konformt, fýrkantað og innilæst, sum í Danny Boyle filminum 127 Hours (2010), tá fjallaklintrarin hevur rent seg fastan millum skorarnar, og má ofra armin, at blíva leysur.

Tá sæð verður burtur frá hesum visuella leyslæti - har svenska Loreen hevur góðan, kanska allarbesta møguleikan at vinna - eru penari sangir til javnt og flatligt útvarpsbrúk, sum hin belgiski Gustaph, ið dyrkar house style soul frá nítiárunum við Because of you, og asarbdjansku TuralTuranX, sum við sanginum Tell me more, eru sum kliptir úr seinnapartinum av besta poppi í sekstiárunum, serlig við bass gittar melodi linjunum, sum leggja seg upp at Reflections on my life hjá Marmelade og Something hjá Beatles.

Hóst okkara frálíki Reiley ikki kom víðari í kappingini, er Eurovision Song Contest ein eksplosión av úttrykkum, sum – by the way – hava sett tónleik á pallin. Sjovið og innflættaði politiski boðskapurin er minst líka áhugaverdur, viss ikki nógv meir.

Góða skemtun í kvøld!