Dagstovnurin á Argjum, har abbasonurin Olaf gongur, varð tikin í nýtslu tann 17. oktober í 1988. Tí var 35 ára hald við køkum og kaffi til tey vaksnu og saft og køkukonur og -menn í dag. Í 2011 gjørdist stovnurin, sum av fyrstan tíð var sjálvsognarstovnur, kommunalur.
Á stovninum eru tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Umleið 80 børn rúmast á stovninum tilsamans. Vøggustovurnar eita Smæran og Summardáin. Barnagarðsstovurnar eita Sóljan, Blákollan, Børkuvísan og Akkuleyan, har Olaf hevur gingið innan hann fór í skúlabólk í august.
Her er hansara søga, tá tey øll hava sagt eina søgu. Eg hefti meg við Titanic, sum hugtekur hann og altíð hevur hugtikið tey, eg kenni.
Umleið 19 fólk starvast á stovninum, umframt reingerðarfólk, húsavørður og avloysarar. Flestu teirra starvast niðursetta tíð, sigur heimasíðan hjá kommununi. Á stovninum eru í løtuni seks námsfrøðingar.
Til stovnin hoyra tveir garðar. Ovari garðurin er rundan um stovnin. Har er pláss fyri mánabilum, súkklum og líknandi. Eisini er stórt øki við sandi, har borg, skreiðibreyt, hús, reiggjur, spannir, spakar og aðrar útileikur eru at spæla við. Í niðara garði er ein partur náttúruøki við hagalendi, grasi, runnum og gøtum. Hin parturin av garðinum er parkeringspláss, sum er væl egnað til ymiskt slag av virksemi, sum krevur nógv pláss. Portur er millum báðar garðarnar, og eitt stórt portur er á parkeringsplássinum, sum kann latast upp, tá tørvur er á fleiri parkeringsplássum.