Flógvakríggið var tað fyrsta kríggið eg sá í beinleiðis sjónvarpi. Tað var í 1991 á CNN, sum varpaði tíðindini út í hvørja stovu, sum var tað eitt nýtt telduspæl, har gaman í onkur reportari, sum Bernhard Shaw, kommenteraði hendingar, so rúgvusmikla tilfarið inn í millum kundi leggjast á hillina við frámerkinum ”nýggjheitsvirði”. Samstundis fingu vit eisini at vita heilt niður í smálutir, hvørjir poppsangir ikki vóru loyvdir at spæla í frælsum miðlum sum til dømis BBC meðan kríggið stóð uppá.
Hóast vit ikki fingu sjónvarp fyrr enn í 1984, høvdu sjónvarpsfeløg leingi sent danskar bandupptøkur til tey húski, sum í Havn og kring landið høvdu sjónvarp, helst tí at tey høvdu búð í útlondum. Í Føroyum hevði sjónvarp ikki verið handilsvøra, tí har var einki at síggja, uttan so at tú hevði videobandupptakara. Tá kundi tú leiga vhs filmar, sum "To brødre" og "Zarens kurér" frá Mikkjali á Húsabrúgv.
Amerikanskir granskarar eru, ið vilja vera við, at tað var litsjónvarpið, sum í heimastovuni hevði ta ávirkan, at Vjetnamkríggið steðgaði. - Hetta kunnu vit ikki liva við, skulu amerikanskir politikarar hava sagt. Tað var í 1972 at nýggju litsjónvørpini yvirhálaðu tey gomlu svørthvítu á amerikanska marknaðinum. Trý ár seinni tóku amerikanarar seg úr Vjetnam.
Sjónvarpsrásir sendu í hvørja stovu tá Diana Prinsessa doyði í ferðsluvanlukku í París hin 31. august í 1997. Hin ellinta septembur í 2001 sendu sjónvarpsrásir aftur í hvørja stovu, tá yvirgangsfólk flugu inn í Twin Towers í New York. Hendingin var so skakandi, at eftir hetta tosaðu øll um nine eleven, ikki sum vørumerki og brand, men sum søgulig hending.
ChatGPT sigur uppá fyrispurning:
Í februar 2022 fortaldu miðlarnir í Vesturheiminum okkum, at Russland leyp á Ukraina við vápnaðari megi. Púra óprovokerað. Minnist ikki, at nakað serligt frættist um kríggið, tá Russland longu í 2014 legði ukrainsku hálvoynna Krim undir seg. Skuldi nakar ivast, so stendur verjukríggið í Ukaraina móti álopsmaktini Russlandi við.
Men nú er tað Gaza-geirin og Ísrael, sum alment eru farin í kríggj, eftir at yvirgangsfelasgsskapurin Hamas tók seg inn í Ísrael leygardagin hin 7. oktobur, og fekk egnar radikaliseraðar unglingar at drepa frá hond fleiri enn 260 fólk, sum vóru á tónleikafestivalinum Supernova.
Flux, so skifta redaktiónirnar á øllum heimsins miðlum innihald, og senda nú frá markinum millum Ísrael og Gaza. Vit slúka tað, vit fáa. Rátt og mest sum óviðgjørt, nakrar føroyskar minuttir fýra ferðir um vikuna.
Ræðuligi russiski ágangurin í Ukraina er sleptur, og helst fyri skomm skyld hoyra vit eitt sindur um jarðskjálvtan í Afganistan eisini.
Tað er altso ikki gott nokk.
Mín varisligi tanki um, at miðlarnir altíð eru eins sekir í kríggi og yvirgangi og vápnaverksmiðjurnar, fer aftur at gera um seg. Eftir útflutningi eru fremstu vápnaframleiðandi lond USA, Russland, Frakland, Kina og Týskland. Dagsins spurningurin er, um heimsins vápnaseljarar høvdu selt eins nógv, um eingin visti, at kríggj var til.
Tá hevði verið sum í donsku veggjaskriftini: ”Tænk om der blev krig og ingen mødte”.
Nógvir eru mátarnir at dubba seg, uttan at fara í denial. Ein er at leita til ein heilt gamlan svarthvítan film frá 1976, sum enn er tøkur hjá øllum at síggja inni á bókasavninum á tænastuni Filmstriben. Heitið á filminum er "Et undertrykt folk har altid ret". Ein vakur setningur, sum lýsir ein ræðuliga støðu. Eitt kúgað fólk hevur altíð rætt.