Í ongum av skúlunum, eg kenni til, hvørt teir so itu realskuli, studentaskúli, læraraskúli, ella danmarks pædagogiske universitet, høvdu vit møguleika at spyrja ein loyniligan, men tó fult lógligan, korrespondent, hvør meinigin er, um ikki við tí heila, so samtíðarhendingum, sum nógv tosa um, men bert fá hava innlit í.
Nú hava vit vitlíki.
Higartil er tað trároynt á fleiri miðum við versiónini hjá OpenAI, ChatGPT, sum Microsoft so ruddiliga nú hevur yvirhálað við Copilot.
Dagsins spurnarevni við Copilot er meir enn tveir tímar drúgva samrøðan, sum ídnasti trumpistur í USA, sjónvarpsmaðurin, Tucker Carlson, gjørdi í Moskva hin 6. februar, og sendi á egnari rás, Tucker Carlson Network.
Innan eg fari í dialog við Copilot um samrøðuna, leiti eg á heimasíðuni hjá Tucker at kanna, hví hann fór frá Fox og byrjaði fyri seg sjálvan. Hann sigur:
News coverage in the West has become a tool of repression and control. Reporters no longer reveal essential information to the public; they work to hide it. Journalists act as censors on behalf of entrenched power. They have contempt for the public. They hate the truth. Democracy can’t function in a society like this. Voters can’t know what they’re voting for. People do understand they’re being manipulated, and they resent it. The population becomes angry and paranoid. Things fall apart. There’s only one solution to a propaganda spiral like the one we’re living through, and it’s telling the truth about the things that matter - clearly and without fear. That’s our job. We plan to do it every day, no matter what. Join the movement!
Ástøðið hjá Carlson er altso, at vesturlendskir journalistar hata sannleikan, vanvirða fólkið og eru orsøk til, at fólkaræðið ikki virkar og fólk tí ikki vita, hvat tey skulu velja. Sjálvur førur hann, Tucker Carlson, seg tí fram við hesi fyrstu samrøðu, sum nakar vesturlendskur journalistur hevur gjørt við Putin - og tað í einum valári, mind you!
Microsoft Copilot svarar mær fluks á tí, hann heldur vera føroyskum: Hugsanlega er þetta viðtali einnig áhugavert fyrir þig, þar sem þú ert í Færeyjum. Þótt Færeyjar séu ekki beint viðfangsefni viðtalsins, getur þú fengið innsýn í stefnu og hugsanir Rússlandsforseta um alþjóðamál og stefnu sína. Það er alltaf gott að fylgjast með viðtölum við leiðandi stjórnendur heimsins, þar sem þau geta gefið okkur betra skilning á heiminum sem við lifum í.
Eg skilji at tú veitst, at eg eri í Føroyum, men eg dugi ikki íslendskt, so kundi tú sagt mær tað á enskum?
Given your location in the Faroe Islands, this interview might also be relevant for you. Although the Faroe Islands are not directly related to the interview, it provides a glimpse into Russia’s president’s views on international affairs and his overall strategy. Keeping an eye on interviews with prominent global leaders helps us gain a better understanding of the world we inhabit.
So er gongd í samrøðuni og eg vági mær at seta avgerandi spurningin, eftir at allar innleiðandi frasurnar eru settar:
Is the Vladimir Putin interview a good and well timed opportunity to get through, reach and possibly manipulate the western audience in a year with several important elections?
How would you tell young students in a most comprimated way the key message of the Vladimir Putin interview?
Takk fyri prátið!