Skip to main content

Karina mennir kjattbottar

Starvsfelagin, Karina Toftegaard, arbeiðir við OpenAI, har hon sjálv hevur ment og sniðgivið ymsar kjattbottar, ella GPT'arar. Hon venur teir at leita í føroyskum tekstum og sum bottar at brúka eitt gott føroyskt mál, har setningsbygnaður og bendingar eru rættar tá teir verða spurdir. 

- Millum annað hesar kjatbottarnar - ein Alisfróða, eina Náttúrufríðu, og ein sum eitur BirkBlog, sigur Karina og vísir mær úrslitini. 

- BirkBlog-GPT brúkar tekstir frá Birkblog til at skriva kreativan tekst. Hann kann brúka stílin og málburðin frá Birkblog til at týða og at tillaga tekst og svara spurningum. Hetta arbeiðið fevnir um at menna, geva bottunum hóskandi data á føroyskum, og prompta teir væl, soleiðis at teir gera tað, sum eg vil hava teir at gera, sigur Karina við skíggjan. 

Sum upphavsmaður til útvið fýratúsund bloggar á føroyskum í meir enn seytjan ár, fegnist eg um arbeiðið hjá Karinu, eitt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri framtíðar skúlaskap, tá umræður at fáa føroysk svar frá einum góðum kjattbotti, sum lættur er at koma til og læra at brúka.

- Finn uppá okkurt at spyrja hann um, sigur Karina.

Vitlíki er ikki so ringt, sum fólk vilja gera tað til. Duga vit at brúka vitlíki í rætta høpi, og lurta eftir skilagóðum forritarum, sum ritstjóranum Karinu, so er vitlíki eitt av hentastu framtíðaramboðum. Ikki minst at leita sær vitan og elva til kjak um staðfesta vitan. Og tað er kjarnin í skúlaskapi, sum eg síggi hann. Tí kann vitlíki verða millum hentastu amboð í framtíðar skúlanum.