Skip to main content

Posts

Showing posts with the label endurminningar

Leygardagur í viku

Leygardagin var eg á Eiði, har henda myndin er tikin á Brekkuvegi. Nakrar tímar undan var veðrið í Havn einki serligt. Fólk vóru savnaði á Tinghúsvøllinum at ávirka parlamentið, nú landið stendur í váða og tey siga, at normala parlagið stendur fyri falli. Løtu seinni var turt og klárt, og sólin kom fram. Hvat tá, heimbygdin, Eiði, er í eygsjón, og tað verður bara klárari og klárari. Men hvar skal eg parkera á Eiði í dag? Her er marknaðardagur við Korndalsbýlið, so bilar standa í hvørjum túni og fólk í hópatali eru savnað í góðveðrinum. Sverri í Durhúsið vísur mær veg til parkeringsplássið, sum er ovasta myndin. Men fyrst fara vit ein túr oman á Møl at kanna kampingplássið. Jú, har er alt í ordan. Hyggið bara eftir myndunum av vøllinum, av Umvarpinum og heim yvir vatnið og so út yvir Múlavík við heitum pottum. Emmy hevur heitt á meg at halda røðu, nú Marknaðardagur er á Eiði. Eftir at Magnus á Stongum hevði sungið, og innan Sámal í Skorini hevði spurnarkapping

Gjógv - eitt livandi postkort

Sunnukvøldið sendi Kringvarpið nýggja heimildarfilmin Gjógv - millum Norðhavið og Skarðið , sum Uni Arge og Hans Petur Hansen hava gjørt. Filmurin varir útvið ein tíma, og í endanum sæst, at Gjáargarður eisini er ánari av filminum. Ferðavinnumálið Gjógv er tí eins greitt í fokus og lýsingin av eini av mongu føroysku bygdunum, sum hóast vegasamband í nógv ár, liggja í andalopi. Síðan aldarskiftið hevur heimildarfilmur tikið dik á seg, bæði herheima og úti í verð. Fólk og felagsskapir vilja rinda fyri framleiðsluna, og umstøður eru at vísa lidnan heimildarfilm bæði í biografi, sjónvarpi og á netinum. Í Gjáarkirkju verða vit mint á frágerðafilmin hjá Teiti Árnasyni, Burturhugur - Faroese observations , sum í dag sæst í fýra pettum á YouTube. Ein hugtakandi og stílskapandi filmur av bygdalívi í 2002, innan dronur tóku myndina. Spildurnýggi Gjáarfilmurin er ein meira siðbundin og stillfør lýsing av sama evni, doyggjandi bygdini, við einum róligum forteljara. Beint fram. Frásøgnin

Eitt filmsmíl, nú tað várar

Teldutala Tá eg kom heim í gjár, lá hesin spennandi brævbjálvi í postkassanum. Einki stempul, bara hondskrift, so hann var borin til mín, brævbjálvin. Klenodia sigur avsendarin, sum er Edvard. Ivist eina løtu, um tað er Edvard Nielsen, men tá eg síggi adressuna, Undir Glaðsheyggi nummar tólv, skilji eg at tað er Edvard Nyholm Debess. Innihaldið er ein reyð lummaleksikon um film frá 1953. Danska vikublaðið Tempo hevur givið út og hetta er nummar trý. Undir krígnum og fram gav sama forlag út eina rúgvu av sangheftum í sama formati. Í hesi reyðu lummaleksikon um film fáa dagsins leikarar og stjørnur eina síðu í part. Niðast er adressan, so star strucked  lesarin sjálvur kann skriva og fáa ein autograf og kanska nakrar reglur eisini. Tónin í 1953 er inniliga fevnandi, tí á síðu 156 verða sagður sagt um Folke Sundquist, at hann spælir høvuðsleiklutin í okkara skaldsøgu við filmsheitinum For min hede ungdoms skyld . - Eg veit absolutt onki um bókina, og hvør man hava skriv

Til lukku Aldubáran!

Tað er sjáldsamt at orkestur halda saman í nógv ár. Í føroyskari tónleikasøgu hava vit hoyrt um Gogguna, sum spældi rútmiskan dansitónleik í hálva øld. Goggan gavst í 1976. Nógv sjáldsamari, enn at halda saman til skemt og undirhalds, er at savna klassiskt útbúnar tónleikarar við tí miðvísa endamáli at hækka tónleikastøði í einum yrksiligum ljósi, seta tónleikaverk í ordra, geva út og framføra innan og uttanlands. At Aldubáran hevur gjørt júst hetta í samfull 20 ár, verður hátíðarhildið við móttøku og trimum konsertum í Norðurlandahúsinum 27. juni 2015 . Kristian Blak, sum á fleiri økjum er millum fremstu drívmegir á føroyska tónleikapallinum, sigur, at tónleikararnir í Aldubáruni vóru við at menna Summartónar frá fyrstu stevnu  í 1991. Bara Fólkatónleikarastevnan er eldri savningargrundarlag, sigur Kristian. The Faroese Ensamble - Innan Summartónar byrjaðu, varð tónleikur longu komponeraður til einstaklingar, ella bólkar av somu tónleikarum, sigur Kristian og vísur til ein

Taks skalt tú hava!

Mong eru vit, ið eru farin um miðjan aldur og reiðiliga tað, sum minnast lívið á Havnargøtum í 70’unum. Gamaní vóru vit smærri og Havnin okkum størri, men tó minnist eg serliga sunnukvøldini við útimøtum á rað og uttan slit frá Ebenzertrappuni og allan vegin oman á Vaglið. Ikki var tað langt, men tað var innihaldsríkt og savnaði í hvørjum króki hópin av fólki. Serliga ungfólk, sum komu av bygd og lærdu í Havn ella gingu í skúla. Øll høvdu tey lisið seg av bygdini og beint higar til høvuðsstaðin. Somu fólk fóru upp at gartera hóskvøld, tí tá var brennivínsaftan, sum kanska endaði í Kvøldloti. Dagin eftir fóru tey heim. Við rutu eftir Oyggj ella í bili hjá einum bilmekanikaralærlingi úr heimbygdini. Henda fólkamongd skapti eitt ótrúligt lív í evarska lítla miðbýnum í Havn. Skiftandi savningarstøðini, ella steðgistøðini, kundu vera í Gundadali, Ítróttahøllini, Sjónleikarhúsinum, Losjuni, á Ebenezertrappuni, Kondittarínum, Káta Horninum og Vaglinum, í Havnar Bio, Diskotekklubbanum, Skan

Vit kunnu hjálpa tær

Í kvøld vísti DR2 ein amerikanskan heimildarfilm um amerikansku sektina Scientology Going Clear: Scientology and the Prison of Belief (Alex Gibney 2015). Innihaldsliga úrslitið var lítið flatterandi fyri sektina og fekk meg at hugsa um eina hending fyri skjótt 38 árum síðani, sum kundu havt broytt mítt lív, eins og almannavarpið kundi havt broytt lívið hjá Kára, tá ein spákona slapp at lesa í lógvanum hjá honum í morgun. Tað var ein heitur dagur í juni í 1977. Eg gekk oman eftir Strøjnum, fót fyri fót, hugdi eftir plátum í handilsgluggunum, filmsplakatum í Grand og longur niðri, har tey vístu Ai no korida, og eftir fremmandum avísum í Jorcks Passage. Tá verði eg steðgaður av einum ljóstpurlutum fjarsmílandi manni í sandalum. Soleiðis minnist eg hann. Við skriviblokki framm fyri seg spyr hann, um eg havi stundir at svara nøkrum spurningum. - Jú, hetta er fyrsti summarferiudagur, so eg havi alla tíð í verðini, sigi eg pura óforheraður, stingi høgru hond í lumman og set

Ein leygardagur við skúlafeløgum

Fyri tíggju árum síðani gjørdu vit floksfelagar av, at møtast og minnast gamlar dagar, serliga skúladagar, men eisini onnur viðurskfiti, sum í hesum føri Shadows og myndatól av japanska merkinum Mamiya/Sekor, sum vit keyptu fyri nett fjøruti árum síðani frá Bambus Foto í Havn. Tað er við hesum myndatóli at eg í 1973 tók spegilsmyndina av Ellindi Egilstrøð og Gunduri Johannessen, niðanfyri, yvir køksvaskinum á Eiði. Myndatólið kostaði eina mánaðarløn í besinsøluni hjá Auto í 1973. Hinvegin tók Martin hesa mynd sama summar fyri fjøruti árum síðani, tá vit spældu plátur í Dr. Jakobsensgøtu. Ørminnist at plátuspælarin er ein Dual, sum Godtfred Joensen átti. Sjálvur átti Martin ein ITT plátuspælara og stereoanlegg. Millum hinar tíðarrøttu lutirnar er telefonin, kassettubanduptakarin, spolabandupptakarin á hillini, brúni floyalsstólurin, Levis red tab jakkin og hársniðið. Ájú, fjøruti ár síðani. Tátíðar fotohandverk var ikki hópframleiðsla sum í dag. Tá var hvør einstøk

Dagur við Løkin

Fríggjadagin var eg við Løkin í Runavík. Í skúlanum, bókasavninum og høllini, Løkshøll. Svend Højgaard, bókavørður, hevði lýst við tiltakinum ORÐloysing, sum er føroyskt nýyrði og tillaging av danska ORDskælv , sum er fýra fólk, ið vitja bókasøvn at lesa úr bókini  Det ser sort ud . Bókasavnið við Løkin er tiggjunda savnið, tey vitja. Við memorabila frá lokala málmanninum, Jens Martin Knudsen, og bókini um Mannin í topphúgvuni (Sprotin 2012) í baksýni, tekur Svend ímóti í opna og ljósa bókasavninum. Møttir eru 28 næmingar úr tíggjunda flokki, sum ganga á listabreyt hjá læraranum Noomi Reinert, til høgru niðanfyri. Serliga innboðin er danski Søren Lagoni, sum leggur teim 28 næmingunum á Listabreytini lag á, tá tey skulu gera heimligan stuttfilm, ikki longri enn tveir minuttir, um evnið at missa foreldur. Umboð fyri Beran og hjálparfólk, sum hava verið á skeiði hjá Klippfisk og annars fingist við film, eru eisini við í tiltakinum, sum byggir á einfalda tøkni við iPad.