Fyri tíggju árum síðani gjørdu vit floksfelagar av, at møtast og minnast gamlar dagar, serliga skúladagar, men eisini onnur viðurskfiti, sum í hesum føri Shadows og myndatól av japanska merkinum Mamiya/Sekor, sum vit keyptu fyri nett fjøruti árum síðani frá Bambus Foto í Havn.
Tað er við hesum myndatóli at eg í 1973 tók spegilsmyndina av Ellindi Egilstrøð og Gunduri Johannessen, niðanfyri, yvir køksvaskinum á Eiði. Myndatólið kostaði eina mánaðarløn í besinsøluni hjá Auto í 1973.
Hinvegin tók Martin hesa mynd sama summar fyri fjøruti árum síðani, tá vit spældu plátur í Dr. Jakobsensgøtu. Ørminnist at plátuspælarin er ein Dual, sum Godtfred Joensen átti. Sjálvur átti Martin ein ITT plátuspælara og stereoanlegg. Millum hinar tíðarrøttu lutirnar er telefonin, kassettubanduptakarin, spolabandupptakarin á hillini, brúni floyalsstólurin, Levis red tab jakkin og hársniðið. Ájú, fjøruti ár síðani.
Tátíðar fotohandverk var ikki hópframleiðsla sum í dag. Tá var hvør einstøk dygdarlinsa merkt við einum nummari, ið segði alt um framleiðsluna.
Martin hevði eisini eitt týskt Bauer filmstól, sum enn er til, og hevur varðveitt nógvar góðar løtur á livandi smalfilmi.
Men sum árini ganga, tykist alt meir at savna seg kring borðið og tað, sum har kann njótast. Fyrstur á drúgvu skránni er turrur fiskur og spik afturvið kinareyðum Moscato.
Eftir eina heimliga Sluppøl leggja vit til brots oman Kinabrekkuna í ein beinan eystan.
Í skúlagarðinum við Venjingarskúlan nýttu vit høvið at festa í eina ólógliga sigarett og fáa okkum ein bannaðan guv undir vegginum. Men nei, um eg skilji tey, sum roykja. Tað smakkar og luktar enn líka illa sum fyri fjøruti árum síðani. Jóhan Petur tók løtumyndina í Samsung fartelefonini.
So fóru vit niðan á Háls at bowla í Bowlinghøllini. Tað hevur verið afturvendandi táttur, serliga síðani vit í felag sóu filmin The Big Lebowski. Martin vann kappingina og eg náddi so dánt aftasta pláss í bowling á Hálsi henda dag. Størstu skógvarnir á hillunum eru nummar 50 og teir smæstu eru nummar 10. Ikki tí, vit hildu okkum í fjørutinum.
Eftir bowlingkappingina vitjaðu vit Effo bygningin, har Martin starvast til dagligt. Í dagsljósi hevur bygningurin, sum Árni Winther teknaði, frálíkt útsýni oman í Hoydalar. Nú myrkrið varð fallið á, heftu vit okkum serliga við spennandi vegglistaverkið hjá Anker Mortensen, Dúgvumál, sum er á sandblástum glasi framvið trappunum frá inngongdini og uppá aðru hædd.
Úti við Strond møttu vit fryntligu May, sum er úr Fujian landslutinum har eysturi í sunnara Kina. Í Havn rekur hon frálíku og ódýru matstovuna Seven, sum vit bíløgdu matin til kvøldið frá. Á niðaru myndini er hon avmynda saman við dóttrini Lín.
Maðurin, Heðin, koyrdu okkum bílagda matin heim. Maturin var settur saman av altskyns kinesiskum smárættum, rísi og nudlum. Til bar at velja og seta frítt saman úr prentaðu matskránni, so tað kostaði frá 99 til 168 krónur fyri hvønn. Vit valdu dýrastu matskránna og fingu frukt omaná. Frálíkur matur til júst hetta høvið.
Frálíkur, eisini tí, at hann sett skránna fyri tónleikavalið á Spotify og restina av kvøldinum. Her sæst eitt klipp av on-line tónleikaskránni leygarkvøldið.
So vóru borðtalur, ikki longri enn tríggjar minuttir, og orðini Kina og skúli skuldu vera við. Her er eitt brot úr mínari: "Í Kina snakka tey mandarin. Í Føroyum eta vit mandarin, serliga á jólum. Í Kina halda tey ikki jól, men nýggjár. Tá nýggjár er í Føroyum hava tey hildið nýggjár í Kina í sjey tímar. Tá tey eru komin til skúlaaldurs í Kina, fara tey í skúla. Tað gera vit eisini í Føroyum. Tá tey eru liðug at ganga í skúla, fara tey úr skula. Tað gera vit eisini í Føroyum. Í Kina hava tey eitt barn. Tað skulu tvey foreldur at fáa eitt barn í Kina. Tað skulu tey eisini í Føroyum. Men í Føroyum sleppa tey eina ferð afturat, bara fyri sikkurheitsskyld. Tað er tí at vit eru so fá í Føroyum og vilja gjarna formerast. Men í Kina eru tey so nógv, at tey passa ikki inn í øll húsini. Fimti hvør í allari verðini er kinesari. Vandin fyri at ein kinesari brestur er størri enn at ein føroyingur brestur..." Eisini var Kina kviss, har hvør einstakur skuldi seta hinum sjey spurningar, har Kina er felagsnevnarin. Eitt skemtiligt kvøld, har stóra landið í Fjareysturi slapp at seta skránna. Takk fyri ein stuttligan dag!