Skip to main content

Til lukku Aldubáran!


Tað er sjáldsamt at orkestur halda saman í nógv ár. Í føroyskari tónleikasøgu hava vit hoyrt um Gogguna, sum spældi rútmiskan dansitónleik í hálva øld. Goggan gavst í 1976. Nógv sjáldsamari, enn at halda saman til skemt og undirhalds, er at savna klassiskt útbúnar tónleikarar við tí miðvísa endamáli at hækka tónleikastøði í einum yrksiligum ljósi, seta tónleikaverk í ordra, geva út og framføra innan og uttanlands.

At Aldubáran hevur gjørt júst hetta í samfull 20 ár, verður hátíðarhildið við móttøku og trimum konsertum í Norðurlandahúsinum 27. juni 2015.

Kristian Blak, sum á fleiri økjum er millum fremstu drívmegir á føroyska tónleikapallinum, sigur, at tónleikararnir í Aldubáruni vóru við at menna Summartónar frá fyrstu stevnu  í 1991. Bara Fólkatónleikarastevnan er eldri savningargrundarlag, sigur Kristian.

The Faroese Ensamble

- Innan Summartónar byrjaðu, varð tónleikur longu komponeraður til einstaklingar, ella bólkar av somu tónleikarum, sigur Kristian og vísur til eina skrá frá 1991.

- Í skránni á hesi konsertferð við føroyskum tónaverkum burturav til Orknoyggjar á St Magnus Festival, nýttu vit enn navnið The Faroese Ensemble. Fýra ár eftir hetta skipaðu tónleikararnir seg undir navninum Aldubáran.

Í dag eru 13 limir í Aldubáruni, sum Bernharður Wilkinson stjórnar. Tey 13 spæla á floytu, klarinett, fagott, horn, trompet, trombon, violin, bratsj, guitar og klaver. Formaður er trombonleikarin Andras Olsen.

Styrkt samstarv

Floytuspælarin, Andrea Heindriksdóttir, tók við eftir Ernst S. Dalsgarð, tá hann fór at syngja opera. Síðani hevur Andrea verið floytuleikarin í Aldubárini og er tað enn.

- Minnini eru mong, her hava verið spennandi verkætlanir, nógv nýskrivaði og siðbundin verk, og styrkti felagsskapurin við tónleikarar, eisini úti í heimi, sigur hon, og vísir á yvirskipaða týdningin hjá Aldubáruni.

- Øll 20 árini hava vit havt tætt samstarv við føroysk tónaskøld. Tað hevur verið fruktagott fyri báðar partar, og mangan hevur tað verið spennandi at seta seg inn í nýggj verk, nógv av teimum skrivað júst til okkara í Aldubáruni. Tað er ein serlig kensla at fáa eitt verk skrivað til sín, og eg havi eisini havt ta gleði, at framført eina rúgvu av nýggjum verkum hesi árini, sigur ein kveikt Andrea, og nevnir eina heilt serliga løtu.

Føðing í Snjólýsi

 - Tað var, tá eg á Grækarismessu 2001 frumframførdi soloverkið Snjólýsi eftir Kára Bæk. Aldubáran hevði siðvenju at spæla í sambandi við Várframsýningina í Listaskálanum. Hesar konsertir vóru sera væl dámdar og eisini væl vitjaðar. Vit høvdu eitt tætt og gevandi samstarv við Bárð Jákupsson, sum altíð var fegin um at fáa okkum inn í Listaskálan. Tað var eitt gott konsept til gagns fyri okkum øll.

Hesa várkonsertina, eg hevði játtað at frumframføra vakra verkið Snjólýsi, var eg við barn. Útrokningar søgdu, at barnið skuldi koma um mánaðarskiftið februar-mars, og tí helt eg at tað mundi fara at ganga. Men so var ikki, sigur Andrea og smílist stillisliga.

- Tá konsertin skuldi verða Grækarismessudag, var enn einki hent. Eg stóð at bresta, men  gjørdi kortini av at frumframføra verkið, hóast trupult var at fáa luftina at røkka. Alt gekk væl í Listaskálanum, og somu nátt var yngsti sonur okkara borin í heim. Eg havi mangan hugsað, at helst vóru tað vøkru tónarnir hjá Kára Bæk, sum gjørdu munin.

Fyrsta opera

Av øðrum góðum minnum, sum Andrea Heindriksdóttir vil dvølja við, er operaframførslan Í Óðamansgarði eftir Sunleif Rasmussen.

- Henda fyrsta føroyska operan var sum vera man skrivað í einum nútíðar tónleikabúna, og tí eisini krevjandi bæði at framføra og at uppliva. Hettar helt tó ikki fólkið aftur, og ein rúgva av ungum og eldri sóðu operuna. Vit settu eisini operuna upp í Reykjavík, har hon varð stórliga fagnað, minnist Andrea, sum nevnir eina røð av øðrum upplivingum saman við Aldubáruni.

Eisini guitarleikarin, Ólavur Jakobsen, hevur eitt serligt minni um fyrstu operuna og hvussu hon bleiv til.

Søguliga svart kaffi á Musikkskúlanum

Ólavur hevur øll 20 árini spælt guitar í Aldubárini. Tá eg spyrji hann, um eitt persónlig minni, sum hesi ár ber av øllum, hyggur hann niður i nýskonkta kaffikrússið, kveitir eftir mjólkarpakkanum, tekur hendurnar aftur um nakkan, rembir sær og leitar fabulerandi eftir orðunum. So koma tey, orðini, ið eru brotflísar av Frúutrøð í Havn.

- Steðgur á musikkskúlanum í Havn. Ein guitarleikari og eitt tónaskald fáa sær kaffimunn. Ein kaffimunnur, uttan mjólk, men við eini opera uppií.

Guitarleikarin sigur við tónasakaldið: - Tú Sunleif, skal tú hava mjólk í kaffi?

Tónaskaldið svarar: - Nei, nei. Svart sum arvasyndin.

Guitarleikarin: - Okay, tú fær tað, sum tú vil hava tað, men nú tú nevnir arvasyndina, so skal eg siga tær, at um trý ár, so fyllir Aldubáran 10 ár. Tað hevði verið uppá sítt pláss við eini operu. Bara soleiðis. Eini rættiligari operauppseting við øllum uppií. Hevði tað ikki verið nakað?

Tónaskaldið slær nevan í borðið: - Tú er hopleysur!

- Fyri at gera eina langa søgu stutta, so varð Føroya fyrsta opera Í Óðamansagarði sett upp í 2006, við øllum uppií. Kaffimunnurin á musikkskúlanum í Havn í 2003 gjørdist rættiliga týdningarmikil. Og gott, at Sunleif vil hava tað svart, tí um hann hevði svarað játtandi um mjólk, so hevði neyvan nøkur opera verið bíløgd, sigur Ólavur við fleirtýddum streingjaspæli í eygunum.

Brúgv millum tónleikarar

Tónaskaldið, Sunleif Rasmussen, hevur verið við frá fyrsta tóna, spældur av Aldubáruni.

- Veit ikki hvussu nógv verk eg havi skrivað til bólkin, men størsta verkið er kamaroperan Í Óðamansgarði, ið vit báðir Dánjal Hoydal gjørdu. Og jú, tað er rætt. Tað var ein av stovnarunum, Ólavur Jakobsen, ið kom við hugskotinum, at gera Føroya fyrstu operu. Men henda opera hevði aldri verið til, uttan tað góða samstarv, sum Aldubáran hevur havt við Tjóðpall Føroya.

Um tann yvirskipaða og tó handgrípiliga týdning, ið Aldubáran hevur, sigur Sunleif, at hesin týdningur er ’óvurderiligur fyri føroyskan partiturtónleik’.

- Bólkurin er brúgv ímillum teir tónleikarar, ið eftir lokna útbúgving velja at venda heim aftur til Føroya, og tey, ið velja at virka aðra staðni. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, heldur Sunleif, ið samstundis ger vart við, hvussu tung tað er at virka á føroyska tónleikapallinum.

- Fíggjarorkan er so ómetaliga avmarkað, men hóast hesa forðing, hava limirnir í Aldubárini megnað at hildið skútuni flótandi nú í 20 ár. Men hetta er strævið, tí arbeiði skal leggjast afturat at undirvísa fulla tíð, venja nógvar tímar um vikuna, og spæla konsertir. Tí er mín vón at tað eydnast okkum at fáa eina nýggja starvssetan, har musikklærarar undirvísa ein part av tíðini og spæla konsertir ein part. Væleydnaðar royndir eru av júst hesum í øðrum smáum samfeløgum. Gerst hetta veruleiki, eri eg onga løtu í iva um, at Aldubáran fær eina bjarta framtíð, sigur Sunleif, sum í 2002 fekk Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Symphony no. 1 - ’Oceanic Days’.

Í kava við summardekkum

Andrea Heindriksdóttir dregur fram eitt stuttligt minni frá eini norðurlendskari konsertferð við Hanusi G Johansen, tá Aldubáran skuldi spæla í Lysebu við Homlenkollen í Oslo.

- Vit leigaðu bil við summardekkum í Keypmannahavn og koyrdu sjálvi til Oslo. Eingin gáddi um, at tað var kavi í Noregi, so vit fingu ein álvarsligan hvøkk, tá norsku vegirnir vóru glerstoyttir í hæddini. Men vit komu niðan á Holmenkollen við Andras Olsen, trombonspælara, sum besta sjafføri. Og komin fram, lá trombonin eftir í Keypmannahavn. Lukkutíð fingu vit lænt eina í Oslo, sigur Andrea og flennir í skelliláturi.

- Hjá okkum var tað heilt serligt at síggja, hvussu rørd og takksom áskoðarafjøldin var at hoyra tónleikin, og tað var kanska í hesi løtu eg ordiliga skilti, hvussu stóran týdning tað hevur, at fara út í onnur lond við føroyskum tónleiki . Tað áttu vit at gjørt meiri av, sigur ein avgjørd Andrea.

Hvønn almennan týdning hevur Aldubáran í dag, samanborið við fyri 20 árum síðani? 

- Aldubáran breyt uppúr nýggjum tá hon var stovnað. Manningin var fyrsta ættarliðið av føroyskt útbúnum klassiskum tónleikarum, so Aldubáran hevði ein leiklut at seta ígongd á sínum øki, sigur Andrea sannførd.

Sangsolistar og skúlabørn

Aldubáran hevur hesi 20 árini verið ein virkin lutur í føroyska tónleikalívinum, og hevur lagt seg eftir at framføra nógv ymisk sløg av tónleiki. Nógvur føroyskur tónleikur er skrivaður til Aldubáruna og umframt traditionellan klassiskan tónleik og føroyskan nýskrivaðan tónleik, hevur Aldubáran eisini spælt saman við kendum sangsolistum sum Hanusi, Eivør og Teitur.

Eisini á skúlum hevur Aldubáran havt nógvar framførslur kring landið við barnatilfari, sum Páll Sólstein í mongum førum hevur staðið á odda fyri.

- At spæla fyri børnum er umráðandi táttur og tað er altíð so serstakt. Børn eru impulsiv, og tú fært eina viðmerking beinanvegin. Tað er stuttligt og gevandi, sigur Andrea, sum heldur at Aldubáran í dag hevur eins stóran týdning, sum fyri 20 árum síðani, altíð at brót upp úr nýggjum, hóast fíggingin kann seta forðingar fyri onkrari ætlan.

Ríkar um Kringvarpið

Ivan Hentze Niclasen, sum er mentanarredaktørur í Kringvarpinum, ger eisini dokumentarsendingar í sjónvarpinum og spælir klassiskan tónleik í útvarpinum. Hann er ikki í iva um týdningin av virkseminum hjá bólkinum.

- Aldubáran er bjartasta dømi um, at vit eiga tónleikarar á høgum altjóða stigi. Hetta er eisini gott fyri ein public service miðil sum okkara, sigur Ivan og greiðir frá at Kringvarpið hevur fylgt Aldubáruni bæði uttanlands og her heima.

- Tá vít varpa út um mentan og list, er altíð gott at vísa fram dygdargóð og avbjóðandi avrik, og tey eigur bólkurin í ríkiligt mát. Serliga hetta, at bólkurin bíleggur nýggj verk, ríkar um føroyska tónleikatilfeingið og harvið eisini um okkara útvarps- og sjónvarpsskrá, sigur Ivan Hentze Niclasen úr Kringvarpinum.

Skipanarligar avbjóðingar

- Størsta avbjóðingin hjá Aldubáruni tey komandi 20 árini er, at fáa skipað seg soleiðis yvirfyri mynduleikunum, at fíggjarliga orkan er til tað virksemi, sum náttúrliga eigur at vera í einum slíkum ensemble. Sum nú er, forðar manglandi fíggjarorka góðum verkætlanum, og tað er hugtungt, heldur Andrea Heindriksdóttir og greiðir frá, at Aldubáran hevur eina stødd og eitt  útboð av ljóðførum, sum fevnir breitt.

- Aldubáran kann tí brúkast til so nógv ymiskt. Tað ræður um tey komandi 20 árini at fáa skipa so fyri, at til ber at hava fleiri verkætlanir, at fara oftari út í onnur lond at framføra, og at vera enn meiri virkin viðspælari í føroyska mentanarlívinum. Avbjóðingin er meir enn nakrantíð at finna eina haldgóða skipan so fíggjarorka og virksemi kunnu spæla saman. Sjálvt um Aldubáran og gomlu limirnir eru 20 ár eldri, so eru allatíðina komnar nýggjar og yngri kreftir við, og tað ger at Aldubáran eisini flytir seg framá, eins og samfelagið, sigur Andrea, ið er vónrík um framtíðina.

Støðugt at seta sær nýggj listarlig mál

Ólavur ger støðuna upp og lítur aftureftir og frameftir, nú Aldubáran er komin á eitt 20 ára vegamót.

- Fyri 20 árum síðani skrivaði tú nærum tónleikasøgu hvørjaferð ljóðførini kom úr kassanum. Tíðirnar eru broyttar. Nógv er roynt fyrr, endurtøkur eru ikki altíð av tí góða. Hetta við fyrst og størst er ikki áhugavert longur, ella nakað mál í sær sjálvum. Virkisfýsni, ið var upprunin, er ikki nakað, ið er givið frammanundan. Fólk eru vorðin tey árini eldri. Tey hava nógv fleiri royndir og virka á øllum tónleikaligum hermótum. Tá er avbjóðingin, at aldurin, royndirnar og listarliga yvirskotið ikki mugu gerast hin vælkendi koddin. Tí er meir enn nakrantíð týdningarmikið, at fólk verða hildin til, og at tað alla tíð verða sett nýggj listarlig mál, sigur Ólavur fattur og avgjørdur, sum stillaði hann upp fyri mentan í politikki.

Hugsunarsamur leggur hann afturat, at Aldubáran, hon skal í hennara virki altíð krevja tey hægstu mál.

- Hon skal vera nýskapandi, eggja til samstarv við fólk, ið royna nýggjar og spennandi leiðir. Hon er ikki eitt fyribrigdi, hvørki institutionelt ella tjóðskaparligt, ið skal pussa nakra gloriu, ella virka fyri nøkrum sum helst øðrum, enn at framføra tónleik á hægsta stigi. Hennara virki kann hava alt annað við sær, og virka sum fyrimynd, karmur at virka innanfyri og ígongdsetari, men málið er altíð at vera nýskapandi, opin fyri øllum, børnum sum vaksnum, høgum sum lágum, fyri tær og fyri mær, sigur Ólavur floygdur og leggur at enda afturat:

- Gev fólki kvalitet. Tað er einasti máti, at fáa tey at virða kvalitet.