Leygardagin var eg á Eiði, har henda myndin er tikin á Brekkuvegi. Nakrar tímar undan var veðrið í Havn einki serligt. Fólk vóru savnaði á Tinghúsvøllinum at ávirka parlamentið, nú landið stendur í váða og tey siga, at normala parlagið stendur fyri falli.
Løtu seinni var turt og klárt, og sólin kom fram. Hvat tá, heimbygdin, Eiði, er í eygsjón, og tað verður bara klárari og klárari.
Men hvar skal eg parkera á Eiði í dag? Her er marknaðardagur við Korndalsbýlið, so bilar standa í hvørjum túni og fólk í hópatali eru savnað í góðveðrinum. Sverri í Durhúsið vísur mær veg til parkeringsplássið, sum er ovasta myndin. Men fyrst fara vit ein túr oman á Møl at kanna kampingplássið. Jú, har er alt í ordan. Hyggið bara eftir myndunum av vøllinum, av Umvarpinum og heim yvir vatnið og so út yvir Múlavík við heitum pottum.
Emmy hevur heitt á meg at halda røðu, nú Marknaðardagur er á Eiði. Eftir at Magnus á Stongum hevði sungið, og innan Sámal í Skorini hevði spurnarkapping í stóra teltinum, helt eg røðuna niðanfyri.
Gótt kvøld, góðu Eiðisfólk!
Nú ein dagin ringdi Emmy og spurdi, um eg vildi siga nøkur orð í einum telti á Kirkjuvegnum. Og hvussu kundi eg siga nei við Emmy, og nei til TA uppgávuna.
Hóast eg ikki hevði peiling av, hvat tað var eg segði ja til, so standi eg her, sum Luther segði fyri 500 árum síðani: Her standi eg, Emmyhjálpi tú mær, undir Karmel í Eiðistúni.
Meðan vit tosaðu og skiftu orð um, hvat var vert at siga nakað um, so kom eg í tankar um eina yvirskrift: “Tá Thormann og eg sendu á FM”.
Ikki tí, hvat skuldi tað, sum fór fram fyri 45 árum síðan undir Barnalofti, siga fólki á Foravegnum í kvøld. Fólki, sum neyvan lurta eftir FM og kanska enn minni Útvarpi, og Kirkjuvegur, Foravegur og Korndalsvegur, sum allir í dag eru lagdir undir asfalt. Kanska er alt fari sama veg. Undir heilt svart asfalt.
Sum prátið gekk, samdust vit um, at hetta kanska var ein góð yvirskrift. Fyrsti setningur. So fáa vit at síggja, hvar vit enda.
Eg havi búð á Eiði í tveimum umførum, í 60’unum og so í 70’unum. Í báðum førum í somu húsum, sum nevnt undir Barnalofti, sum abbi bygdi og pápi mín keypti, tá hin fyrri mundi farið á húsagang, tí sjógvurin gav ov lítið, og tað var ov dýrt at eiga bát eftir kríggið - Nøvina, sum upprunaliga var Acorn úr Klaksvík, bygd í Rye í 1877, og endaliga søkt eystanfyri í 1965.
Havi hoyrt, at húsini eru millum tey seinastu, kanska júst tey seinastu, har grundin er lagað við gróti, sum er tikið niðri á Møl.
Ein hjallur var bæði beint í túninum omanfyri, og ein annar uppi á klettinum, har eg helt fyri vist, at søgan um “Antinis og seyðatjóvarnar” gekk fyri seg.
Og altíð var eg sannførdur um, at tað var við diskin hjá Óla í Pállstovu, at setningurin “Her slænges Maren Katrine” varð sagdur, og øll søgan úr lesibókini fór fram.
Við tann diskin var tað eisini, at Óli í Pállstovu lærdi meg at leggja vørur niður í netið. Tær størstu og tyngstu fyrst. Kanska hevur hann bannað eisini, uttan at eg havi fangað tað í handlinum, sum einaferð hevði hugfarsliga heitið J. J. Kruses Enkes Efterfølger.
Tað fyrra skeiðið á Eiði gekk eg í trimum skúlum, eins og mínir floksfelagar; tí gamla ljósareyða har niðri í brekkuni, í Losjuni har eysturi við Barrina, og so í nýbygda skúlanum heilt uppi í Kolli, har tey høvdu pall, og kundu spæla “Eg átti mær eina húgvu” - við øllum rekvisittum. Sum øll bygdin stóð saman um.
Hóast skúlin fylti nógv, og onkur lærari í grannalagnum fekk meg at lesa úr Dimmalætting, so var tað ikki hann, ið fylti mest, skúlin.
Tað var Vatnið, sum ikki eitur annað enn Niðri á Vatni. Sum vaksin varð tað nokkso stuttligt at sleppa at skriva júst tað á nýprentaða Føroyakorti í atlasinum: “Niðri á Vatni”, og so “Eiðisvatn” sum onnur kallað vatnið, tá vit bara siga “Suðri á Vatni”. Fyri ikki um at tala Gimbrarnar. Og í 70’inum var tað ikki so nógv Vatnið, sum tað vóru pláturnar, foto- og ljóðtøknin.
Men aftur til 60’ini og svanaleysa vatnið.
Í Múlavík og út frá Vátanesi floyttu vit bátar úr træsprekum og royndu at gera yvirbygningin so høgan sum til bar, við einum seymi og tunduri úr sildagørnum.
Her ruku eisini aluminumskúlur og russarboyur uppá land.
Umframt at gera bátar úr tundri og smásprekum, so vóru eisini størri bular, sum brimið hevði slongt um Umvarpið.
Aftur eitt orð, sum heilt Eystur Undir Krúp smakkar so væl av Eiði. Umvarpið.
Risastórar klótur, orm-etnar og onkrar vatndruknaðar. Guðviti hvar tær komu frá, tí her vaks einki træ, og so høvdu vit hoyrt um ein russara, frá innan vit vóru føddir, so kanska vóru klóturnar akkurát haðani - frá russaranum úr Russlandi.
Mest sum í hvørjum húsi var eitt dramatiskt bílæt hjá Ásmundi Poulsen av einum russiskum trolara, sum rendi á land her mitt í 50'unum. Hann lá niðan móti fótbóltsvøllinum, sum nú er kampingpláss, til hann varð seldur sum gamalt jarn til Fuglafjarðar.
Opna Norðhavið var ein kelda til undran.
Og tann vegin vildu íslendingarnir, Risin og Kellingin, draga okkum tá hungur var í landinum. Spell at sólin kom upp, segði ein næmingur í Havn, tá hann hoyrdi søguna.
Men Jógvan, við Eiðiseftirnavninum Skýlindal, dugdi at tekna lendihjólini á einum flogfari, tí hann hevði flogið til Íslands og sjálvur sæð tey og filma á Super 8.
Og hetta við at síggja og tekna var spennandi á Eiði, tí her lógu deksbátar við eyðkendu Esbjerg-hekkuni, sum var sá spennandi at tekna, tá tú sást skrátt inn á hana.
Men hvør, íð av fyrstan tíð gjørdi flakar niðri á Vatni úr rekaviði, veit eg ikki, men har vóru teir mitt í 60’unum, flakarnir.
Einaferð mannaðu vit tveir. Vit damlaðu spakuliga framvið hólmin, sum eg í bókini hjá Óla hjá Øster havi lisið mær til, at ungmannafelagið Glottin gjørdi í 1930'unum. Hólmin.
Men ólukkutíð, tá vit runda hólmin á vatninum henda summardag í 60’unum, kemur hin flakin undan og rennur við fullari ferð upp á okkara.
Helst var hann so vatndruknaður, at hann varð ikki til at steðga - sum ein supertankari, ið hvørki kundi broyta kós, ella taka ferðina av við tað fyrsta.
Úrslitið var, at flakarnir koppaðu og allir fóru til botns.
Bergur, sum var hin minsti, varð rímiligvís fyrstur at fara undur. Og aftaná mintust vit, hvussu tað var at ganga heilt niðri á botninum niðri á Vatni, og hildu at nú var hin seinasti tímin komin, meðan slýggið av botninum stakk upp millum tærnar.
Men so varð ikki.
Uppi í brekkuni omanfyri niðastu húsini á Flatabø stóð Jens Tony - við millumnavninum Snogebæk - og hoyggjaði. Hann leyp sjóleysur undan Múlakletti og beint á bláman og dróg okkum allar upp á turt. Sterkari lógvar høvdu vit ikki merkt.
Bæði steinar og vatnstandur vóru heilt annarleiðis tá. Men kanska er tað minnið og vinkulin, ið snýtir, so hvørt mann veksur og flytur burtur. Og kemur aftur.
Fyrst í 1970'unum, tá eg aftur búði á Eiði, gingu vit við bandupptakara á somu leiðum - í hvørjum gili og fangaðu suð og afturljóð.
Oman við vatninum, fram við Tippisrættini og eystur undir Krúp. Tað var um sama mundi, sum Let it Be kom út. Ljóðið av Mølini vigaði eins tungt og Across the Universe.
Svananes var eitt, men Múlavík og hitt kynið, helst á knallert, bleiv nú interessantari. Tað lærdu vit í donsku biologibókunum.
Mest sjáldsama í Múlavík var helst tá Norrøna Felagið reisti ein stein við talvu, har teir norðurlendsku svanarnir eru prikkar, eisini tey sjálvstýrandi økini. Nú er tað slitið, men ikki minni sjáldsamt.
Tá segðist eisini, at heimanfyri Siglivík og Skorakanalina, í Hólmanum, var nógvur fuglur. Men hann sá eg ongantíð. Nú er so alt farið undir heilt, og eg bíða bara eftir at EB missur Streymin og stendur upp aftur. Í Hólmanum.
Beint omanfyri okkum búði vinmaðurin á flakanum, Keisten. Og sum tey siga, tá filmar verða ummældir og endin verður avdúkaður - spoilers will occur.
Hann hevði aldur til koyrikort, men hevði enn ikki tikið tað. Um næturnar plagdu vit at strika av, hvussu luksus bilurin hjá eldra beiggjanum var parkeraður. Toyta Crown við teim ordiligu, breiðu bakljósunum um alla reyvina. Og plátuspælara við Geordie og All Because of You.
So koyrdu vit inn í náttina og sóu til, at bilurin var settur á akkurát sama stað. Merkið, fixpunktið, var ein peli uttanfyri hjá Mallu yvir av automatini á Forunum.
Einu ferðina koyrdu vit yvir um byrgingina um Streymin, sum Petur Martin og Jóhan Petur og kanska onkur annar høvdu gjørt innan brúgvin kom, og heilt til Saksunar.
Í summarnáttini møttu vit einum bónda, sum gekk við byrsu og leitaði eftir seyði, ið hevði gingið seg fastan uppi í hæddunum. Hvat hann ætlaði veit eg ikki, men hann gav upp, og bjóðaði okkum, vit vóru tríggir, Keisten, Thormann og eg, inn til pannukøkur og FF. Hann var okkurát komin úr Hamburg.
Í Saksunnarnáttini sóu vit ein annan mann, sum var úr Havn, æt Atli, og umboðaði øvrigheitina, tí hann hevði okkurt við koyrikort at gera. So vit samdust um at koyra sum skjótast norð aftur.
Tá vóru sendarar í hvørjum bili við longum antennum. Onkur hevði sendara heima og fekk samband við útlendingar á 20 metra bandinum á stuttbylgju, og hevði eisini fingið QSL kort frá einum ríkisleiðara í Norðurafrika. Skal ikki siga fyri vist at tað var Gadaffi, men eg haldi tað.
Men eitt annað slag av sendara høvdu vit keypt sum byggisett, Josty Kit, frá einum jehova-manni í Conradsbrekku í Havn, har Vogue var fyrr.
Tá sendarin var loddaður og rætt settur saman, skuldi hann hava eitt stórt battarí, og eina stóra antennu. Har kom Thormann inn í bílætið.
Hann konstrueraði eina antennu úr bambustráðum, sum við vaskimaskinu-motorum kundi snara horisontalt og vertikalt. Men annars stóð hon, antennan, beint upp og niður við snóratræið heima undir Barnalofti.
Tá Útvarpið sløkti, tendraðu vit á sama frekvensi og sendu tónleik, meðan øll enn lurtaðu. Bara tónleik, eftir skúlatíð. Vit spældu Janis Joplin, Pink Floyd og Sha Na Na. Og sjálvandi mangt annað. Men ikki Charley Pride og country tað eg minnist.
Tað hoyrdi líkasum ikki til at ganga við langum hár og vera næsti granni við Dansistovuna og lurta eftir flower power og Country Joe and the Fish úti hjá Ellinti, Christie hjá Kaisten, Dr. Hook hjá Nikkel, George Baker Selection hjá Niels Emil, Daniel Boone hjá Hanusi, Shadows, Hep Stars og Wishful Thinking hjá John Eli og David Bowie hjá Dora. David Bowie í Andrasstovu. Árið eftir var tað Rubber Soul við Beatles hjá Anniku yvir í Gjógv. Tá hevði eg selt bensin í Auto í Havn og keypt knallert og eitt Mamyia Sekor speglrefleks kamera. Tá vóru nógv fotomotiv á Eiði.
Men countrytónleikur var tann mest retarderaði útróðrar- og langfaratónleikur tú TÁ kundi hugsa tær.
Ikki fyrr enn áratíggju seinni bleiv tað interessant at leita aftur til tann heimlands-tónleik, sum mann ikki orkaði fyri fyrr, og gera sjónvarpssamrøðu við Charley Pride í 7 tímar á Hafnia, sum tóku 43 tímar at klippa. Uttan løn. Bara fornøjilsi.
Og nú vit nomu við Dansistovuna, so var toppurin tá Petur Reinert tók U-matic videobandupptakarin og sjónvarpið oman í Dansistovuna, og vísti frá olympiaduni, og klassiskar fótbóltsfilmar við ungarska Puskás og niðurlendska Cruyff.
Tað er tað, eg kenni til fótbólt. Puskás og Cruyff - úr bandupptakaranum hjá læknanum á Eiði - í dansistovuni, har sum Geytin annars húseraði, tá tað galt filmar, og vísti Den Røde Pimpernel frá 1930’unum.
Við EB dreingjunum skipaði Jóhan fyri at vit koyrdu í bussinum hjá Sigtór, einum Toyta Coaster, til dystir í Havn og aðrastaðni. Ein orðasnillingur sum hevði itið Tóroddur Poulsen, um hann búði í Havn.
Og seinasti skúladagur í 3. real á Oyrarbakka í 1975 var við sama bussi til Havnar. Og aftur. Villari var tað ikki seinasta skúladag, tað eg minnist. Men sum sagt, minnið er tað mest selektiva apparat vit eiga.
Vit sótu á trappuni hjá Sofus, sum seinni bleiv til Margretu. Tá vóru nógvir handlar á Eiði. Hjá Sofusi, Óla í Pálstovu, Øster, Langa Martin og úti hjá Jens. Ein Levi’s jakka frá Sofus eigi eg enn. Og so var kiosk við pylsusølu hjá Hansjakku hjá Meinhard, úti í Skorini yvirav hjá Øster, og ikki at gloyma Eysturi á Barrini, har eg ørminnist at eisini ein jukebox var.
Oljukreppan forðaði ikki fyri flottum bilum á Eiði, Ford Granada Mark 1 Coupé hjá Pól, og reyði Mazda 929 eisini Coupé bilurin hjá Magnus, sum seinni endaði á málningum hjá Beintu av Reyni úr vindeyganum hjá Jonu.
Vit keyptu avlagda ljósabláa Corolla bilin hjá nýforlovaða Jógvani í Løðuni.
Í túninum, har miðlingasonur hansara býr nú, sproytlakkeraðu vit klassiska Corolla bilin við Electrolux støvsugara. Tað bar saktans til. Rann ein vát slanga, meðan vit sproytaðu, so kom einki støv upp úr túninum.
Og tá eg fyrstu ferð keypti bensin, var tað úr Esso pumpuni hjá Óla, har niðri í Garði ella á Hamri ella mitt í millum. Ørminnist, at prísurin var 2 krónur og 5 fyri liturin.
Mizpa má eg eisini nevna. Tað var ein fragd at hoyra Símun Jóhan siga bíbilsøgur, altíð úr føroyskum lendi og við heimligum snaringum. Veit ikki hvørjum rithøvundaskúla hann hevði gingið á, men orðavalið og orðalagið var so fyndugt, at einki akademi hevði gjørt honum tað eftir.
Thormann kemur aftur á breddan innan eg endi. Hann gjørdi ta góðu gerð, at lokka meg við í Eiðis Ljómfelag at spæla stórutrummu meðan John Eli sló á lítlutrummu. All in the April Evening, Our Director, Semper Fidelis og ikki minst paso doble klassikaran Amparito Rocca hjá James Texidor.
Hann spældu vit til Hornorkesturstevnu í Havn í 1972. Og til borðhaldið á Hotel Føroyum við Kongabrúnna sama kvøld høvdu vit borðdámur, allar av Eiði. Tað var ikki hvørsmannsføri at fara til Havnar, tá mann búði á Eiði.
Og er nakað, sum eg ikki burdi havt gloymt, so er tað bara tí selektiva minninum fyri at takka.
Góðan túr til Noregs!
Ærað verið minnið um grannan, Petur.
Og sum Luther segði fyri 500 árum síðan: Her standi eg, Gud hjálpi mær, eg kann ikki annað.