Skip to main content

Posts

Showing posts with the label matur

Góð epli í Tórsbyrgi

Leygardagin tóku tey epli upp í Tórsbyrgi. Tað var í mai, at eplini, oleva, vórðu sett niður. Tey fingu upp í tvær rokaðar hjólbørur, og bóru epli til dyrnar í posum til fólk í býlinginum. Jana Mikkelsen og Jón Kragesten skipaðu fyri, eins og tey eru undangongufólk í vakstrarhúsinum Hvamminum, sum er í lagdini, har matriklarnir hjá Tórsbyrgi, Lágargarði og Boðanesheiminum møtast. Vakstrarhúsini eru gjørd úr burturbeindu vindeygunum frá Boðanesheiminum. Eplaveltan er á fløtuni framman fyri húsini hjá bæði Jón og Janu. Ytst á fløtuni er bakki, har grønur vøkstur verður koyrdur, tá ruddingardagar eru.  - Sum tað sæst á myndini, vuksu nógv flest epli, har varð taðað við kunsttøðum, sigur Jón, sum upplýsir, at næstbesta úrslitið var, har ið bara biotøð vórðu nýtt.  - Síðan varð umleið eins gott, har taðað varð við løgi úr bokashi, og kompostmold úr Tórsbyrgi. Biotøð, saman við ull, sá ikki út til at eydnast so væl, og ei heldur har, ið bara ull varð nýtt. Jón sigur, at slokkarnir fólnaðu lo

Vit sláa ring um bankatoskin

Takkað verið nærlagdum útflytarum til katólsku londini, er bankatoskur - ein meir enn hundrað ára gomul søluvøra - so væl varðveittur, at hann tolir allar vinklingar og tilgongdir, bara hann er atkomuligur, bankatoskurin. Tað er sjón fyri søgn í Áarstovu í hesum døgum. Eftir at hava havt egna matstovu í Danmark, Steingríms Kælder, kom Jógvan Steingrím Rasmussen til Føroya í fjør, og hevur verið køksleiðari í Áarstovu síðan. Nú eitt ár er umliðið, hevur hann fingið spanska, Eli Gonzáles Roda, við í køkin. Eli hevur arbeitt á Roks og fer framyvir at verða køksleiðari í Barbara Fish House hinumegin túnið. Hann hevur ellivu ára royndir sum kokkur, er úr Alicante í Spania, og hevði arbeitt í Cork í Írlandi, nú hann kom til Føroya.  Nú vit nema við mobila arbeiðsorku í føroyska køkinum, er eisini áhuagvert at hefta seg við, at matstovuleiðarin, John Mikkelsen, hevur fingið ukrainsku Anju afturat sær. Hon er har eysturi úr krígsrakta Ukraina, dygst við russiska markið, og hevði búð í høvuðsst

Tá avísir doyggja

Í báðum teimum donsk-føroysk orðabókunum stendur blaðdeyði fyri føroyska endanum, tá tú leitar eftir avisdød . Blaðdeyðin, sum hevur verið serliga sjónskur her hjá okkum, er eisini eitt faktum á donskum, sum í fólksligu orðabókini er synonym við úti í heimi . Fyri áratíggjum síðan, tað mundi vera í 1980’unum, teknaði eg hald, so eg fekk donsku Weekendavísina við postinum, sum tá varð borin út leygardag. Orsøkirnar til haldið vóru tvinnar.  Fyrst hin góða uppsetingin, ið mettaði estetiska sansin, so hvørt tú blaðaði gjøgnum innihaldsríku avísina, við fáum vælvaldum og enn betri plaseraðum myndum, og teksti, sum grein fyri grein er settur upp við øllum hugsandi lesivegleiðingum, fyrst eitt einsamalt tematiskt stikkorð, ið er manchett, so ein sentrerað undiryvirskrift, sum altíð er omanfyri yvirskriftina, og so breyðteksturin, ið grafiskt er settur upp við sama skilvísi, millumyvirskriftum, sitatum og faktaboksum, sum ovasti partur av greinini leggur upp til, sum var tað eitt tónleikaver

Pitsauppliving í Karlsá

Italsk pitsa er mest útbreidda matvøra á heimsins matstovum, úti á gøtum í stórbýum og í frystaranum í næsta handli, instant klár at koyra í ovnin heima í køkinum. Kanska við egnum toppings, at leggja omaná. Tað plagar at dáma børnum.  Avbjóðingin er at gera útbreiddu matvøruna til eina uppliving, sum persónliga hóskar til givna høvið.  Og júst her er tað, at tey bæði, Anna Maria og Rógvi Joensen, av einslistum reka Karlsá við Vágsheygsgøtu í Klaksvík undir landsfevandi skipanini Heimablídni. Mitt í bønum við útsýni til ikoniska Kunoyarnes út fyri vágni, sum nú verður bygd við nýggjum húsum til altskyns endamál, skjótt eisini eitt hotell. Hóast ósin avgjørt letur upp fyri øðrum, hava allir bygningarnir tað arkitektoniska eyðkennið, at teir eru merktir av kassahugsan. Á so miðsavnandi fløtu er tað undarligt í mínum eygum. Men aftur til Karlsá uppi í Vágsheygsgøtu, har tey hugsa út um kassan, out of the box. Her er katalonska Bargalló olivinoljan grundstøði. Úr Barcelona fær hon breyðið

Til lukku, Noreg

Christian Berg Gravningen hevur málað norska tjóðardagin, Syttende Mai . Hann er sonur systkinabarnið í Notodden, Sissel, og útbúgvin á Kunsthøgskolen í Oslo. Myndina niðast hevur mamman tikið av altanini í dag. Tað var í einum klippi við lívskátum fuglum úr eini summarsligari heimaheilsan frá Jonas Gahr Støre, at Sigrún Brend í morgun minti meg á, at í dag er norskur tjóðardagur.  Tøkk fái hon fyri tað.  Tí í okkara dansktstýrda gerandisveruleika er tað eingin sjálvfylgja at fáa eitt orð til dagin og vegin, sum ikki er úr Danmark, ella frá einum danskttalandi skeiðshaldara, sum skal læra okkum at samskifta í eygnahædd á heimrustini, so alt heimasegmentið forstendur tað.  Og so gera vit sum Ingrið, tá Jette í 1983 legði fram Børn før TV í nýggja Norðurlandahúsinum. Seta ein einfaldan spurning á føroyskum, bara fyri at fáa lærda framløgufólkið at siga: ”Undskyld, kan du lige genta’, så jeg kan forstå spørgsmålet?”  Nú tað sama hendir í Fólkatinginum, haldi eg, at henda snildisliga hand

Nítjan satsir í Oyndarfirði

Meðan vit spakuliga varnast ein farra av summari og gróðuri, og tí fara at hugsa um summarferiu burturi í øðrum londum, bjóðar Runavíkar kommuna til heimliga Mentanarviku og eina røð av upplivingum, sum eru beint fyri í okkara egna landi. Tilsamans 130 í øllum teim fimtan bygdunum, sigur Urd, sum samskipar. Ein av upplivingunum, sum eg vil viðmæla, er í Oyndarfirði, har tey ikki bara hava sjáldsama Eckersbergmálningin frá 1839 í kirkjuni, men eisini einastandandi Víkhúsini frá 1856, har Niclas Joensen, Linda Klein og Oddbjørg Joensen bjóða Heimablídni í húsunum, sum var tað eitt tónleikaverk, borið fram í nítjan satsum, gjøgnumkomponerað og útsett fyri krýddað ljóðføri, soleiðis at perforerandi poetiska heitið hjá Jóanesi Nielsen Tapet millum øldir stendur upplivingarliga klárt fyri mær, nú dekkað er upp. Í dag er kalt, kavi er í fjøllunum, og niðri á vegnum møti eg einum oyndfirðingi, sum eg sigi frá um ørindini. Tá vit skiljast, skimast hann uppá luftina og sigur reflekterandi, at tá