Christian Berg Gravningen hevur málað norska tjóðardagin, Syttende Mai. Hann er sonur systkinabarnið í Notodden, Sissel, og útbúgvin á Kunsthøgskolen í Oslo. Myndina niðast hevur mamman tikið av altanini í dag.
Tað var í einum klippi við lívskátum fuglum úr eini summarsligari heimaheilsan frá Jonas Gahr Støre, at Sigrún Brend í morgun minti meg á, at í dag er norskur tjóðardagur.
Tøkk fái hon fyri tað.
Tí í okkara dansktstýrda gerandisveruleika er tað eingin sjálvfylgja at fáa eitt orð til dagin og vegin, sum ikki er úr Danmark, ella frá einum danskttalandi skeiðshaldara, sum skal læra okkum at samskifta í eygnahædd á heimrustini, so alt heimasegmentið forstendur tað.
Og so gera vit sum Ingrið, tá Jette í 1983 legði fram Børn før TV í nýggja Norðurlandahúsinum. Seta ein einfaldan spurning á føroyskum, bara fyri at fáa lærda framløgufólkið at siga: ”Undskyld, kan du lige genta’, så jeg kan forstå spørgsmålet?”
Nú tað sama hendir í Fólkatinginum, haldi eg, at henda snildisliga handfaring, skal kallast at gera ein Ingrið.
Afturvið tíðindunum hjá Sigrún, sá eg klárt fyri mær, tá eg einaferð slapp til Noregs at vitja mammumbeiggjan, Arnold, í Notodden.
Hóast hann misti annað eygað í túninum í Gøtu, skapti hann sær við Bergs Herremagasin eina ríka tilveru sum skræddari og klædnahandilsmaður í býnum, har hann giftist Bodil, starvsfólkaleiðara í Norsk Hydro.
Tað var í 1974, helst eitt av fyrstu árunum, Smyril sigldi.
Umframt at lata heimin upp og aktivera ein áhuga at ferðast og síggja tv-avís, tað var tá Makarios var frammi á Kypern, elvdi norska farleiðin eisini til fyrsta góða smakkupplivilsið.
Ein norskur hot dog í bleytum bolla við einari Solo appelsin afturvið. Solo hevði allan munin. Vælveran við at leggja høvdið afturá, og lata appilsinbrúsið renna úr fløskuni, kitlaði góman og svølgið so minniliga væl, at tað ráddi um at dríggja smakkupplivingina til liðugt var, har við diskin, niðast í Tinnesgata, meðan ungdómurin lurtaði eftir Cat Stevens í transistorinum. Í dag er alt burtur. Uttan minnið um smakkin og ljóðið av tónleikinum.
Og so fóru vit til Nordagutu at lurta eftir nýggjastu plátuni við Eagles, afturvið eini summarpils á altanuni, og so til Gvarv, at hoyra eitt dansband, og dagin eftir í biograf í Drammen, at síggja Kris Kristofferson í Cisco Pike. Bente koyrdi í einum stórum hvítum Vauxhall Victor, sum hevði átta spors bandavspælara við Tammy Wynette í. Pápin átti.
Sjálv tók Sissel myndina av altanini oman móti býnum í dag. Til lukku við tjóðardegnum í dag, Noreg.