Meðan vit spakuliga varnast ein farra av summari og gróðuri, og tí fara at hugsa um summarferiu burturi í øðrum londum, bjóðar Runavíkar kommuna til heimliga Mentanarviku og eina røð av upplivingum, sum eru beint fyri í okkara egna landi. Tilsamans 130 í øllum teim fimtan bygdunum, sigur Urd, sum samskipar.
Ein av upplivingunum, sum eg vil viðmæla, er í Oyndarfirði, har tey ikki bara hava sjáldsama Eckersbergmálningin frá 1839 í kirkjuni, men eisini einastandandi Víkhúsini frá 1856, har Niclas Joensen, Linda Klein og Oddbjørg Joensen bjóða Heimablídni í húsunum, sum var tað eitt tónleikaverk, borið fram í nítjan satsum, gjøgnumkomponerað og útsett fyri krýddað ljóðføri, soleiðis at perforerandi poetiska heitið hjá Jóanesi Nielsen Tapet millum øldir stendur upplivingarliga klárt fyri mær, nú dekkað er upp.
Í dag er kalt, kavi er í fjøllunum, og niðri á vegnum møti eg einum oyndfirðingi, sum eg sigi frá um ørindini. Tá vit skiljast, skimast hann uppá luftina og sigur reflekterandi, at tá tú í dag fert inn í Víkhúsini, er kanska vert at hugsa um, hvussu stór húsini hava verið millum kroysurnar í Oyndarfirði tá. Húsini eru imponerandi stór ídag og smæðast ikki burtur millum nútíðar glæstriborgir, heldur hann fyri.
- Tað, sum vit bjóða, er ein uppliving í hesum serstaka húsi og heimi; at koma aftur í søguna og uppliva, hvussu handilsmaðurin livdi miðskeiðis í 1800-talinum, og eta døgurða í hansara heimi. Víkhúsini eru ein einastandandi og ørðvísi møguleiki, vilt tú uppliva nakað serstakt og forkunnugt, siga Niclas, Linda og Oddbjørg, sum í vikuni hava verið á skeið um staðbundna ferðvinnu og hvussu bygdafólkið fatar og ynskir hesa vinnu.
Víkúsini standa sum tá tey komu úr Danmark til Oyndarfjarðar sum byggisett, talmerkt og klár at seta á grundina eins og Stokkastovan í Kirkjubø.
Vit byrja í kjallaranum við gamla eldstaðin hjá arbeiðsfólkinum, har Oddbjørg sigur frá um oldurabban, Klæmint Høgnesen úr Stórustovu í Oyndarfirði, sum hevði lært í Kongaliga Einahandlinum í Klaksvík, og bygdi húsini, tá Einahandilin varð lagdur niður, og tubbakshandlarin Jørgen Bech tók yvir har norðuri. Hetta bleiv fyrsti úthandil og samstundis størsta miðstøð í Eysturoynni, har fremstu vørur vóru klippfiskur og bundnavørur. Næsti granni er Norðhavið.
Fyrstu tríggjar av íalt nítjan rættum fáa vit í kjallaranum. Spritubitar við turrum fiski, spiki og epli og OY øl, turt tvøst, spik og epli og ein donsk ale og so ræstan fisk í eini munnrættari skeið við garnatálg omanyvir og eini belgiskari Duvel øl afturvið. Serliga væl parað er henda triðja og seinasta servering í kjallaranum.
So fara vit upp trappurnar og heilt uppá loft at fáa skerpikjøt av Slættaratindi og Gulden draak øl afturvið. Fimta servering er ræst kjøt og súpan í skeiðina og sama øl, sum í áðni. So kemur mest óvæntaði smakkur, sum er blóðpylsa við rosinu men uttan tálg í heitum gløggi. Stuttligt at smakka og heilt vist ein slagari á jólum.
So er borðreitt við stóra borið í stovuni niðri undir, deilt borð, sum tey siga, har tíggju fólk sita saman. Chef’s Table og Social Dining, sum sagt verður umborð á ferðamannaskipunum, sum koma til grannabygdirnar og varisliga seta fólk í land í smáum bátum.
Vit tosa um fólkatalið í bygdini í dag og tann veruleika, at her eru trý børn í skúlanum og seks í barnagarðinum.
Innan vit opna fyrsta rættin við stovuborðið, finna vit gamlar svart hvítar myndir, sum danska Frilandsmuseet hevur tikið í Oyndarfirði og av Víkhúsunum í 1959.
Fyrsti rættur við borðið er ein stuttligur gimmick við dós at lata upp og við mynd av Víkhúsunum omaná, sum eisini síggjast á borðinum, Víkhúsini, við salti og pipari í. Vígdis, dóttir Niclas og Oddbjørg, hevur gjørt, glaserað og brent tey eins og allar borðiskarnar, vit eta av. Í dósini er kalvasalat við eggi og rækju, og framúr vælsmakkandi sitrónsmøri til snerkta breyðið. Afturvið er Chardonnay vín. Áttandi rættur er kókaður fiskur við leyki í tartelett líknandi keks.
Níggjundi rættur er bakaður toskur við rugbreyði og sinnopskornum omaná, hunangsglaserað reyðrót, beykon, persillu og sós við eggi og Pinot Grigio víni afturvið. Spennandi at fáa so góðan fisk upp móti avmáldum sinnoppi. Framúr.
Við tíggjunda rætti kemur reyðvín á borðið, cabernet sauvignon úr Kili. Rætturin er tvey stokt lør av havhesti við blómkáls- og gularótamosi. Til rættin fáa vit bláan felliknív, skeribretti og lappa úr frotté at turka sær um fingrarnar við. Snøgt, uppfinnsamt og vælsmakkandi. Vit blaða upp í bókini hjá Freydis, sum tey siga her um leiðir, og skifta orð um megnarkvinnuna Henriettu, sum arbeiddi í Messen, og fekk medalju frá kongi, og stóru familjuna Olsen, til dømis Jákup, sum varð kallaður Zahle og var næsti vinur William Heinesens. Tey búðu eisini her, listaligu Olsen fólkini.
Ellinti rættur er mild havhestabringa við waldorfsalati, gularótum, hunangi, putursukuri, fleski og eksotiksum sósum við kaliforniskum Zinfandel afturvið. Ein sjáldsom útferð við eini røð av mildum smakkum, har sjálvur havhesturin er stak mildur og uttan eyðkenda sjófeita smakkin, sum fær hann at nærkast svartfugli.
So koma fýra dessertrættir á vøkrum borðiski, ið Vígdis hevur gjørt. Matgerðin vitnar aftur um framúr handverk, sum nøktar allar sansir, nú døgurðin nærkast endanum. Nítjandi rættur er góðaráð við kaffi og konjakk í stovuni, har filmstólini, skrivimaskinan og fonografurin hjá Juliusi standa frammi eins og koyrikortini hjá honum og konuni, Elise. Sum sæst niðast, er í nýggju Trap bókini um Føroyar ein kapitil um film í Føroyum, har Julius Høgnesen, og útgerðin, sum sæst í Víkhúsunum, verður nevndur.
Mentanarídnið í Runavíkar kommunu, sum onkuntíð kann tykjast mest sum ov, tykist longu langt síðan at hava yvirhálað høvuðsstaðin í spesifikkum málsøkni, sum altíð er borgaranum at frama.
Í størstu av teim mongu búeindunum, Saltangará, er fólkavøksturin 4,1% meðan Havnin í besta føri otar seg upp á 0,9% , og borgarin í Kollafirði, har vísitalið er -2,5%, sigur seg yvirhøvur ikki verða tiknan í álvara. Tað gera vit, sigur borgarstjórin, og velur niðureftirstrembandi at sitera skemtisangin hjá Jóhan úr Kollafirið, at í longstu bygd í Føroyum er ikki so galið.
Hóast støddarmunin er høvuðsstaðurin í mínum optikki heilt greitt dragnaður langt afturúr, serliga á mentanarøkinum, seinastu drúgvu tíðina, ikki minst tí, at kommunali høvuðsstaðarmyndugleikin hevur kent seg kallaðan at byggja nakað so óproduktivt løgið sum marglætishavnir til partybátar at javna í, í staðin fyri at byggja eitt funktionelt virkis- og mentanarhús til javna medborgaran mitt í kommununi.
Teimum til áminningar er inni í hesi hugtakandi kommunu eitt fleirfunktionelt mentanarhús, Løkshøll, ja eisini aðrir bygningar, sum á kommununar hondum eru greið mentanarhús, so sum Gula Smiðja.
Hartil er kumpassmagnetin so sterk herinni, at virknasta havnarskald í okkara tíð, Jóanes Nielsen, frávelur keikantin hjá lossingarmonnum har suðri í Havn, og heldur sjeyti ára føðingardag í Løkshøll, og løgtingsformaðurin, Bjørt Samuelsen, fer at halda flaggdagsrøðuna herinni, eftir at borgarstjórin sjálvur hevur hildið eina framskundaða flaggdagsrøðu.
Hóast tað blívur eitt sindur maniskt, ert tú sum sligin á nevið av tí víðsýni, sum breiðir seg frá borgarstjóranum og allan vegin niður til bilettsøluapparatið, hóast kommunan ikki er annað enn ein langur álur av tannleysum bebyggilsi, hvør við sínum partsnavni, uttan nakran líkinda savningarstað til býarlív.
Kortini er her inni javnt og samt eitt útvent bókasavnsvirksemi hjá Oyvør, skrivikappingar og skriviskeið á sama stað, og pallborðskjak um mál og miðlar, og bráddliga poppar upp ein søguligur heimildarfilmur úr Rituvík, sum kommunan og Dánjal Højgaard hava loftað og sett á skrá, og Bogi Krossteig, sum vísir enn ein heimildarfilm, ið er um kavingina niður á 70 favna dýpi at síggja russiska trolaran Olshana, sum sakk við Flesjarnar í 2007. Slíkt, sum tú bara kanst droyma um í kulturdoyvdu Havnini, og tó er so beint í grannalagnum, at eg langtandi kann síggja økið úr køksvindeyganum.
Týsdagin verður orðaskifti í Løkshøll um samstarvið við russar, har spurt verður, um vit nú skulu steingja havnirnar og siga Exit Russland.
Men her suðuri í líkasæluni er Havnará blivin syntetisk, og hevur nú í langa tíð lagt miðbyin lamnan inni í eini gamalkommunistiskari Potemkinkulissu úr dekadentu millumkrígstíðini mitt í okkara nútíðarhøvuðsstaði, sum í fleiri húsahæddum úti á havnalagnum hevur tikið yvir allar runavíksrussararnar og teirra lurtiútgerð frá kalda krígnum, og lagt seg í novaja Murmansk har úti við Nyhavn. Til í gjár, tá allir hvurvu.
Ikki tí at journalistiska próvbyrðan er lyft, men pástandurin um spiónvirksemi er lagdur á blik í Kringvarpinum og øllum teim norðurlendsku public service støðunum, hóast Tyrlabrøðurnir mæla Hinvegin, og tvíhalda um, at veruligi vandin kemur úr vesturi. Í dag er eingin russari at síggja í Havn, ein er í Runavík og ein er á veg inn á Fuglafjørð. Kanska er tað Nato venjingin, sum er orsøkin, nú eingin smoking gun kom fram í norðurlendsku kaldakrígsmiðlunum.
Hóast vit greitt halda við Ukraina undir russisku aggressiónini, tí eitt kúgað fólk hevur altíð rætt, undrar støðan í høvuðsstaðnum amerikansku fotografarnar, sum fyrradagin komu higar á fotoskeið, meðan teir eygleiða Melkart, tá hann fer av bedingini eftir umvæling á skipasmiðjuni Mest. Vit sláa okkum til tols við sanginum hjá Sting um Russians, sum helst eisini elska síni børn. Plátuskaldskapur er okkara álit og tulkingarfelagsskapur heldur enn kampanjujournalistikkur.
Og meðan vit enn eru omaná, heldur kommunala kappingin fram, onkuntíð til okkara fyrimun, sum búgva í høvuðsstaðnum.
Nú ætlar fyrrverandi býráðslimurin, Bogi, at leggja Tobba og allan laksaídnaðin á Skálafjørðinum afturum seg við einum brandnýggjum laksatorgi undir Bryggjubakka hin 20. mai, tá tíggju kokkar fara at servera ókeypis Bryggjulaks frá tveimum gøtumonnum, Hiddenfjord og MOWI, í tíggju ymsum samansetingum.
Kanska fer Tórshavnar havn tá at bjóða bortsj og blinis við lúnningarnar.
Men nítjan borðreiðingar eftir einari setu, sum í Víkhúsunum í Oyndarfirði í dag, tað klárar Havnin neyvan.
Summarkappingin millum kommunurnar er byrjað. Og tað er bara gott. Smyrst, so livst.
Døgurði verður aftur í Víkhúsunum flaggdagin og Afternoon tea er leygardagin 29. og sunnudagin 30. apríl.
Manga takk, Oyndarfjørður!