Leygardagin tóku tey epli upp í Tórsbyrgi. Tað var í mai, at eplini, oleva, vórðu sett niður. Tey fingu upp í tvær rokaðar hjólbørur, og bóru epli til dyrnar í posum til fólk í býlinginum.
Jana Mikkelsen og Jón Kragesten skipaðu fyri, eins og tey eru undangongufólk í vakstrarhúsinum Hvamminum, sum er í lagdini, har matriklarnir hjá Tórsbyrgi, Lágargarði og Boðanesheiminum møtast. Vakstrarhúsini eru gjørd úr burturbeindu vindeygunum frá Boðanesheiminum.
Eplaveltan er á fløtuni framman fyri húsini hjá bæði Jón og Janu. Ytst á fløtuni er bakki, har grønur vøkstur verður koyrdur, tá ruddingardagar eru.
- Sum tað sæst á myndini, vuksu nógv flest epli, har varð taðað við kunsttøðum, sigur Jón, sum upplýsir, at næstbesta úrslitið var, har ið bara biotøð vórðu nýtt.
- Síðan varð umleið eins gott, har taðað varð við løgi úr bokashi, og kompostmold úr Tórsbyrgi. Biotøð, saman við ull, sá ikki út til at eydnast so væl, og ei heldur har, ið bara ull varð nýtt.
Jón sigur, at slokkarnir fólnaðu longu síðst í august.
- Um tað kom av soppi, svartaspillu ella øðrum er ikki gott at vita. Men eplini, sum vóru, sóu øll væl út, sigur Jón eins og øll hini.
- Ætlanin var at vita, um tað var munur á handilstøðum og øðrum alternativum tøðum. Og tað var tað, abslout, sigur Jana.
- Men ætlanin er allíkavæl at gera eina líknandi roynd aftur næsta ár, har vit brúka størri nøgdir av alternativu tøðunum, og so seta eplini niður nakað fyrri upp á árið, sigur Jana.
- Uttast til høgru vóru tvey røð við Førka-tøðum og ull. Tað uttara hevði fingið ein umgang eyka við tøðum, men løgið nokk, so vóru líka fá epli undir har. Røðini við heimagjørdum komposti fingu bara eina tunna ál av komposti, tí meira var ikki til taks. Komandi ár ætli eg at leggja 3-4 so nógv, sigur Jana.
Úr køkinum heimanífrá kann eg eisini siga, at kókaðu eplini smakkaðu væl. Tey vóru føst, sum er mítt fyrsta krav til góð epli, ið ikki skulu mosast.
Nógvastaðni kring landið hava býlingar tikið upp epli í hesum døgum.