Í báðum teimum donsk-føroysk orðabókunum stendur blaðdeyði fyri føroyska endanum, tá tú leitar eftir avisdød. Blaðdeyðin, sum hevur verið serliga sjónskur her hjá okkum, er eisini eitt faktum á donskum, sum í fólksligu orðabókini er synonym við úti í heimi.
Fyri áratíggjum síðan, tað mundi vera í 1980’unum, teknaði eg hald, so eg fekk donsku Weekendavísina við postinum, sum tá varð borin út leygardag. Orsøkirnar til haldið vóru tvinnar.
Fyrst hin góða uppsetingin, ið mettaði estetiska sansin, so hvørt tú blaðaði gjøgnum innihaldsríku avísina, við fáum vælvaldum og enn betri plaseraðum myndum, og teksti, sum grein fyri grein er settur upp við øllum hugsandi lesivegleiðingum, fyrst eitt einsamalt tematiskt stikkorð, ið er manchett, so ein sentrerað undiryvirskrift, sum altíð er omanfyri yvirskriftina, og so breyðteksturin, ið grafiskt er settur upp við sama skilvísi, millumyvirskriftum, sitatum og faktaboksum, sum ovasti partur av greinini leggur upp til, sum var tað eitt tónleikaverk, tú leggur á plátuspælaran. Frá miðjuni og út.
Og so byrjar teksturin.
Hjúklaður um, so tú hoyrir tað í turra skróvinum, tá tú blaðar, vælskrivaður, rættlisin, og so undirfundigt væl vinklaður, at tað er ein frægd at lata eyguni renna niður eftir teigunum, til liðugt er.
Innihaldsliga hevur mær altíð dámt best tey trivaligu og ofta totaliteru - tá hugsað verður um at miðsavna alla vitan um aktulla evnið - filmsummælini hjá Bo Green Jensen. Tú veitst alt um evnið, tá tú ert liðugur at lesa. Mettaður av filmi og fakta.
Hann og Peter Bradshaw í The Guardian hava verið mínar leiðarstjørnur, tá umræður nýggjan film, serliga í frásøgnum frá filmstevnum.
Nú er nakað fráliðið síðan Bo Green Jensen sást í Weekendavísini.
Spurdi hann beinleiðis og redaktiónina við, um hann er givin.
- Jú, tað er rætt sæð. Tíanverri skrivar hann ikki fyri okkum longur, sigur avísin.
Sjálvur skrivar Bo eina longri persónliga frágreiðing, sum eg haldi vera nokkso ræðandi fyri eina avís, ið eg helt vera ordiliga, men ikki geri longur. Eftir 42 ár og fleiri enn tíggjutúsund ummæli og greinar, hevur higartil besta avísin slitið samstarvið við besta filmsummælaran, sum heldur fram at skriva aðrastaðni, og annars í størri mun fer at virka sum rithøvundur.
Hóast Martin Kongstad er komin til, og skrivar sum eingin annar um eitt annað yndisevni, matgerð og kulinariskar upplivingar innan- og uttanlands, er einki at gera.
Mítt argument fyri at halda avísina og rinda fimmhundrað krónur um kvartalið fyri digtala haldið, árið fyri pensjónin setur inn, er burtur. Tí havi eg valt at skerja hesa útreiðslu, sum nú bleiv óneyðug. Eingin Bo. Eingin filmur. Einki hald.
Spell at eygleiða, hvussu blaðdeyðin tekur kvørkratak um pressuna og vælskrivaða tekstin, serliga hin mentanarliga, sum eg og fleiri við mær til gerandis hava fegnast um í áratíggju, uttan at sett verður við. Spell.
Eisini á heimsins bestu avís er blaðdeyðin og serliga smalkaða mentanarsýnið ein veruleiki.