Skip to main content

Posts

Showing posts with the label mentan

In restless dreams

Tá íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar (f.1943) um aldarskiftið fann uppá Listastevnu Føroya, royndu fólk at fáa Paul Simon higar at syngja, eftir at Björk varð uppgivin, tí hon var ov kravmikil. Listarliga orsøkin, at fáa Paul Simon higar, hevði í nógv ár verið eyðsýnd, men praktiska orsøkin var, at Simon sjálvur nú var farin at siga, at hann bara sang á smáum støðum.  Ein lokalur sponsorur, eitt skeinkistað í Havn, legði eina risa upphædd á borðið, um vit eydnaðust at fáa Paul Simon higar at syngja.  Tá evropeiski umboðsmaðurin vildi hava at vita, hvat vit høvdu at rutta við, just for starters, at vita soleiðis á leið, hvar vit flutu, segði hann "Mister, I have to inform you, that that is not even within the interest of my client!" og smekkaði rørið á.  So lendu tey aftur á heimalandsstrond, og máttu taka til takka við logistikki, pallum og inntøkumøguleikum, sum ikki í huganum, men í peningastýrda veruleikanum eru og altíð fara at verða avmarkaður.  Vági

Ein stjørna í Nólsoy

Stóra stjørnan, á teim átta av tíggju stovukonsertunum, mær eydnaðist at hoyra og uppliva í Nólsoy í gjár, var Maria á Heygum, sum eisini ber millumnavnið Ronnisdóttir, ið avdúkar, at pápin er Ronny Nielsen, sum sæst við gittarinum, og at mamman er kenda sangarinnan Rúna á Heygum. Eg hoyrdi Mariu í stovuni hjá Gunnvør og Hilmar Joensen. Hóast allar konsertir á stOVEtónum verða borðreiddar í einum samspæli millum rúm og fólk, og høvdu hvør sín profil og upplivingareginleika, var júst henda konsertin við Mariu á Heygum hin besta, eg hoyrdi í gjár.  Umframt Brævið  frá Kemm Poulsen við lagnum hjá Kim Hansen og Føgru blómu hjá Poul F, sum í báðum førum longu eru klassiskir standards, ið hon lyfti upp til nýggjar hæddir - hin seinna við lagnum Silver threads among the gold,  sum í USA kann sporast til 1873 og í 1916 hevur verið ein svenskur friðarsangur  Varför skola männ'skor strida -  so sang Maria eisini Hallelujah  hjá Leonard Cohen í týðing hjá Georg Eystan Á, og eina nýggja nem

Hvør sangur er bestur?

Við ársenda taka vit saman um. Tað gera øll. Eisini starvsfólk, sum fáast við sangtekstir av øllum handa sløgum, summi ið bara lurta til gerandisbrúk og onnur, ið syngja í kóri innan og uttan kirkjugátt.  Men henda dag vildu vit røkka longur og gera eitt meira varandi yvirlit, nakað sum indiánarin, Unkas hjá Chingachgook, ið tók knívin fram og høgdi í stóra steyran við litaðu skurðmyndunum, sum eru verndardýr, ið skríða fram eftir jørðini og vit sjálvdan geva okkum far um. Vit gjørdu ein sang-totem-pela. Hvussu langt upp á steyran kunnu vit seta bestu føroysku sangir? Og hvørjir eru teir niðastu? Og hvat er tað, sum gera av, hvør plaseringin er? Eftir fleiri umskrivingar kom eitt slag av semju um bestu og ringastu sangir á talvuna. Sálmar hildu sær ovast á øllum variantum av listunum, tí at sangbøkurnar eru nógvar, og í stóran mun hava tær skapt málið, tann hjá Brøðrasamkomuni, sum kallast sangbók og ikki sálmabók, hóast hon í fleiri førum er identisk við Sálmabókina, er hin størsta í

Allir føroyingar hava eina kontu í ”sosialbankanum”

Mánadagin hevði kultursosiologurin, Charlotte Wilhelmsen, sum er av Eysturbrúgv í Keypmannahavn, sett mær stevnu til eina bandaða samrøðu við støði í mínum bloggi. Vit møttust í Paname á Vaglinum og skiftu orð um miðlar og mentanir. Hon mintist, at tá hon hitti føroyingar í Keypmannahavn, vóru teir ógvuliga upptiknir av rættstaving. Hetta er fyrstu ferð Charlotte er í Føroyum. Hon er her sum partur av altjóða skipanini Workaway, sum 24 føroyingar eisini eru við í. Hon steðgar her í seks vikur, og hevur gjørt av at savna tilfar til eitt poddvarp. Tí vildi hon hoyra nærri um bloggin og tað, sum eg her havi skrivað í meir enn fimtan ár í 3500 føroyskum uppsløgum, har okkurt er heilt nógv lisið, serliga tað um estetikk og arkitektur í Nútíðarhavnini. Men eisini um gastronomi og at ferðast og uppliva fremmandar mentanir. Tá prátið var liðugt, nýtti eg rímiligvís høvið at seta henni nakrar spurningar afturímóti. Niðanfyri er prátið. - Eg eri kultursosiologur, og havi eina magistaragrad frá L

Sjeyndi Skannarin

Sjeyndi Skannarin hjá Øssuri og Brynhild er fínur uppá ein eitt sindur hugnaliga altmodisch máta, sum alla tíðina fær meg at hugsa, at hann hevði riggað nógv betri sum beinleiðis Útvarpssending fríggjamorgun, heldur enn offspring hjá Dimmu í kjallaranum hjá Arbeiðskvinnufelagnum í Havn.  Tað hevði verið greiðari.  Útvarpið, sum einki ger við tað fjølmiðlakritiska í skránni til lurtaran, hevur slept hesum upplagda vertsmøguleika, sum burdi veri har, men bara ikki er har.  Tey bæði eru so púra natúrliga heilt har uppi í journalistisku føðiketuni, at tey slett ikki verða fatað sum Jesu-Kristi-Kirke-af-Sidste-Dages-Hellige, tá tey tilskila sær rættin at kommentera tað, sum hini fyrr hava kommenterað, Norðlýsið í Klaksvík og Eirikur í Havn. Evnið er, at Føroyar eru limur í FIFA og í fýra vikur skal heimsins besti fótbóltur nú avviklast, sum útvarpsfólkini siga, í oyðimarkarlandinum Katar, ið hevur fingið gestaarbeiðarar at byggja sær eftirgjørdar býir og spælistøð fyri menn, sum ikki gang

Suðuroyggin fingið biograf

Í samstarvi við Filmsfelagið er Saltbio farið undir regluligar sýningar mikukvøld og hóskvøld. Fyrsti filmur var Cannesvinnarin hjá Ruben Östlund Triangle of Sadness , sum varð vístur í Saltbio í gjárkvøldið.  Bæði mynd og ljóð eru framúr, og góður møguleiki er at seta seg til borðs í forhøllini. Júst hesin partur, sum definerar nútíðarbiograf, ber ikki til í høvuðsstaðnum.  Í Saltbio fegnaðust fólk um, at Suðuroyggin aftur hevur fingið biograf.  Innan sjónvarpið gjørdi innrás, vóru fólk kring landið serstakliga íðin at ganga í biograf, og gott úrval var av filmi bæði í Vági og á Tvøroyri, har biografar vóru. Búmerki fyri Saltbio varð kunngjørt og Grand opening, tey rópa, var hóskvøldið í farnu viku, tá Geytavinnarin hjá Eir í Ólavsstovu Sálarkvøl og hugvekjandi stuttfilmurin Tokskinnarin hjá Terja Mohr vórðu sýndir.  Lív og Tróndur sungu á pallinum, boðin varð ein góður biti uppiá og greitt varð frá um búmerkið, sum tekur støði í ímyndini av Chaplin. Eisini varð greitt frá, hvussu F

Hvat er mentan?

Í kvøld varð eg so heppan at síggja byrjunarfilmin hjá minnilutafestivalinum, FIMFF, í Norðurlandahúsinum. Nýggjur iranskur filmur um ein syrgnan mann, ið hevur sagt upp, tí hann hevur dømt hin skeiva til deyðis, og nú roynir at vera um einkjuna og deyvu dóttrina afturfyri. Tað gongur ikki væl. Einki gongur væl í hesi hugtakandi iransku tragediu, The Ballad of a White Cow , sum kvinnuligi høvuðsleikarin, Maryam Moghadam, hevur gjørt. Rós til FIMFF fyri sýningina um deyðarevsing og iðran dómarans í dagsins Iran. Meðan eg við Ringvegin í Havn, eins og aðrir biografgangarar úti í heimi beint nú, síggi henda stilført eksotiska arthouse film, kann eg ikki annað enn hugsa um, hvørja støðu mentan og mentanarmiðling hevur í høvuðsstaðnum, tá eg heimkomin lesi kvøldmiðlarnar. Stórhøllin, Føroya Arena, sum uppi í haganum kostar skattgjaldaranum nógv meir enn ætlað, er nú komin á donsku fíggjarlógina, pengar til parkeringspláss verða tiknir frá Norðurlandahúsinum og enn er ikki eitt oyra av týdni