Við ársenda taka vit saman um. Tað gera øll. Eisini starvsfólk, sum fáast við sangtekstir av øllum handa sløgum, summi ið bara lurta til gerandisbrúk og onnur, ið syngja í kóri innan og uttan kirkjugátt.
Men henda dag vildu vit røkka longur og gera eitt meira varandi yvirlit, nakað sum indiánarin, Unkas hjá Chingachgook, ið tók knívin fram og høgdi í stóra steyran við litaðu skurðmyndunum, sum eru verndardýr, ið skríða fram eftir jørðini og vit sjálvdan geva okkum far um. Vit gjørdu ein sang-totem-pela.
Hvussu langt upp á steyran kunnu vit seta bestu føroysku sangir? Og hvørjir eru teir niðastu? Og hvat er tað, sum gera av, hvør plaseringin er?
Eftir fleiri umskrivingar kom eitt slag av semju um bestu og ringastu sangir á talvuna.
Sálmar hildu sær ovast á øllum variantum av listunum, tí at sangbøkurnar eru nógvar, og í stóran mun hava tær skapt málið, tann hjá Brøðrasamkomuni, sum kallast sangbók og ikki sálmabók, hóast hon í fleiri førum er identisk við Sálmabókina, er hin størsta í okkara heimsparti, kanska í heiminum, og hevdin at syngja úr andaligum sangbókum á heimlandsmálinum er so sterk, at allar samkomur og fleiri kirkjur hava sangkór, sum vit hvønn sunnudag síggja í sjónvarpinum og hvønn morgun hoyra í útvarpinum uppá gott og ilt. Hvussu vit so møtast, er tulkingarfelagsskapurin sterkastur kring hetta slag av sangi, sum í útbreiðslu er ein maktfaktorur, ið við livandi makt er ovasta tunga í samfelagsskipanini.
Upp á næstovastu rók hava kvæðini bart seg við túsundum av ørindum. Kanska skuldu tey verið ovast, tí málið býr í teimum, og nútíðarføroyskt hevði ikki verið til uttan munnborna kvæðaskaldskapin. Fyri hundrað árum síðan var vandi fyri at kvæðini doyðu út, men tað hendi ikki. Upptøkur vórðu gjørdar og kvæðini komu á savn. Enn eru tey ikki so útbreidd sum bróðurmentanin við sálmasangi, ið hvønn dag hoyrist í útvarpinum, hóast radikal feløg eru, serliga í høvðusstaðnum, har tey taka kvæðaarvin í so stórum álvara, at tey kravdu at verða sett ovast á listan, tí tey eru fá og berjast ein so týdningarmiklan dyst, sum ikki kann metast við nakað annað í landinum og føroysku mentanini. Tá tú í ramasta álvara gert ein tílíkan lista við totempelasangum varnast tú, hvussu tungt tað liggur summum á hjarta, at útinna og seta í samfelagsskipanina akkurát tað slag av sangi, tú sjálvur dyrkar. Kalkynsformurin er brúktur, tí tað eru bara menn, ið eru potensierandi aggressivir í so máta. Eftir felagssangin á ólavsøku verða kvæðini livandi á Vaglinum.
Triðovastur er Kingosangur, sum er sterkastur í teim bygdum, ið síðstar vórðu at fáa sær urgu í kirkjuna, og skaptu nakað so løgið sum eina kakofoniskt-poetiska hevd at út- og niðursyngja tey minnimentu. Sterkasta familja í bygdini bestemmaði og sang tí harðast, til liðugt varð, og skapti heilt upp undir loftið ein vevnað av bjargaljóði, sum við útsýni til havið, ikki hoyrdist aðrastaðni. Heldur enn at verða ein livandi hevd varð Kingosangur skjótt sendur á savn.
Fosturlandssangir, sum eru yrktir í útlegd, verða nógv dyrkaðir í útvarpi og á summarstevnum, ikki minst tá okkurt vinnuligt verður sett fram í útlondum. Fosturlandssangir eru so góðir, at teir verða settir omanfyri allar arbeiðarasangir, men nema við tað, sum vit rópa plátuskaldskap, sum er ein hevd, ið fylgir framkomuni av plátuspælarum og LP plátum hjá kára p og Martini Joensen, sum í báðum førum leggja grund fyri einum komandi skaldskapi, sum nú er á plátu og knýtir seg til norðurlendsku grannalondini, har Ulf Lundell, Lillebjørn Nielsen, Anne Linnet og Bubbi Morthens hava lagt karm um samtíðarhevdina, sum óloysilgani er knýtt at útvarpi og spælistøðum, ið eru úrslit av kommunalum mentanarpolitikki við síðuna av fótbólti.
Eins nógv kór, ið syngja fosturlandssangir, dyrka eisini gospel í ymsum skapi, tí kunnleikin til stóru gospelsangbøkurnar er stórur og fólk vilja syngja við einum sikti og endamáli, sum er lívsseigari og meira eggjandi enn hvíti sálmasangurin.
So koma vit til V4 tættir, sum ikki eru til longur, tí teir hava ongan pall. Hóast teir vórðu stuttligir og orðakringir, tí teir knýttu seg til hendingar, oftast politiskar, í gerandisdegnum, er áhugin fyri V4 tættum burtur.
Nú eru vit komin til miðjuna í listanum, sum gevur eitt subjektivt boð uppá góðskuna, virðið, haldførið og berættilsið í føroyskari sanghevd og útbreiðsluni av henni. Helst eru fólk ymisk á máli um ymsu plaseringarnar á listanum og hvar ymsu sangirnir og sangsløgini eiga at vera, ovast ella niðast í kollektivu myndini og fatanini av sangi í føroyska samfelagnum.
Livst, so spyrst, sigur syngjandi fólkið.