Í kvøld varð eg so heppan at síggja byrjunarfilmin hjá minnilutafestivalinum, FIMFF, í Norðurlandahúsinum. Nýggjur iranskur filmur um ein syrgnan mann, ið hevur sagt upp, tí hann hevur dømt hin skeiva til deyðis, og nú roynir at vera um einkjuna og deyvu dóttrina afturfyri. Tað gongur ikki væl. Einki gongur væl í hesi hugtakandi iransku tragediu, The Ballad of a White Cow, sum kvinnuligi høvuðsleikarin, Maryam Moghadam, hevur gjørt. Rós til FIMFF fyri sýningina um deyðarevsing og iðran dómarans í dagsins Iran.
Meðan eg við Ringvegin í Havn, eins og aðrir biografgangarar úti í heimi beint nú, síggi henda stilført eksotiska arthouse film, kann eg ikki annað enn hugsa um, hvørja støðu mentan og mentanarmiðling hevur í høvuðsstaðnum, tá eg heimkomin lesi kvøldmiðlarnar.
Stórhøllin, Føroya Arena, sum uppi í haganum kostar skattgjaldaranum nógv meir enn ætlað, er nú komin á donsku fíggjarlógina, pengar til parkeringspláss verða tiknir frá Norðurlandahúsinum og enn er ikki eitt oyra av týdningi sett av til bygging av gamla heimleysa travaranum, Tjóðleikhúsinum, sum tvørturímóti er vorðin ímyndin av rindalistiskt tvørrandi vilja at skapa karmar um list.
Men hov, hvat er hatta, sum Sølvi í Runavíkar kommunu lýsir eftir? Fólki at samskipa mentan? Píkarill. Tað hava vit ikki í Havn. Ein samskipara við hugskotsbanka og kalendara í reyvalummanum til alt virksemi, sum er á lokala mentanarøkinum. Løkshøll, Bókasavnið, Gulu smiðju, mentanarviku og allar tær fimtan bygdirnar. Tað hava vit sanniliga ikki í Havn. Ikki inn í eygað, hvaðna minni í munnin, nú Koks rýmdi og vit ístaðin fáa ein køst.
Meðan Havnin er á aftasta plássi í mentanardivisiónini, tí eingin arbeiðir yvirskipað fyri hana - hóast hon blómar í privatum sjálvdrátti, ið ikki á nakran hátt ger tað betri, at einki kommunalt yvirskipað bindingarlið er á økinum - er Runavík heilt greitt í fremstu røð, tá umræður at fyriskipa, skapa karmar og varpa ljós á ítøkiligar mentanarupplivingar fyri fólk har í kommununi.
Rós til Sølvi, Tobba og teirra lið fyri ein virknan mentanarpolitikk.
Og samstundis botnkarakter til kommunala høvuðsstaðin.