Skip to main content

Ein stjørna í Nólsoy

Stóra stjørnan, á teim átta av tíggju stovukonsertunum, mær eydnaðist at hoyra og uppliva í Nólsoy í gjár, var Maria á Heygum, sum eisini ber millumnavnið Ronnisdóttir, ið avdúkar, at pápin er Ronny Nielsen, sum sæst við gittarinum, og at mamman er kenda sangarinnan Rúna á Heygum.


Eg hoyrdi Mariu í stovuni hjá Gunnvør og Hilmar Joensen. Hóast allar konsertir á stOVEtónum verða borðreiddar í einum samspæli millum rúm og fólk, og høvdu hvør sín profil og upplivingareginleika, var júst henda konsertin við Mariu á Heygum hin besta, eg hoyrdi í gjár. 

Umframt Brævið frá Kemm Poulsen við lagnum hjá Kim Hansen og Føgru blómu hjá Poul F, sum í báðum førum longu eru klassiskir standards, ið hon lyfti upp til nýggjar hæddir - hin seinna við lagnum Silver threads among the gold, sum í USA kann sporast til 1873 og í 1916 hevur verið ein svenskur friðarsangur Varför skola männ'skor strida - so sang Maria eisini Hallelujah hjá Leonard Cohen í týðing hjá Georg Eystan Á, og eina nýggja nemandi umseting Góðan morgun, mín kæri av sanginum God morgen, min kjære hjá svenska Benny Borg, sum síðan 1969 hevur búð í Noregi. Sangurin varð framførdur við tí intenst klassiska drama í røddini, sum hoyrir seg til ein ektaðan poppsang, ið fyri meininga lurtaranum klekir eina eksistentiella lívsstøðu, sum til dømis tá Judy Collins syngur Send in the Clowns. Framúr!

Guðrið Hansdóttir hevði trupulleikar við røddini, so hon hevði fingið beiggjan, Bjarka Hansen, at hjálpa sær. Tann støðan og undurfullu restaureraðu húsini hjá Aðalbjørg og Nicolaj Falk, gjørdu løtuna intima. Ikki bleiv tað verrið, tá eg varð boðin at sita í einum íslendskum klappstóli frá Operahúsinum í Reykjavík, har Nicolaj arbeiddi, og hevði kaprað, fyri at vera í dagsins sjórænaraterminologi, stólin til Føroya. Eini hús, har gamal timburhiti glógvar í hvørjum horni.

Herborg Torkilsdóttir hevði tikið Ólav á Váli við sær í Vevstovuna hjá Guðrun og Ivan, og í stovuna hjá Evy og Anfinn. Nýggja duettin riggaði framúr væl, ikki minst tá tey spældu Jim Reeves og Patsy Cline. Men serliga væl dámar mær Herborg fyri egnu sangirnar, sum umframt at verða speiskt nútíðarligir, eisini peika aftur til vísutraditiónina, sum blussaði upp við V4 fyri hálvari øld síðan. Ertandi stuttligt og ein altíð chick og smart framførsla, sum egnar seg serliga væl til eina stovu, har gott samband er millum gestirnar og Herborg, sum ikki aftrar seg fyri impromptu at seta nýggj nøvn inn í sangirnar. Riggar væl og er í góðum samljóði við tankan um stovukonsertir. 

Í Vevstovuni hjá Guðrun upptraðkaði legendan Eyðun Nolsøe við eini páskabukett av klassikarum, eisini sangum, sum sjálvdan eru at hoyra. Hann hevur ongan settlista, sigur hann, men livir í stovuni og í løtuni. Í hugtakandi útgerðini til vevnað, fer Eyðun at fortelja um tónleikakappingar og hvør vann hvat, tá Amnesty í fyrndini skrivaði út kapping um nýggjar sangir. 

Seinni sama dag, tá eg hoyri Terja uppi hjá Amandu og Høgna, skilji eg, at henda forteljing ikki bara er faktaupplýsingar, men partur av eini vendetta millum Terja og Eyðun. Tað heldur í hvussu er Terji, sum um kvøldið er púra uttan filtur, og millum poetisku poppklassikararnar, vit eiga á føroyskum, hevur trongd at fortelja teim møttu í stovuni, hvussu nógvum konum hjá Eyðuni hann hevði verið í song við. Eitt óvæntað lágpunkt á degnum. Sovorið gert tú faninme ikki!

Umframt hesar báðar legendarisku klassikarar í føroysku poppsøguni, hoyrdu vit eisini Sámal Ravnsfjall í stovuni hjá Mariann og Bárði við útsýni oman móti bygdini. Ein góð og væluppløgd løta, har Sámal fortelur um at spæla á gøtuni í fremmandum londum og at skriva alternativar fóbóltssangir í Vágum. Livandi stuttligt og altíð við perspektivum, sum lyfta løtuna, so hon verður hugsunarsom.

Inni hjá Maud og Fríðriki avdúkar Janus á Húsagarði eina sjáldsama karisma, tá hann sigur søgur í eini vísutraditión, sum hóast djúpt egnar og úr egnum upplivingum á lívsleiðini, meir enn onkuntíð nemur við Donovan og hansara storytelling sangir. Meðan eg síggi, hvussu hugtiknir áskoðararnir eru av Janusi, varnist eg, at heilt nógv av teimum, ið vitja allar stovukonsertirnar, eru í nýbundnum troyggjum við nýggju litum og mynstrum.

So taka Spælimennirnir í Nólsoy saman um dagin í Royndarhúsinum, har øll tey, ið vara av tiltakinum, ganga til handa í køkinum. Umframt søguligu fløggini á vegginum, kunnu vit afturvið spælimanstónleikinum njóta vaflur við róma og súltoyi, men eisini – sum eg geri – eina frágerða góða suppu hjá Maud við høsnarunga, nógvari krýddfyllu og jarðnøtum omaná. Himmalskt við einari Klikkhaze afturvið.

Tey, sum fyrr arbeiddu við einum svimjihyli til minnis um Ova Joensen, hava seinastu árini lagt á annan bógv, og arbeitt við einum savni um Ova, kallað Ovasavnið, til minnis um Ova Joensen, sum í 1986 róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar. Bátin, Diana Victoria, bygdi Hanus Jensen úr Skúgvoy. Árið eftir doyði Ove, 38 ára gamal. 

Fyriskipararnir av Ovasavninum upplýsa, at stuðul er komin úr løgtinginum og frá Tórshavnar kommunu. Fyrr um dagin møtti borgarstjórin, Heðin Mortensen, øllum systkjunum hjá Ova. Í staðin fyri at loysa flag, ella rógva til havs, tóku tey ár til lands. Við árini, sum eisini var ríva, tóku tey hana í hond, og rivu fyri á grundini, har Ovasavnið skal verða. Formaður er Thomas Joensen, sum her sæst saman við Heðini Mortensen.

Borgarstjórin helt røðu og segði, at nú eru vit eitt fet nærri Ovasavninum. Heðin vísti á, at nólsoyingar duga at flyta seg við tíðini, og at laga seg eftir umstøðunum. Er ein leið ikki gongd, so verður gingið eina aðra. - Nýggja Ovasavnið er ein góð loysn, sum kemur at gera sítt til, at Ove og hansara roysnið seint verða gloymd, segði borgarstjórin, sum eisini nýtti høvið at rósa eldsálunum, sum í árvís, hava gjørt sítt til, at Ovasavnið nú er komið hertil. - Parturin hjá kommununi skal ikki liggja eftir, vissaði hann stóru fjøldina, sum leygardagin var møtt í Nólsoy, um. 

Takk fyri løtuna og gleðiligar páskir, nú alt er farið at spretta, og ferðabøkur á fyrsta sinni eru komnar á borðið, úti undir opnum himni.