Tá íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar (f.1943) um aldarskiftið fann uppá Listastevnu Føroya, royndu fólk at fáa Paul Simon higar at syngja, eftir at Björk varð uppgivin, tí hon var ov kravmikil. Listarliga orsøkin, at fáa Paul Simon higar, hevði í nógv ár verið eyðsýnd, men praktiska orsøkin var, at Simon sjálvur nú var farin at siga, at hann bara sang á smáum støðum.
Ein lokalur sponsorur, eitt skeinkistað í Havn, legði eina risa upphædd á borðið, um vit eydnaðust at fáa Paul Simon higar at syngja.
Tá evropeiski umboðsmaðurin vildi hava at vita, hvat vit høvdu at rutta við, just for starters, at vita soleiðis á leið, hvar vit flutu, segði hann "Mister, I have to inform you, that that is not even within the interest of my client!" og smekkaði rørið á.
So lendu tey aftur á heimalandsstrond, og máttu taka til takka við logistikki, pallum og inntøkumøguleikum, sum ikki í huganum, men í peningastýrda veruleikanum eru og altíð fara at verða avmarkaður.
Vági mær at pástanda, at Listastevnan setti sær hægri listarlig mál enn nakað annað átak í øll tey ár Norðurlandahúsið hevur verið til og reiðiliga tað. Og lat meg samstundis nýta høvið at siga til lukku við teimum fjøruti!
Nú er hann 81, Paul Simon, og arbeiðir við nýggjum verki, Seven Psalms, ið hann sigur er kveikt av dreymi, sum hevði rót í bíbilsku sálmum Dávids, ið hann beint skrivaði niður, tá hann traðkaði út á gólvið.
Sum bíbilska sjeytalið hjá Petter Dass, telur nýggja plátan hjá Simon, ið varir 33 minuttir, eisini sjey sálmar: The Lord, Love Is Like a Braid, My Professional Opinion, Your Forgiveness, Trail of Volcanoes, The Sacred Harp og Wait. Simon vónar, at vit fara at lurta eftir plátuni út í eitt. Hon kemur út hin 19. mai, og eg havi sett kross í kalendarin.
Fylgisveinur hjá aldrandi Simon er Oscarvirðislønti Alex Gibney, sum hevur gjørt heimildarfilmin In Restless Dreams, ið er eitt heiti, tú beinanvegin kennir upprunan til. Er nakar fyrimyndarlig kanon í poppskaldskapi, so er henda tilsiping í sjálvum oddinum, The Sound of Silence. Hóast vit enn níga fyri neongudinum, man Paul Simon vera týdningarmesta plátuskald, síðan poppur tók seg upp.