Skip to main content

Posts

Showing posts with the label norrønt samstarv

Besti norðurlendski filmur

Tað er sjónleikarin Benedikt Erlingsson (f.1969), omanfyri til høgru, sum við Hross í oss á fyrsta sinni hevur skrivað og leikstjórnað film í fullari longd. Navnframi leikstjórin Friðrik Thór Fridriksson, omanfyri til vinstru, hevur framleitt og leikarar eru Charlotte Bøving, ið er kona Benedikts, og Ingvar E. Sigurðsson. Trý fólk úr hvørjum av teim fimm Norðurlondum, ið hava limaskap í Norðurlandaráðnum, hava gjørt av, at hetta er besti filmur í Norðurlondum. 17. september var Benedikt sjálvur í Norðurlandahúsinum og vísti filmin fyri mest sum øllum reiðfólkum í landinum. Í tí sambandi varð sagt soleiðis um filmin: Hross í oss verður í Íslandi lýstur sum “grimm sveitarómantík”, ið snýr seg um menniskjað í rossinum og rossið í menniskjanum, tá ið kærleiki, sex, ross og deyði verða tvunnin saman við hondføstum avleiðingum. Í ljóði og leiki spælir rossafilmurin uppá bæði tølt og tango. Leikstjórin sigur, at filmurin er eitt felags avrik, ið byggir á sjálvt evnið, staðin, objek

Norðurlendsk Bókasavnsvika 2014

Norðurlendska bókasavnsvikan verður í døgunum 10. - 16. november 2014, tá trøll í Norðurlondum er evni. Eitt spennandi hefti við hugskotum er gjørt á norskum og svenskum. Hesar dagar fara fólk á bókasøvnum, skúlum, dagstovnum og deildum hjá norrønu feløgunum um øll Norðurlond og Baltalond við, at lesa upp úr somu norðurlendsku bókmentum samstundis. Bókasavnsvikan verður í ár hildin fyri átjandu ferð, og mánadagin 10. november verður tann stóri felags upplestrardagurin við trøllum á skránni. Upplesturin er í tveimum pørtum: “Sólarris”, sum er upplestur fyri børnum um morgunin, tá lisið verður úr hesum báðum bókum: Um kvøldið er “Skýmingarløtan”, sum er upplestur fyri vaksnum. Harafturat er ein bólkur, sum vendir sær til størri børn. At taka lut í Norðurlendsku bókasavnsvikuni er ókeypis. Her krevst bara áhugi. - Saman skapa vit eitt serstakt upplivilsi, tá ið norðurlendsku bókmentirnar verða gjørdar livandi, og fáa veruligar røddir í vetrarmyrkrinum, siga fyrireikar

Greenland Eyes í Norðurlandahúsinum

Undir heitinum Greenland Eyes bjóðar Norðurlandahúsið til trettan púra ókeypis filmsýningar í komandi døgum. Byrjað verður sunnudagin 5. oktober kl 17:00 við fyrsta altjóða spælifilminum, sum er gjørdur í Grønlandi, "Nuummioq" (Otto Rosing 2009 95 min). Virðislønti filmurin “Inuk” (Mike Magidson 2010 90 min) verður sýndur týskvøldið. Leikstjórin er til staðar og fer at svara spurningum eftir sýningina. Úr skránni kann eisini nevnast heimildarfilmurin “Arfernat” (Bundgaard og Svinkløv 2014 77 min), sum verður sýndur mánakvøldið. Eisini hesin filmur hevur fingið sera góð ummæli, har hann hevur verið vístur. Leikstjórarnir eru til staðar mánakvøldið og fara at svara spurningum. Frá mánadag til mikudag eru sýningar kl 19:00 og kl 21:00. Hósdagin er ein sýning kl 17:00. Ókeypis atgongd er til allar filmar.

Peter Madsen vitjar aftur

Vinjetttekningarnar og heilsaninar omanfyri eru frá Peter Madsen  (f. 1958), tá hann vitjaði Filmsfelagið at sýna nýggja teknifilmin Valhalla  (1986) á filmstevnu í Norðurlandahúsinum dagarnar 28. mars til 3. apríl í 1987. 28 ár seinni vitjaði hann aftur í sama húsi. At tekna og siga frá varð heitið á skeiðnum, masterclass og workshop, við danska teknaranum Peter Madsen, sum Inger Smærup Sørensen skipaði fyri í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Tað er í sambandi við heystframsýningina Gisp! , sum Norðurlandahúsið í trimum umførum er vertur fyri. Gisp! vil við hesum varpa ljós á brot úr teknirøðum í ymsum listagreinum. At tekna og siga frá er byrjanin, har Peter Madsen, sum teknaði Valhalla (Interpresse 1979 og Carlsen Comics frá 1991), ið varð gjørd til film í 1986, og sum Árni Dahl samstundis týddi og gav út á føroyskum á forlagnum Fannir frá 1987 til 89, tók móti vaksnum virkandi teknarum. Her síggjast Peter og Rannvá Mortensen. Komandi skeið fara at venda sær

Hross í oss millum bestu evropisku filmar

Íslendski filmurin Hross í oss (Benedikt Erlingsson 2013), sum Norðurlandahúsið vísir í kvøld kl 19:30, er millum 50 filmar, sum kappast um at verða besti evropiski filmur í ár. Tað boðar skrivstovan hjá European Film Awards frá í dag. Avgerðin fellir í Riga, sum er evropiskur mentabýur, 13. desember. Ein annar íslendskur filmur, Life in a Fishbowl (Baldvin Zophoníasson 2014) er eisini millum teir tilnevndu 50 filmarnar, sum eru úr 31 londum og sýna spennið í evropiskari filmsgerð beint nú. Umframt íslendska filmin Hross í oss , havi eg sæð danska Nymphomaniac (Lars von Trier 2013) í Grand í Keypmannahavn og svenska Vit eru bestar (Lukas Moodysson 2013) í filmsfelagnum Klipp í Norðurlandahúsinum. Millum filmarnar, eg vildi ynskt at sæð, eru pólski Ida (Pawel Pawlikowksi 2013) og bretski Mr. Turner  (Mike Leigh 2014) um málaran J.M.W. Turner, sum Havnar Bio fer at vísa í vetur. Komandi vikurnar fara fleiri enn 3.000 limir í European Film Academy at atkvøða í deildunum

Bárður Oskarsson í uppskoti

Í dag kunngjørdi Norðurlandaráðið á árligu barnabókamessuni í italska býnum, Bologna, hvør er sloppin við í endaumfarið í kappingini um barna- og ungdómsvirðirslønina , sum fyri aðru ferð verður latin í ár. Nú eru tilsamans fimm norðurlendskar virðislønir. Millum tey trettan, tvey úr hvørjum Norðurlandi, og eitt úr hvørjum av teim sjálvstýrandi økjunum, sum vit territorialføroyingar kallast í norrønum samstarvi, er okkara egni Bárður Oskarsson við barnabókini Flata kaninin , sum kom út í 2011. Inger Smærup Sørensen peikar á yndismyndina á stóru framsýningini  Yvir Borð , sum hon kurateraði í mai í fjør, har fleiri enn 60 verk hjá Bárði vórðu sýnd fram í Stephanssonshúsi. Ein framúr framsýning, eins og aðrar frá hennara hond í somu hølum og aðrastaðni við. Umframt barnabókina hjá Bárði, er Tóroddur Poulsen í uppskoti at fáa norðurlendsku  vaksnamannabókavirðislønina fyri yrkingasavnið  Fjalir , sum forlagið í Støplum gav út í fjør, og Inger Smærup Sørensen hevur umsett ti

Norðurlandadagur

Í dag er Norðurlandadagur, ið er ársdagurin fyri Helsingforssáttmálan, sum í 1962 setti karmarnar um Norðurlandaráðið. Omanfyri er Anette Kreuger í kovboybuksum og rullukragatroyggju, júst so sum eg avmyndað hana á Idöborg í Stockholmska skergarðinum í 1990. Flaggið gjørdi hon í einum arbeiðsbólki, sum skuldi lýsa Norðurlond í framtíðini. Tann verkætlanin er langt síðani vorðin fortíð. Niðanfyri sæst David Reid, sum eg avmyndaði í Vágsbotni á sumri í 2008 við orknoyska flagginum umborða á seglbátinum Capella Endavour. Og so ynski eg Norrøna Felagnum ein góðan aðalfund, sum er í Norðurlandahúsinum í dag, norðurlandadagin.

Monica Z í Havnar Bio

Hóskvøldið 20. mars kl 20:30 svingar svenski filmurin Monica Z (Per Fly 2013 Svøríki 108 min) í Havnar Bio. Danski leikstjórin Per Fly (f.1960) er í hesum føri bílagdur at siga søguna um kendu svensku jazzsangarinnuna Monicu Zetterlund (1937-2005). Vit fylgja við frá byrjanini, tá Monica einki stig fær og endar á aftasta plássi í Grand Prix kappingini í 1963, meðan pápin (Kjell Bergqvist, f.1953) bannar og aldri hevur eitt gott orð til hennara. Seinni byrtist ein stjørna, tá hon syngur í New York og møtir Ellu Fiztgerald, Bill Evans og Miles Davis. Hetta er ein hugtakandi norðurlendsk stjørnusøga, ið eisini avdúkar loyniligar partar í lívinum hjá stóru sangarinnuni. Íslendska Edda Karin Hjartardóttir Magnason (f.1984) hevur leiklutin sum Monica og syngur eisini allar sangirnar, bæði svenskar og altjóða jazz standards. Hetta er norðurlendskt samstarv, sum glitrar á hvíta løriftinum! Sjálvur sá eg filmin á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck og skrivaði soleiðis úr filmsrúg

Blýanturin er á lofti

Heimsins sterkasta vápn, blýanturin, var á lofti í Norðurlandahúsinum í gjár. Tá vóru 77 eldhugaðir næmingar úr níggjundu flokkunum kring landið, og nærlagdu lærarar teirra, savnaðir til kveikingardag  undir kønari rithøvundaleiðslu. Tað eru NÁM, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið, sum hava skrivað út eina skrivikapping fyri ung, sum ganga í níggjunda flokki. Tilsamans munnu tey vera minst tíggju ferðirnar tey, sum møttu. Spell, at lærarar úti um landið eru so lítið áhugaðir at læra næmingarnar í besta aldri at hvessa sær blýantin. Men sama gerð, lagið var ógvuliga gott á teim 77 møttu, ið altso svara til tíggju prosent av teim, sum kundu havt møtt. Solveig, Søs, Debes, sum er ráðgevi í Námi, hevur samskipað skrivikappingina. Við regninum i baksýni er hon fegin um kveikingardagin og góðu úrslitini hjá teim møttu. Kveikingardagurin byrjaði við røðum, sum Magnus Tausen, stjóri í Námi, og Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, hildu.