Í dag kunngjørdi Norðurlandaráðið á árligu barnabókamessuni í italska býnum, Bologna, hvør er sloppin við í endaumfarið í kappingini um barna- og ungdómsvirðirslønina, sum fyri aðru ferð verður latin í ár. Nú eru tilsamans fimm norðurlendskar virðislønir. Millum tey trettan, tvey úr hvørjum Norðurlandi, og eitt úr hvørjum av teim sjálvstýrandi økjunum, sum vit territorialføroyingar kallast í norrønum samstarvi, er okkara egni Bárður Oskarsson við barnabókini Flata kaninin, sum kom út í 2011.
Inger Smærup Sørensen peikar á yndismyndina á stóru framsýningini Yvir Borð, sum hon kurateraði í mai í fjør, har fleiri enn 60 verk hjá Bárði vórðu sýnd fram í Stephanssonshúsi. Ein framúr framsýning, eins og aðrar frá hennara hond í somu hølum og aðrastaðni við.
Umframt barnabókina hjá Bárði, er Tóroddur Poulsen í uppskoti at fáa norðurlendsku vaksnamannabókavirðislønina fyri yrkingasavnið Fjalir, sum forlagið í Støplum gav út í fjør, og Inger Smærup Sørensen hevur umsett til danskt. Eg havi fyrr sagt, at hetta er vakrasta bók eg havi havt á hondum, og framløgudagin ognaði eg mær straks einu myndina í bókini, hana, sum høvundurin heldur fram fyri seg, niðanfyri. Fotomyndirnar eru báðar tiknar, tá bókin varð løgd fram í Klingruni í Norðurlandahúsinum í apríl í fjør.