Hóskvøldið 20. mars kl 20:30 svingar svenski filmurin Monica Z (Per Fly 2013 Svøríki 108 min) í Havnar Bio. Danski leikstjórin Per Fly (f.1960) er í hesum føri bílagdur at siga søguna um kendu svensku jazzsangarinnuna Monicu Zetterlund (1937-2005). Vit fylgja við frá byrjanini, tá Monica einki stig fær og endar á aftasta plássi í Grand Prix kappingini í 1963, meðan pápin (Kjell Bergqvist, f.1953) bannar og aldri hevur eitt gott orð til hennara.
Seinni byrtist ein stjørna, tá hon syngur í New York og møtir Ellu Fiztgerald, Bill Evans og Miles Davis. Hetta er ein hugtakandi norðurlendsk stjørnusøga, ið eisini avdúkar loyniligar partar í lívinum hjá stóru sangarinnuni. Íslendska Edda Karin Hjartardóttir Magnason (f.1984) hevur leiklutin sum Monica og syngur eisini allar sangirnar, bæði svenskar og altjóða jazz standards. Hetta er norðurlendskt samstarv, sum glitrar á hvíta løriftinum!
Sjálvur sá eg filmin á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck og skrivaði soleiðis úr filmsrúgvini tá: Millum bestu filmar eg annars sá á filmstevnuni í ár, vóru svenski Monica Z, sum danski Per Fly (f.1960) leikstjórnaði. Íslendska Edda Magnason bæði spælir og syngur Monicu Zetterlund so framúr, at tú onga løtu ivast í at tað er rætta sangarinnan, tú hevur framman fyri tær. Serliga trupla sambandið við pápan, Kjell Bergqvist, verður lýst væl. Hann sæst niðanfyri til vinstru, Edda í miðjuni og Per Fly til høgru.
Filmurin um Monicu Zetterlund verður viðmæltur!
(Myndir: pressufoto)