Í fjósinum hjá Per bonda í Syðrugøtu hoyrdi eg Lyon hjá Jóannes hjá Jakku hjá Marsannu úr Gøtugjógv. Hyggi upp undir loftið, innan ljóssjovið tekur yvir. Jú, hetta er aðalkjarnin í G! Staðbundin autentisitetur. Á einum óvæntaðum stað, at lata upp fyri tí ekseptionelt góða, sum fer út í hvønn krók í Gøtu, upp eftir Eggini, Støðlafjalli og røðunum út eftir allari víkini, og so surfandi innanftur við flóðini. Fjósið, har eg billi mær inn at lukta autentiskt súrhoyggj eina lítla løtu - men kanska vóru tað bara ímyndingarevnini eitt fríggjakvøld - verður til eitt svart vekingarmøti í amerikansku suðurstatunum, lameterandi á klaverið, sum Kurt Weill fyri kríggið í dekadenta Berlin, og hov, var tað nú Tom Waits, ið varð vundin gjøgnum mikrofonina, jú gussdoy, og so reisir hann seg upp, og so er hann Son of Schmilsson, Harry Nillsson, í fullum figuri, leikandi, lameterandi sum eitt gosfjall. Við hvassa rumble-surf gittaranum fer hann longur en Duane Eddy, ja heilt til