Guli húsin hjá Teiti hevur appelsingult hefti við egnari teknirøð og gulum tekstarki (Mynd: Birgir Kruse) Tólv sangir eru á sættu fløguni hjá Teiti. Hann hevur skrivað allar sangirnar sjálvur, onkrar saman við øðrum. Eftir áralanga fyrireiking eru sangirnir spældir inn í Keypmannahavn eftir níggju døgum, har Tróndur Bogason hevur hjálpt til og tretivu onnur fólk. Sangirnir eru søgur, sorgblíðar, men opnar, ofast við eini favnandi kenslu, sum vendir sær til ein ávísan bý úti í heimi, ella heilt upp til hin almáttuga. Søgurnar nevna og geva okkum ljóðreferansur til tok og fremmand støð, og tað er bara tá Teitur fer í dialog við Gud, at vit, kanska, kunnu lesa Føroyar inn í sangirnar. Onnur fólk enn vit, gera tað neyvan. Hóast hann hevur slept Universal og stendur á egnum beinum, er hann í orðsins rætta týdningi universellur. Í fyrsta sangi Feel Good snarar søgan um kærleikan og ta góðu kensluna, so sum heitið sigur, Feel Good. Í stíli millum Jimmy Webb og Paul Simon, ljóst og um