Fríggjadagin bjóðaði John Mikkelsen, matstovuleiðari, oman í Fútastovu við sýni úti í bláu vágna eystarumegin í Havn, tí Sebastian Wandt frá týska vínhúsinum Bassermann-Jordan og Christina Aarø frá donsku vínsøluni H.J. Hansen vóru á vitjan. Hóast Fútastova eru millum elstu hús í Havn, 340 ára gomul, so eru gestirnir ikki fyri nothing, tá vit leggja tíðarinnar alin á tað virksemið, tey umboða. Týska vínhúsið, har Sebastian er vínbóndi, er stovnað í 1718, og danska vínsølan, har Christina er søluleiðari við ábyrgd fyri Keypmannahavn, Bornholm og Føroyum, er frá 1829. Eftir eitt inngangandi glas av Weisser Burgunder, sum Sebastiani dámar serstakliga væl afturvið aspargus, greiðir hann frá um søguliga týska vínhúsið, markirnar, lendið og sólargangin har suðuri við býin Deidesheim í Pfalz, dygst við franska markið móti Alsace. Vit skifta eisini orð um arkaiska heitið burgundari og royndina fyri 30 árum síðan at fáa hetta forniska navn at liva í heimligum skúlabókum. Royndin