Skip to main content

Mike er Ársins andøvsfiskur

Foto: Ole Wich

Skotski filmsleikstjórin Mike Day er "Ársins andøvsfiskur". Tað heldur Filmsfelagið, sum tvær ferðir fyrr hevur veitt fólki henda heiður fyri at gera sjáldsaman film atkomuligan fyri einum breiðum skara. Við heiðurinum fylgja 5000 krónur frá Grindamannafelagnum, sum formaðurin, Ólavur Sjúrðarberg, handaði í góðveðrinum í uttandurahølunum hjá Paname Café í miðbýnum í Havn. Havnar Bio, sum hýsti frumsýningini av filminum The Islands and the Whales fyri tveimum árum síðan, er eisini við í átakinum "Ársins andøvsfiskur".

Foto: Nicole Hálová


Foto: Ole Wich
Filmsfelagið er av teirri fatan, at við filminum The Islands and the Whales hevur tað eydnast Mike Day at broyta mangan einoygdu fatanina úti í heimi av føroyinginum og serliga av føroyska grindadrápinum. Mike hevur valt at seta grindahvalin og kyksilvurkanningarnar hjá Pál Weihe inn í altjóða spurningin um dálking av høvunum, so Sameindu Tjóðir hava tikið spurningin upp av nýggjum. Tá filmurin varð frumsýndur í Filmsfelagnum í august í 2016 varð m.a. sagt soleiðis í skránni:

Í vakurt filmaða verkinum fáa vit søguna hjá øllum pørtum uttan moraliserandi peikifingrar. (...) Pál Weihe er ein høvuðspersónur, ið umboðar kritiska og sakliga sjónarmiðið, har mælt verður frá at eta grind orsaka av heilsuvandanum, ið kemur av øktari kyksilvurdálking. Ein familja úr Kvívík umboðar hina síðuna. Pápin er grindamaður og setur eina æru í at veiða fugl og fisk sum part av sínum samleika. Vit frætta eisini frá abba hansara, ið sigur frá søgum úr gomlum døgum. Men kona grindamannin er útbúgvin sjúkrasystir og er sostatt tilvitað um møguligu vandarnar við at eta grind, og vit síggja tey bæði kjakast. Hetta er ein søga um grindadráp, sum vit aldri áður hava sæð í biografi. (...) Fornisku huldufólkini gerast ein metaforur fyri javnvágina millum menniskja og náttúru í modernaða samfelagnum. Skulu vit gevast at drepa grind og missa eina elligamla siðvenju, ið er inngrógvin í okkara samleika? Skulu vit lata børn okkara eitrast av kyksilvuri og dálking í havinum? Hetta eru spurningar, ið heimildarfilmurin The Islands and the Whales vil hava okkum sjálvi at svara.


Amerikanska "Peabody" virðislønin varð fyrstu ferð givin í 1941 fyri at siga góðar søgur í miðlunum. Tá var talan um útvarp, ið segði søgur, stories that matter, sum herrópið hjá Peabody stovninum er. Í dag eru miðlaumstøðurnar at siga góðar søgur heilt annarleiðis, og vit kunnu frøast um at heimildarfilmar ikki bara koma í sjónvarpið, í stroymingsskipanir og á netið, men eisini havi funnið vegin innar í biografarnar, eisini teir amerikansku. Hóast allar hesar ytru og tøkniligu broytingar verður hildið fast um at finna góðu søguna. - Throughout all this, the scope of the Peabody Awards continues to grow as media changes, but our goal remains the same: to recognize stories that matter, sigur stjórin Jefferey P. Jones. Um dagarnar fekk The Islands and the Whales Peabody virðislønina við hesi grundgeving:
On the isolated north Atlantic archipelago of the Faroe Islands, the longtime hunting practices of the Faroese are threatened by dangerously high mercury levels in the whales, decimated seabird populations, and anti-whaling activists. Mike Day’s exquisitely photographed film The Islands and the Whales explores the inextricable links between the oceans poisoned by coal burning power plants and the resulting direct impacts on the way of life of these remote islanders. The Faroese are scolded by animal welfare activists as primitives and advised to adopt a vegetarian diet. But with a climate unsuitable for sustaining an agricultural economy and food imports carrying even greater deleterious environmental ramifications, the islanders struggle between maintaining their traditional way of life and the long-term health problems that threaten them. The Faroese are the proverbial canary in the mine, their story an incredible microcosm and warning to the rest of the world. For its powerful and moving composition of the effect humans have on nature and nature on humans, The Islands and the Whales wins a Peabody Award.

Foto: Nicole Hálová

Mike Day filmaði í Føroyum í fýra ár, frá 2011 til 2014, tá hann gjørdi The Islands and the Whales. Tí kendi hann samfelagið og lyklafólk, sum hann hitti og lat siga teirra søgu, fyri og ímóti grindadrápi við egnum orðum. Fyrr hevur hann gjørt heimidlarfilmin The Guga Hunters of Ness um súluveiðu á Sula Sgeir, Súluskeri. Seinastu tvey árini hevur Mike verða á umleið 60 filmstevnum og víst filmin The Islands and the Whales. Samstundis hevur hann arbeitt við tveimum nýggju filmum í USA. Týsdagin fer Mike Day við Juvel II úr Klaksvík til Grønlands at gera enn ein film. Til lukku við góðu úrslitunum og góða eydnu framyvir!