Skip to main content

Posts

Í karmi vínbóndans

Fríggjadagin bjóðaði John Mikkelsen, matstovuleiðari, oman í Fútastovu við sýni úti í bláu vágna eystarumegin í Havn, tí Sebastian Wandt frá týska vínhúsinum Bassermann-Jordan og Christina Aarø frá donsku vínsøluni H.J. Hansen vóru á vitjan. Hóast Fútastova eru millum elstu hús í Havn, 340 ára gomul, so eru gestirnir ikki fyri nothing, tá vit leggja tíðarinnar alin á tað virksemið, tey umboða. Týska vínhúsið, har Sebastian er vínbóndi, er stovnað í 1718, og danska vínsølan, har Christina er søluleiðari við ábyrgd fyri Keypmannahavn, Bornholm og Føroyum, er frá 1829. Eftir eitt inngangandi glas av Weisser Burgunder, sum Sebastiani dámar serstakliga væl afturvið aspargus, greiðir hann frá um søguliga týska vínhúsið, markirnar, lendið og sólargangin har suðuri við býin Deidesheim í Pfalz, dygst við franska markið móti Alsace. Vit skifta eisini orð um arkaiska heitið burgundari og royndina fyri 30 árum síðan at fáa hetta forniska navn at liva í heimligum skúlabókum. Royndin

Mike er Ársins andøvsfiskur

Foto: Ole Wich Skotski filmsleikstjórin Mike Day er "Ársins andøvsfiskur". Tað heldur Filmsfelagið, sum tvær ferðir fyrr hevur veitt fólki henda heiður fyri at gera sjáldsaman film atkomuligan fyri einum breiðum skara. Við heiðurinum fylgja 5000 krónur frá Grindamannafelagnum, sum formaðurin, Ólavur Sjúrðarberg, handaði í góðveðrinum í uttandurahølunum hjá Paname Café í miðbýnum í Havn. Havnar Bio, sum hýsti frumsýningini av filminum The Islands and the Whales fyri tveimum árum síðan, er eisini við í átakinum "Ársins andøvsfiskur". Foto: Nicole Hálová Foto: Ole Wich Filmsfelagið er av teirri fatan, at við filminum The Islands and the Whales hevur tað eydnast Mike Day at broyta mangan einoygdu fatanina úti í heimi av føroyinginum og serliga av føroyska grindadrápinum. Mike hevur valt at seta grindahvalin og kyksilvurkanningarnar hjá Pál Weihe inn í altjóða spurningin um dálking av høvunum, so Sameindu Tjóðir hava tikið spurningin upp av nýggjum. T

Mike og hvalirnir - hvussu gekst úti í heimi?

Filmsfelagið pressuskriv:  Hvussu hava fólk í útheiminum skilt og tikið ímóti filminum The Islands and The Whales ? Leikstjórin Mike Day sýnir filmin í Filmsfelagnum og greiðir aftaná frá á Paname Café  Filmsleikstjórin Mike Day er aftur í Føroyum. Tí fer hann at vísa virðislønta heimildarfilmin The Islands and the Whales í Havnar Bio sunnudagin 27. mai kl 16. Sýningin er almenn og atgongumerkjasølan er byrjað á netinum og við skivuna í biografinum. Eftir sýningina fer Mike at greiða frá í hugnaliga umhvørvinum á Paname Café á Vaglinum í Havn kl. 17.30. Spurt verður, hvussu móttøkan hevur verið úti í heimi, um útlendingar fata filmin annarleiðis enn vit, um hann setur málið um grindadráp í ein størri og annarleiðis samanhang, enn vit eru von við í Føroyum og um Mike hevur havt trupulleikar av Paul Watson og grindamótmælisfólki? Mike Day er júst liðugur við ein nýggjan heimildarfilm í Texas í USA, og fer nú undir enn ein film á okkara leiðum í Norðuratlantshavi. Filmsýnin

Japanskur filmur um tjóvska familju bestur í Cannes

Japanski leikstjórin Hirokazu Kore-eda (f.1962) vann í gjárkvøldið Gylta Pálmin í Cannes fyri filmin Manbiki kazoku , sum á enskum kallast Shoplifters , og snýr seg um eina smákriminella familju, sum stjelur í handlum til dagin og vegin, men eisini tekur eitt barn av gøtuni til fosturs. Á Filmsdøgum í Felag í fjør vísti Filmsfelagið hin stillføra og empatiska filmin hjá sama leikstjóra  Eftir harðveðrið (2016). Amerikanski Spike Lee fekk Grand Prix virðislønina fyri BlacKkKlansman , ein fýrakantað amerikansk komedia frá sjeytiárunum, sum Per Juul Carlsen frá Danmarks Radio sigur. Umframt 30.000 fakfólk vóru 5000 journalistar í Cannes. Cate Blanchett var dómsnevndarformaður í almennu kappingarskránni. Ein eyka virðisløn, Special Palme d’Or, fór til 87 ára gamla franska leikstjóran Jean-Luc Godard, sum í ár sýndi filmin Myndabókin . Um leikstjóran segði Cate Blanchett, at hann er ein "cinematic artist who is continually striving to define and re-define what cinema can be.”

Talv í skúlan

Starvsfelagin Árni Øregaard hevur fangað stórmeistaran í talvi, Helga Dam Ziska, undir loftljósinum og frammanfyri heimskortinum í Námi hósdagin í vikuni, sum nú rennur út. Orsøkin var, at tríggjar skúlabøkur um talv, Kom og telva , vórðu lagdar fram fyri almenningin. Talv skal inn í skúlan. Tær trígjar talvbókurnar til skúlabrúks, ella bókaheildin , sum sagt verður, fevna um eina grundbók og tvey uppgávuhefti. Bókurnar eru ætlaðar til undirvísing í fólkaskúlum og í talvfeløgum, men eru sum allar aðrar góðar lærubøkur, eisini væl egnaðar at brúka í egnari rytmu heima. Grundbókin er býtt upp í fjøruti frálærutímar. Fyrstu fimtan tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran

Kom og hata Havnina

Um dagarnar møtti eg hinum ídna Steintóri úr Klaksvík. Vit tosaðu um tað djúpu idignasjón, sum fólk á Facebook løgdu á blik, nú hann hevði skrivað enn eina krimisøgu, Horvna rósan (Innskot 2018) . Har var okkurt, sum tendraði so mikið, at navnsnevnd fólk á Facebook gjørdu fiktivu krimisøguna realistiska og tóku hana til sín. Áhugavert, at identifikasjónsfaktorurin riggar so væl. Og so hendir tað ónevniliga, at høvundurin gevur mær bókina, feska úr afturfallinum í mentatúninum í Havn. Nú noyðist eg at lesa. Eina krimisøgu av øllum illum. Fýrahundrað blaðsíður av tíðsfordrívi hjá fínafrúm á feriu. Óunnuligt at verða skvisaður inn í tað segmentið. Puff. Við skákskrift skrivar mordarin millum kapitlarnar, hvat hann hevur í hyggju. Men innan vit koma til ákæru og dóm í hesi whodonit søgu, eru nógvar kompromiterandi hendingar, sum tit krimilesarar helst elska at arbeiða tykkum fram í móti. Í meðan koma í míni sjón stuttligir søgubitar upp at blása, og renna seg á kav í nútíðarsamfel

Frítt at gera útvarp

Nú hevur Kringvarpið varnast, at tað livir í og við einum marknaði. Hurrá, soleiðis má og skal tað vera. Ein so stórur miðil í so lítlum landi skal sansa marknaðin. Og ikki minni vísa í verki, at hann hevur fatað hesa sansing og er í korrelatión, í takføri, í synch og hvat tey marknaðarstrategisku við sosiologisku orðabókini kunnu finna uppá at kalla tað, sum bara merkir, at tú hevur nakað uppá hjartað, og dugir at bera tað fram við staying power og innan ein avtalaðan útvarpskarm. Men at fyrsta útspælið er hard core nýggjheitsjournalistiskt á aktualitetsdeildini, hevði eg ikki væntað. Eg hevði væntað at byrjað varð við einum bleytari starti við mentan og einum snerti av undirhaldi afturvið. Men gott er. Hetta er í veruleikanum ein vátur dreymur, sum eg havi havt alla ta tíð, eg tímdi at gera útvarp, í eini trý-fýra áratíggju. Fantastiskt, at latið verður upp fyri hesum sjálvsagda møguleika, og at eitt varisligt framleiðsluumhvørvi kann sleppa at næla uttanfyri Kringvarpið,

Tá náttúran retousjerar

Eftir regn í allan dag, slítur í. Tað er stilli. Vársólin, sum ikki sæst, men hómast onkustaðni langt burturi, hevur púra óvæntað skapt so mikið av hita, sum hóast eittsiffraður fær eina sjáldsama summarguvu at leggja seg um landið. Eina evarska løtu verður Eystnes sveipað í eitt tógvi av vatti. So skolar av skýggjum norðanífrá. Fyri oyrunum eitt ljóðleyst drama. Hitin rullar eftir rygginum, út á hav og verður upploystur fram við sjóvarmálanum. Ikki eitt tjums at hoyra. Seinastu hitaskýggini eru um at sleppa Nólsoynni, sum í somu løtu liggur í øðrum ljósi. Seti eina aðra linsu fyri tólið, og av terrassuni er hetta úrslitið, púra uttan filtur og fotosjopp, sum eg hvørki eigi, ella dugi at brúka. Ivist í, um tað er eitt gott hugskot at læra seg at brúka, tá náttúran sjálv við umleypand veðri er so hárfínt retousjerandi, at tú stendur teg ikki at gera klárt og taka røttu myndina, fyrr enn alt er broytt, og so er pístr púra burtur. Bara ein lítil løta um áttatíðina í