Skip to main content

Posts

Nám X vann filmskappingina hjá Námi

Í kvøld varð kunngjørt í Havnar bio, hvør vann fjórðu stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini hjá ST. Saman við lærarum hava næmingar í hádeild og miðnámi kring landið arbeitt við filmi í heyst. Vavið er í mesta lagi sjey minuttir og karmurin hevur verið eitt ella fleiri av teim seytjan Heimsmálunum.  Nógvir næmingar vóru møttir, og Tóri Slættalíð, sum er leiðari í nýggju Ráðgevandi deildini í Námi, bjóðaði vælkomin í Havnar Bio, har ellivu av filmunum, sum dómsnevndin hevði valt, vóru sýndir. - Teir filmar, sum løgdu seg fremst í huganum hjá dómarunum, vístu á serstakliga góð næmingaavrik, men hvør á sín hátt, segði Tóri og upplýsti, at eina løtu stóð á jøvnum, tá veljast skuldi millum bestu filmarnar. Men so samdust teir fimm dómararnir um vinnarafilmin.  Dómarapanelið, sum telur fimm fakfólk har Árni Øregaard er formaður, er av teirri áskoðan, at vinnarafilmurin í ár vísir beinleiðis til trý av heimsmálunum, og í fluttari merking eisini til onnur heimsmál, serliga um vit tosa

Semja um, at skúlin er forsømdur

Á politiskum valfundi um fólkaskúlan , sum varð hildin í auluni á Námsvísindadeildini í gjár, var stór semja millum valevnini um, at fólkaskúlin er forsømdur - bæði í tingarbeiðnum hetta seinasta valskeiðið og í valstríðnum. Tað skrivar heimasíðan hjá Skúlablaðnum. - Tingmaður hetta valskeiðið vísti á, at tað hevur verið trupult at skapa áhuga fyri fólkaskúlanum. Hóast fólkaskúlin er ein av týdningarmestu og berandi súlunum undir okkara vælferð, hevur almenna kringvarpið ikki fólkaskúlan sum evni á teimum mongu fundunum, sum miðilin skipar fyri, skrivar Skúlablaðið.  Eitt annað valevni segði á fundinum, at hóast stóra semju um, hvat eigur at verða gjørt, tykist tað nógv truplari at fáa eyka fígging til fólkaskúlan, samanborið við onnur øki. Styttri skúladagur, færri næmingar í flokkunum, betri umstøður til lærararnar og taka landsroyndirnar av vóru evnini, ið oftast vóru havd á orði á valfundinum, skrivar Skúlablaðið. Stendur tað til valevnini, sum umboðaðu teir sjey flokkarnar á almen

Jólamatur

Neyvan hevur nøkur vinnugrein upplivað so stórar broytingar í okkara tíð, sum matstovuvinnan. Broytingarnar eru í fyrsta lagi sjónligar í høvuðsstaðnum, har vit hava fingið hópin av ymiskligum matstovum, og í øðrum lagi eina tænastuvinnu, sum er so vitandi og fyrikomandi, at tú undrast yvir, at vit nakrantíð hava kunnað livað uttan eina so sjálvsagt virðiliga tænastu við matstovuborðið.  Fyrr fór tú út at eta búff við brúnari sós. Fisk át tú heima, tí ein útróðrarmaður hevði borið tær hann, nýveiddan av fjørðinum. So koyrdi tú hann í pottin, kanska paneraðan á pannuna, og borðreiddi so við eplum, sum vóru í kassanum. Nógv epli og lítið raffiniment. Og nú eplini eru dýrari enn nakrantíð, keypir tú tey allarbílagstu, sum eru írsk og mjølvut, perfekt at mosa niður í brúnu føroysku sósina og danska reyðkálið. Soleiðis broytast vanar og siðir av ymsum ávum, sum vit ikki altíð sjálvi hava raðið á. Aktuella avbjóðingin er, hvørt matstovuvinnan megnar at fara út um landið, og finna eitt burðar

Bestu íslendsku filmar beint nú

Filmsfelagið hevur fingið fatur á tveimum teimum mest umrøddu filmunum, sum íslendskir leikstjórar hava gjørt til biografsýningar beint nú. Talan er um Berdreymi og Volaða land , sum úti í heimi hava heitini Beautiful beings og Godland.  Leikstjórarnir eru Guðmundur Arnar Guðmundsson (f.1982), sum er avmyndaður omanfyri, tá hann í Lübeck vann fyrstu virðisløn fyri fyrra filmin Hjartasteinn (Heartstone), og í seinna føri Hlynur Pálmason (f.1984), sum hevur arbeitt við filmi í Føroyum, og verið innboðin dómari í Geytakappingini, tá myndin niðanfyri er tikin. Tá hesir báðir filmar hava verið sýndir, hevur Filmsfelagið víst allar teirra filmar. Umframt góð ummæli í heimlandinum, eru báðir filmarnir í uppskoti at fáa Evropeisku Filmsvirðislønina, sum verður handað í Reykjavík hin 10. desembur. Har í landinum duga tey framúr væl at gera vart við seg sum filmsframleiðaraland við locations til eitt og hvørt høvið, harundir eisini í íslendsku suðurhavsoyggjunum, sum ein íslendskur uppstandssk

Hans Jacob ger tekstir til Marius

  Hóskvøldið 17. november varð tiltakið “Skifti - Lívssøgur úr føroysku náttúruni” sett  í Kolshøll á Eiði. Leygarkvøldið eftir var konsert við Marius, har Hans Jacob Kollslíð eigur tekstirnar, sum kunnu lesast niðanfyri. Men Hans Jacob hevur eisini íbirt meir enn tað. - Orsøkin til, at eg eri her, er at Ellindur Egilstrøð hevur valt at givið málningunum, sum hann sýnir fram á hesari framsýningini, heiti úr tekstum, sum eg havi skrivað til løg hjá tónleikabólkinum Marius Ziska. Og eg má viðganga, at eg kenni meg ikki sørt stoltan og kanska eisini eitt sindur smikraðan av, at Ellindur hevur valt at gera tað. Tað er nevnliga soleiðis, at vit báðir, Hans Marius Ziska og eg, vóru nokkso nógv í iva um, hvørt tann fyrsti føroyski sangurin, sum vit skrivaðu saman, ikki var ov løgin at geva út. Frá 2005 høvdu vit skrivað enskar sangir saman, men í 2013 kom Hans Marius so við tí hugskotinum, at vit kanska áttu at roynt okkum á føroyskum. Hann sendi mær eitt lag, og eg setti meg at skriva orð. M

Netflix sýnir The Wonder

Danska sangarinnan, Pia Raug, byrjaði einaferð eina konsert við at siga, hvussu hugtikin hon var av føroyska orðinum andlit , likamspartinum, sum ákallaði ljósið og speglaði tað. Í framhaldi av hesum tanka kunnu vit siga, at andlitsljós er sterkasta tøknin, sum kilenski leikstjórin Sebastián Lelio brúkar í hesum nýggja Netflix filmi, The Wonder , ið fer fram í Írlandi í 1862. Emma Donoghue hevur skrivað søguna The Wonder í 2016. Hon er kveikt av frásøgnum, mest sum halgisøgum úr viktorianskari tíð, um gentur, á enskum kallaðar fasting girls , sum kundu liva uttan at eta. Var hetta kanska eitt tekin í tíðini, og um so var, hvat snúði tað seg um? Ella var hetta ein nútíðar siping hjá Donoghue til eysturríkska Josef Fritzl? Og kanska eisini Nataschu Kampusch? Byrjanin í filminum The Wonder førir okkum inn í stóra rúmið við fyrstu pallsetingini, tá filmurin verður gjørdur, rímiligvís í nútíðini. Eitt frásagnarsnildi, sum kann førast aftur til kynstrið hjá Bertolt Brecht. Leikarin, Niamh A