Danska sangarinnan, Pia Raug, byrjaði einaferð eina konsert við at siga, hvussu hugtikin hon var av føroyska orðinum andlit, likamspartinum, sum ákallaði ljósið og speglaði tað. Í framhaldi av hesum tanka kunnu vit siga, at andlitsljós er sterkasta tøknin, sum kilenski leikstjórin Sebastián Lelio brúkar í hesum nýggja Netflix filmi, The Wonder, ið fer fram í Írlandi í 1862.
Emma Donoghue hevur skrivað søguna The Wonder í 2016. Hon er kveikt av frásøgnum, mest sum halgisøgum úr viktorianskari tíð, um gentur, á enskum kallaðar fasting girls, sum kundu liva uttan at eta.
Var hetta kanska eitt tekin í tíðini, og um so var, hvat snúði tað seg um? Ella var hetta ein nútíðar siping hjá Donoghue til eysturríkska Josef Fritzl? Og kanska eisini Nataschu Kampusch?
Byrjanin í filminum The Wonder førir okkum inn í stóra rúmið við fyrstu pallsetingini, tá filmurin verður gjørdur, rímiligvís í nútíðini. Eitt frásagnarsnildi, sum kann førast aftur til kynstrið hjá Bertolt Brecht. Leikarin, Niamh Algar, sigur okkum, at uttan søgur eru vit einki.
Høvuðsleikarin í filminum er tó bretska sjúkrasysturin, Lib Wright (Florence Pugh, kend frá Lady Macbeth), sum hevur verið í krígnum á Krimhálvoynni, og nú er send til Írlands, at kanna, ella rættari eygleiða, ellivu ára gomlu gentuna Anna O'Donnell (Kíla Lord Cassidy), sum er givin at eta, til hon aftur fyllir árið, tí tað lyftið hevur hon givið pápanum, Ryan, so tær allar eru Ryan's Daughter. Hin, ið eygleiðir gentuna er ein nunna. Ímeðan er beiggin, sum elskaði hana uppá tveir mátar, sum hon sigur, deyður, og Anna skal bjarga honum frá at brenna í Helviti. Á veggin hevur mamman, sum eisini í veruleikanum er mamma fastandi gentuna, hongt fotomynd av beiggjanum við úrkliptum eygum. Mest observerandi er tó lítli leikluturin hjá Niamh Algar.
Tá filmurin er komin í gongd, síggja vit Algar sum eldru systrina Kitty. Hon sker torv á írsku heiðini, og sigur beint í kamera, at vit bera øll eina søgu. Tá brýtir hon við bravour fjórða veggin í leikrúminum, og ger søguna hjá Lelio so mikið interessantari, hóast henda leið ikki verður trároynd.
Umframt framúr andlitsljós, er fagra litsetingin í køkinum spennandi á litleysu írsku fátækraheiðini.
No more spoilers 🙂
Lelio er ein av stóru suðuramerikansku leikstjórunum at lýsa kvinnur. Hin stóri kilenski leikstjórin er Pablo Larraín, sum gjørdi filmin um bæði Jackie og Spencer, men eisini um katólsku prestarnar, ið eftir dóm at gera seg inn á børn vórðu sendir í Le Club at verða rehabiliteraðir. Fara vit norður til Meksiko, finna vit Alejandro González-Iñárritu, sum eisini vísti heilt sjáldsamt kynstur við andlitsljósi og í heila taki natúrljósi í The Revenant. Fyrsta dagin er Iñárritu aktuellur á Netflix við nýggja filminum Bardo, falsa crónica de unas cuantas verdades. Meir um hann seinni.
Lelio hevur fyrr gjørt filmar við sterkum kvinnum í sermerktum støðum sum høvuðsleikarum, so sum Gloria, Una Mujer Fantástica og Disobedience. Hugsi fyri vist, at allir teir nevndu filmar hava verið vístir herheima.
Nú er lítið annað at gera enn at hyggja eftir The Wonder, ið verður viðmæltur sum ein djúpt áhugaverdur Netflixfilmur við nógvum tilsipingum og tulkingarmøguleikum millum verðsliga makt og himmalskan átrúnað í einum sjangrukonteksti, ið ofta er sæddur fyrr, men aldri verður tannleysur.
The Wonder (Sebastián Lelio Írland, Bretland 2022 108 min)